Uppskot til løgtingslóg um nettrygd

Hoyringarsvar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

Føroya Arbeiðsgevarafelag 01. desember. 2025 | Hoyringssvar

Føroya arbeiðsgevarafelag tekur yvirskipað undir við endamálinum við nettrygdarlógini, ið er ein týðandi partur av nettrygdarætlanini, ið Landsstýrið legði fram í september 2023.

Endamálið við uppskotinum til nettrygdarlóg er m.a. at styrkja mótstøðuføri, og at minka um avleiðingarnar í sambandi við netálop. Lagt verður upp til at seta á stovn ein nettrygdarmyndugleika, sum samskipar nettrygdina í Føroyum og hevur eftirlit við, at kjarnutænastur í Føroyum á skilagóðan hátt eru vardar móti nethóttanum. Hesum tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag undir við.

Føroya arbeiðsgevarafelag heldur, at munandi betringar eru gjørdar í uppskotinum, í mun til tað uppskotið, sum varð sent til hoyringar um jóltíðir í fjør. Tó eru tað framvegis fleiri ivamál og viðmerkingar í sambandi við uppskotið til nettrygdarlóg. Nøkur av hesum ivamálum skyldast kanska, at tað í ov lítlan mun verður greitt frá málinum í teimum almennu viðmerkingunum til uppskotið, meðan onnur ivamál møguliga eiga at føra til broytingar í ásetingum í uppskotinum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag legggur í sínum hoyringssvari serliga dent á hesi viðurskifti:

  • Heimildirnar hjá nettrygdardeplinum eru sera víðfevndar, og tað má greiðast frá, hvussu eftirlitið við hesum verður skipað
  • Tað má í viðmerkingunum verða greitt frá, í hvønn mun eindir, sum eru undir eftirliti av øðrum myndugleikum, verða fevndar av reglunum í nettrygdarlógini ella av líknandi reglum aðrastaðni. Eitt nú er hetta viðkomandi í mun til bankar og flogfeløg.
  • Sambandið millum persónsupplýsingarlógina/GDPR og nettrygdarlógina má gerast greiðari
  • Tað verður ikki greitt frá, hvussu virksemið hjá nettrygdardepilin verður fíggjað og ei heldur, hvussu ætlanin er at nýta heimilidina at krevja gjøld. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tá tað sum í hesum føri er talan um, at tað almenna ynskir at tryggja ávísar samfelagsligar kjarnutænastur, eigur rakstrarkostnaðurin av nettrygdardeplinum at verða fíggjaður av landsins fíggjarlóg.
  • Tær fyritøkur, sum verða tilnevndar sum kjarnueindir, mugu fáa hóskandi langt tíðarskeið at fyrireika seg í.
  • Revsiásetingarnar eiga at verða eftirhugdar

Hesi og onnur viðurskifti verða útgreinaði niðanfyri.

Víttfevndu heimildir nettrygdarmyndugleikans
Lagt verður upp til, at nettrygdarmyndugleikin skal fáa víðar heimildir at seta fyritøkum, almennum stovnum, kommunalum eindum o.ø krøv um at gera váðametingar, at seta tiltøk viðvíkjandi váðastýring í verk, at seta krav um trygdargóðkenning av starvsfólkum, um at gera yvivøku og forvirknar kanningar av neti og kunningarskipanum, krav um íbinding til fylgisveinasamband, og seta krøv til útbúnað o.a. Nettrygdarmyndugleikin hevur víðar heimildir at krevja at fáa útflýggjað dátur, upplýsingar, skjøl o.a., og gera eftirlit á staðnum. Virksemið hjá nettrygdarmyndugleikanum er undantikið løgtingslóg um innlit í fyrisitingina, stórum pørtum av løgtingslóg um fyrisitingarlóg og løgtingslóg um vernd av persónsupplýsingum.

