Uppskot til løgtingslóg um málskúla fyri føroyskt sum annaðmál

06. november. 2023 | Hoyringssvar

Sí uppskotið her

Føroya Arbeiðsgevarafelag takkar fyri møguleikan at geva ummæli um uppskot til løgtingslóg um málskúla fyri føroyskt sum annaðmál.

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við, at talan verður um eitt samskipað tilboð, sum verður bjóðað øllum tilflytarum kring alt landið. Tað er av stórum týdningi, at tilflytarar hava atgongd til sama tilboð, uttan mun til hvar í landinum tey búgva.

Somuleiðis er umráðandi, at málskeið verða bjóðað út við jøvnum millumbilum, og at tað er lætt hjá tilflytarum at melda seg til skeiðini.

Ein nýggjur stovnur

Skotið verður upp at stovna ein nýggjan stovn við egnum stjóra og fyrisiting. Fyri at avmarka almennu útreiðslurnar mest møguligt eigur at kannast, um hesin stovnur liggur betri undir verandi almennum stovnum, sum t.d. Undirvísingarstýrinum. Mælt verður tí til at kanna hetta nærri.

 

Ein smidlig skipan

Útlendingar, sum koma til Føroya umvegis eitt arbeiðsloyvi, kunnu eisini hava áhuga í at fáa varandi uppihaldsloyvi. Tí er neyðugt, at tað verður gjørligt hjá øllum tilflytarum at læra føroyskt. Hetta skal eisini vera møguligt hjá tilflytarum við arbeiðsloyvum.

Á kunningarfundi í Smæruni varð ført fram, at talan er um 20 undirvísingartímar um vikuna. Tilflytarar við arbeiðsloyvi skulu arbeiða antin 30 tímar um vikuna eftir ES skipanini ella 40 tímar um vikuna eftir Fast Track skipanini. Um arbeiðsgevarin ikki veitir tilflytaranum ásetta tímatal, verður arbeiðsloyvi ikki endurnýggjað. Hetta merkir, at tað kann gerast ein avbjóðing hjá tilflytarum at fara í kvøldskúla at læra føroyskt, um tíð skal verða til familju, vinir, arbeiði og skúla.

Ein loysn er at broyta treytirnar fyri kravdar arbeiðstímar til triðjalandsborgarar soleiðis, at tey, eins og ES borgarar, hava eitt arbeiðskrav á 30 tímar um vikuna.

Somuleiðis er neyðugt at tryggja, at skúlaskipanin er smidlig, soleiðis at fólk við fulltíðararbeiði eisini hava møguleika at læra føroyskt. T.d. at til ber at stytta vikuliga tímatalið og leingja tíðarskeiðið uttan stórvegis hóvasták.

 

Viðvíkjandi kostnaði

Á fundi í Smæruni tann 26. oktobur 2023 varð sagt, at vanligu skeiðini verða ókeypis, og at møguleiki verður fyri at umbiðja ávís skeið mótvegis gjaldi. Hetta tykist at vera ein góð loysn, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við.

Tað er av stórum týdningi, bæði fyri tilflytarar og vinnuna, at vanligu skeiðini eru ókeypis.

Í dag eru fyritøkur, sum umbiðja og rinda fyri skeið til tilflytarar í starvi. Men tað eru ikki allir arbeiðsgevarar, ið hava møguleika til hetta. T.d. eru fleiri smærri arbeiðspláss, sum virka í harðari kapping, og eru hart sperd fíggjarliga. Hesi hava ikki møguleika at rinda eyka fyri málskeið til tilflytarar, sum tey hava í starvi.

Tí eigur tað vanliga tilboðið hjá málskúlanum at verða ókeypis fyri allar tilflytarar, uttan mun til um talan er um tilflytara við arbeiðsloyvi, ítróttarloyvi ella um talan er um familjusamanføring.

Viðgerð av kærum

Í grein 11 stendur, at fyrisitingarligar avgerðir, ið málskúlastjórin hevur tikið, kunnu kærast til landsstýrismanning.

Vit undrast á, at kærur ikki verða at senda til Føroya Kærustovn, sum er ein samskipað eind, ið er kærumyndugleiki fyri fyrisitingarligar avgerðir frá almennum myndugleikum.

Vinarliga

Føroya Arbeiðsgevarafelag

Jórun Gardar­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­