Uppskot til løgtingslóg um leigustuðul til ummælis

Hoyringarsvar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

Føroya Arbeiðsgevarafelag 09. februar. 2026 | Hoyringssvar

Føroya Arbeiðsgevarafelag takkar fyri møguleikan at viðmerkja uppskot til løgtingslóg um leigustuðul.

Yvirskipað hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag hesar viðmerkingar:

  • Um so er, at ein skipan við leigustuðli verður sett í verk, eigur hon at avloysa stuðlaðar byggiverkætlanir. Ikki verða sett afturat.
  • Leigustuðulin eigur at stuðla láginntøkubólkum, og ikki tey við hægri inntøkum.

Niðanfyri verða hesi sjónarmið útgreinaði:

Ein skipan við leigustuðli eigur at koma í staðin fyri alment stuðlaðar byggiverkætlanir
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at ein skipan við leigustuðli kann vera við til at lofta teimum húskjum við lágari inntøku sum búgva til leigu. Ein generell skipan við leigustuðli er tó bara rættvís, um tað ikki samstundis verður veittur annar fíggjarligur stuðul til tilvildarliga útvaldar leigarar.

Hetta er eitt nú galdandi í teimum førum, har tað almenna nýtir sínar skattainntøkur til at stuðla byggi- og fíggingarkostnaðinum av nøkrum útvaldum almennum byggiverkætlanum. Harvið ber til at lækka leiguna fyri hesar tilvildarliga útvaldu leigarar, lika mikið hvussu inntøkugrundarlagið hjá hesum leigarum annars er.

Á henda hátt verður stórur munur á teimum leigarum, sum leiga frá alment stuðlaðari bygging og teimum sum ikki gera.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at sosialpolitikkur eisini á hesum øki eigur at snúgva seg um tey, sum hava størsta tørvin, og ikki gera stuðulsskipanir, sum eisini eru við til at stuðla teimum við hægri inntøkum.
Tí eigur heimildin at skipa sonevnd almannagagnlig bústaðarfelag, har møguligt er at stuðla byggikostnaðinum (og harvið húsaleiguni) við rættiliga stórum upphæddum at verða strikað, samstundis sum løgtingslógin um leigustuðul kemur í gildi. Talan er ikki um almannagagnligt virksemi, tá øll kunnu fáa ágóðan av hesum stuðli, eisini tey
vælbjargaðu.

At tað almenna eisini byggir bygningar til bústaðarendamál er bara positivt fyri útboðið,
men tað má vera á marknaðartreytum og ikki við at brúka almennar skattakrónur. Í staðin
eigur skipanin við leigustuðli at lofta teimum, sum hava størsta tørvin.

Um politisku myndugleikarnir halda fast í skipanini við skattafíggjaðum
byggiverkætlanum, eiga tey, sum leiga har, ikki at hava rætt til leigustuðul, umframt tann
stuðulin, sum tey longu hava fingið til byggikostnaðin og harvið til eina lægri leigu.

  • Leigustuðulin eigur at stuðla láginntøkubólkum, og ikki tey við hægri inntøkum.

Í uppskotinum, sum er sent til ummælis, lækkar stuðulin stigvíst í mun til inntøkuna, men hvørvur nústaðni , tá inntøkugrundarlagið fyri støk er omanfyri 638.000 kr um árið og fyri húskjum við tveimum ella fleiri vaksnum, tá samlaða inntøkugrundarlagið er omanfyri 788.000 kr um árið.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað hevði verið skilabetri at lækka inntøkumarkið, so uppskotið í størri mun stuðlar teimum, sum veruliga hava tørv á stuðli, og ikki eisini fólki við teimum hægstu inntøkunum. Ein ársinntøka á 638 tús. kr. um árið er ein høg inntøka,og merkir í veruleikanum, at næstan øll, sum búgva til leigu, heilt ella partvíst kunnu fáa leigustuðul.

Umframt hesar yvirskipaðu viðmerkingar, hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag hesar ítøkiligu viðmerkingar:

§ 1: Tað átti helst at verið ásett greiðari, at stuðulin verður veittur til leiguútreiðslur av bústaði, har viðkomandi húski sbrt. fólkayvirlitinum er skrásett at búgva. Hetta ger tað eisini greitt, at stuðul ikki kann verða veittur til fleiri leigubústaðir.

§ 2: Sbrt. § 2, stk. 1 verður leigustuðul ikki veittur persóni, sum býr í einum leigubústaði, ið er fevndur av kapitli 6 í almannalógini. Grundgevingin er m.a., at hesir bústaðirnir eru fevndir av øðrum stuðulsskipanum hjá tí almenna.
Við somu grundgeving átti somuleiðis at verið ásett, at stuðul ikki verður veittur til leigubústaðir, har tað almenna hevur veitt stuðul til byggikostnaðin, og harvið óbeinleiðis til at lækka húsaleiguna.

Les uppskotið her