Føroya arbeiðsgevarafelag heldur, at tá vit hava við lóggávu at gera, sum gevur einum almennum myndugleika so víttfevndar heimildir, og samstundis setur grundleggjandi lóggávu til viks, sum hevur við rættartrygdina hjá vanligum borgarum, fyritøkum og øðrum samfelagsaktørum at gera, eigur at verða grundgivið væl fyri, hví hetta er neyðugt.
Eingin frágreiðing er í almennu viðmerkingunum um, hví neyðugt er at undantaka virksemið hjá nettrygdarmyndugleikanum frá nevndu lóggávu. Um tað til samanberingar verður hugt eftir donsku Lov om Center for Cybersikkerhed, so er tað grundgivið neyvt í almennu og serligu viðmerkingunum fyri, hví nevnda lóggáva ikki er galdandi fyri myndugleikan. Í nevndu lóg eru ásettar serstakar reglur um viðgerð av persónsupplýsingum.

Slíkar serstakar reglur eru ikki at finna í uppskotinum til løgtingslóg um nettrygdarlóg, og tá tað ikki verður greitt nærri frá skipanini, so er tað ógreitt, hvat frameftir verður galdandi í eitt nú dátuverndarhøpi. Heitt verður á Uttanríkis- og vinnumálaráðið at lýsa hendan partin betri í uppsskotinum, so allir partar vita, hvussu samspælið verður frameftir millum ásetingarnar í nettrygdarlógini og dátuverndarlógini.

Tað verður í § 32 og § 33 í uppskotinum lagt upp til, at nettrygdarmyndugleikin kann samstarva við myndugleikar o.o. í øðrum londum. Kann tað hugsast, at tað eisini kann vera viðkomandi fyri nettrygdarmyndugleikan at samstarva við myndugleikar í Føroyum, eitt nú Dátueftirlitið og eftirlitsmyndugleikar innan ymiskar geirar? Um so er eigur tað í uppskotinum at vera heimild fyri hesum. Tað er umráðandi fyri føroyskar fyritøkur, sum verða útnevndar kjarnueindir, at tær ikki skulu rapportera til ella fyrihalda seg til fleiri myndugleikar enn neyðugt.

Sambært uppskotinum eru eftirlitstiltøkini hjá nettrygdarmyndugleikanum m.a. at gera eftirlit á staðnum, krevja at fáa atgongd til dátur, skjøl og upplýsingar o.a. Hetta kann skiljast sum, at myndugleikin m.a. skal hava atgongd til privata ogn og upplýsingar, sum verða roknaðir at vera av privatum slagi. Gingið verður út frá, at tað verður lagt upp til, at hesi eftirlitstiltøk kunnu verða gjørt aftaná rættarúrskurð, tí einki er ásett um, at tey kunnu verða gjørt uttan rættarúrskurð. Føroya Arbeiðsgevarafelag skal vísa á, at fyrilit mugu vera fyri § 72 í grundlógini í sambandi við ásetingar um eftirlit av slíkum slagi, og um skipanin skal verða hon, at slíkt eftirlit kann fara fram uttan rættarúrskurð, so má hetta vera staðiliga ásett í lógini, og eigur eisini at vera grundgivið fyri, hví hetta er neyðugt.

Í øðrum londum er tað vanligt, at myndugleikar, sum hava so víttfevndar heimildir, sum nettrygdarmyndugleikin fær, eru undir eftirliti. Í uppskotinum er ein heimild til at áseta nærri reglur um eftirlit við nettrygdarmyndugleikanum í kunngerð. Einki verður sagt um, hvør skal standa fyri hesum eftirlit, og hvussu tað verður skipað.

Serstakar reglur fyri ávísar geirar og fyri ríkismyndugleikar
Einki stendur í almennu viðmerkingunum, hvørt serstakar nettrygdarreglur eru ella fara at verða ásettar fyri ymiskar geirar í samfelagnum.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið varðar eitt nú av peningastovnsøkinum. Er ætlanin, at eftirlit við fyritøkum í hesum geiranum fer at verða framt eftir nettrygdarlógini, ella er ætlanin at seta serstakar reglur í gildi fyri hendan geiran?

Í stuttum verður í serligu viðmerkingunum til § 3 í uppskotinum nevnt, at «bankageirin» kann vera eitt dømi um ein geira, sum er fevndur av javngóðum ásetingum í § 3 í nettrygdarlógini, og tá kann søkja um at verða undantikin ásetingum í nettrygdarlógini. Um hugt verður eftir LM-098/2023 – uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjarskifti, so varð fjarskiftislógin broytt soleiðis at forðingar fyri, at peningastovnar kundu verða fevndir av § 58a í lógini vórðu beindar av vegnum. Sambært uppskotinum til nettrygdarlóg er ætlanin, at ásetingarnar í § 1, stk. 2 og § 58a í fjarskiftislógini fara úr gildi, tá nettrygdarlógin kemur í gildi. Tí er eisini viðkomandi at seta hendan spurningin, hvat ætlanin er frameftir?

Peningastovnslóggávan er felagsmál, og tað er Fíggjareftirlitið, sum er myndugleiki á økinum í Føroyum. Lóggivið verður við ríkislóggávu á økinum, og skipanin er hon, at Fíggjareftirlitið fyrireikar lóggávuna í samráð við Uttanríkis- og vinnumálaráðið.
Fyri peningastovnar í Danmark eru reglur í NIS1 settar í gildi við sonevnda ledelsesbekendtgørelsen. Sum kunnugt, so kom í januar 2025 í gildi í ES-londunum tann sonevnda DORA-fyriskipanin, og er hendan harvið í dag galdandi fyri fíggjarfyritøkur í Danmark t.e. peningastovnar, tryggingarfeløg o.o.

Tað hevði verið hóskandi, at tað í almennu viðmerkingunum til uppskotið til nettrygdarlóg verður greitt frá, hvat er galdandi á hesum økinum í Føroyum, um ætlanin er at nettrygdarlógin skal galda fyri hendan geiran, ella ætlanin er at seta DORA-fyriskipanina í gildi í Føroyum? Á sama hátt eigur at verða greitt frá, um ætlanir eru um at áseta serstakar reglur fyri aðrar fíggjarfyritøkur, so sum tryggingarfeløg, ið er yvirtikið sum málsøki, og er undir eftirliti hjá Tryggingareftirlitinum. Eisini kann hetta vera ein viðkomandi spurningur fyri aðrar geirar, eitt nú flogfeløg, sum eru undir eftirliti hjá Trafikstyrelsen.

Í uppskotinum til nettrygdarlóg verður lagt upp til, at ríkismyndugleikar ikki verða fevndir av lógini. Tað er viðkomandi at fáa upplýst í almennu viðmerkingunum, hvat er galdandi fyri ríkismyndugleikar í Føroyum á hesum økinum í dag, og um ætlanir eru um at seta lóggávu í gildi fyri ríkismyndugleikar, ið eru staðsettir í Føroyum.

Sambandið millum persónsupplýsingarlógina og nettrygdarlógina
Í lógaruppskotinum er ásett, at kap. 4 í dátuverndarlógini ikki er galdandi fyri virksemið hjá nettrygdarmyndugleikanum t.e. um rættindini hjá tí skrásetta. Í málum um trygdargóðkenning er dátuverndarlógin ikki galdandi yvirhøvur. Í § 42, stk. 6 er ásett ein heimild til landsstýrismannin at áseta reglur um, hvussu eftirlitið við nettrygdarmyndugleikanum fer fram. Spurningurin er, um ein landsstýrismaður skal áseta reglur og skipa eftirlit á øki, sum annars vanliga hoyrir undir myndugleikaøkið hjá Dátueftirlitinum.

Dátuverndarlógin er av alstórum týdningi fyri, at Føroyar kunnu metast at vera eitt trygt triðjaland. Spuringurin er, um tað kann ávirka okkara 3. landsgóðkenning, um vit úthola dátuverndarlógina við at undantaka ymiskt virksemi frá henni?
Føroya Arbeiðsgevarafelag kunnugt, er tað sambært ES- reglunum um dátuvernd heimild fyri at undantaka fregnartænastur í nationalu dátuverndarlóggávuni.

Nettrygdarmyndugleikin er flokkaður undir fjarskifti her hjá okkum, meðan nettrygd í Danmark hoyrir undir Center for Cybersikkerhed, sum er ein stovnur undir Forsvarets efterretningstjeneste. Tað er í samsvari við ES-reglur, at undatøk verður gjørd í mun til at Center for Cybersikkerhed ikki er fevnt av dátuverndarlógini og eftirlitinum hjá danska dátueftirlitinum. Tað er meira ivasamt um valdi leisturin er í ordan her hjá okkum.

Harumframt skal nevnast, at í donsku lógini um Center for Cybersikkerhed er stovnurin undantikin dátuverndarlógini, men nágreiniligar reglur um viðgerð av persónsupplýsingum eru ístaðin ásettar í kap. 6 í sjálvari lógini um Center for Cybersikkerhed. Harafturat eru reglur um viðgerð, víðarilatan og striking av upplýsingum nágreiniliga ásettar í lógini.

Fyri fyritøkurnar verður støðan frameftir hon, at tær bæði koma undir regulering eftir dátuverndarlógini og eftir nettrygdarlógini, og skulu tær, sum støðan er, vísa til til 2 ymiskar myndugleikar.

Spurningurin um dátuverndina í sambandi við nettrygdarlógina eigur at gerast greiðari. Í lógaruppskotinum eru heimild fyri, at nettrygdarmyndugleikin kann skipa samstarv og gera avtalur við myndugleikar o.o. í útlondunum, men eingin heimild er ásett at kunna skipa samstarv við myndugleikar í Føroyum. Hetta átti at verið líka viðkomandi sum at gera avtalur við útlandið.

Samsvar við NIS2
Í almennu viðmerkingunum til uppskotið verður sagt, at uppskotið til nettrygdarlóg byggir á ES-direktivið NIS 2. Tað hevði verið hóskandi, at tað í almennu viðmerkingunum verður lýst, hvat høvuðsinnihaldið í NIS 2 er, og í hvørjum viðurskiftum uppskotið til nettrygdarlóg inniheldur somu reglur sum NIS 2, og í hvørjum viðurskiftum vikið verður frá NIS 2.

Í NIS 2 verður eitt nú skilt ímillum eindir av serliga kritiskum týdningi og aðrar týðandi eindir, og eru hesi skipað í tvey ymisk fylgiskjøl til NIS 2. Í útgangsstøði eru materiellu reglurnar tær somu fyri hesi báðar bólkarnar av eindum, men munurin millum hesar báðar bólkarnar er, at eftirlitið og møguleikarnir fyri handhevjan eru ymiskir fyri bólkarnar. Harafturat er møguleiki fyri sambært NIS 2 at undantaka smærri fyritøkur, tó ikki smærri fyritøkur innan ávís øki, sum er nærri nágreinað í NIS 2.

Í uppskotinum til nettrygdarlóg er eitt skjal 1, sum er eitt yvirlit yvir eindir, men skilt verður ikki ímillum eindir av serliga kritiskum týdningi ella aðrar týðandi eindir. Einki stendur í almennu viðmerkingunum, hvussu ætlanin er at skipa hesi viðurskifti í Føroyum. Hinvegin verður tað í serligu viðmerkingunum til § 5 í nettrygdarlógini greitt frá skjali 1, og har verður sagt, at einki støddarmark er sett fyri, nær ein eind kann vera ein kjarnueind, men er tað nettrygdarmyndugleikin, sum aftaná eina meting tekur avgerð um, hvør er ein kjarnueind. Sostatt er tað lagt til nettrygdarmyndugleikan at taka hesa avgerð. Munur verður ikki gjørdur í lógini á serliga kritiskum eindum og øðrum týðandi eindum, og harvið koma allar eindir í Føroyum undir somu strongu krøv, meðan støðan er ein onnur í londunum í ES, har munur verður gjørdur á ymisku sløgunum av eindum. Tað hevði verið viðkomandi at greitt nærri frá m.a. hesum viðurskiftunum í almennu viðmerkingunum og grundgivið fyri, hví hetta verður skipað á henda hátt í Føroyum.

Fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar
Í uppskotinum verður upplýst, at 2,6 mio kr. eru játtaðar í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 til nettrygdarmyndugleikan, men at tørvurin á játtan til stovnin tilsamans er 7,34 mio kr. Væntað verður at fáa størri játtan við einari eykajáttanarlóg í apríl 2026.

Føroya Arbeiðsgevarafelag væntar, at uppskotið eisini hevur við sær fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar fyri aðrar almennar myndugleikar. M.a. verður lagt upp til, at fleiri uppgávur verða lagdar til landsstýrisfólkið, og eisini er sannlíkt at uppskotið kann fáa fíggjarligar avleiðingar fyri onnur aðalráð, stovnar, kommunur og kommunalar felagsskapir. Serliga um hesar verða tilnevndar sum kjarnueindir.

Føroyar Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað í almennu viðmerkingunum eigur at verða gjørd ein roynd at meta um fíggjarligu avleiðingarnar fyri landið og fyri kommunurnar.

Í kap. 2.2.3 í uppskotinum stendur, at uppskotið ikki fær beinleiðis avleiðingar fyri vinnuna, men í tann mun vinnufyritøkur eru at meta sum kjarnueindir, verða krøv sett hesum fyri at styrkja um mótstøðuførið.

Føroya Arbeiðsgevarafelag skal vísa á, at uppskotið fer at hava bæði umsitingarligar og fíggjarligar avleiðingar fyri fyritøkur, sum verða útnevndar at verða kjarnueindir, og tí er teksturin í kap. 2.2.3 heldur misvísandi.

Fíggjarligu avleiðingarnar fyri vinnuna kunnu minkast, um tað eru greiðar vegleiðingar tøkar, hvussu krøvini skulu íverksetast. Í ES hava tørvandi vegleiðingar ført til yvirimplementering av krøvunum.

Harafturat skal vera víst á, at tað í uppskotinum verður lagt upp til, at gjald kann verða álagt fyritøkum fyri tænastur, serstøk eftirlit, skoðan o.a. Einki verður upplýst, hvørjar upphæddir talan kann verða um, og eingin nágreining er av, hvørjar tænastur, eftirlit og skoðan gjald eftir ætlan kann krevjast fyri. Fyritøkurnar, sum verða tilnevndar kjarnueindir, fáa álagt nógvar nýggjar umsitingarligar og fíggjarligar byrðar orsakað av lógini, og útreiðslurnar av at hava ein nettrygdarmyndugleika eiga hvørki heilt ella partvís at verða lagdar á fyritøkurnar, men eiga útreiðslurnar av at hava ein nettrygdarmyndugleika í mestan mun at verða hildnar av landskassanum.

Talan er um at tryggja eina samfelagstænastu, sum skal vera til gagns fyri alt samfelagið, og tá eiga útreiðslurnar til nettrygdardepilin at verða hildnar av landskassanum, og ikki av teimum eindum, sum nettrygdardepilin útpeikar sum kjarnueindir.

Atlit til eina javna kappingarstøðu millum eindir, sum eru tilnevndar kjarnueindir, og eindir, sum ikkieru tilnevndar kjarnueindir, førir eisini til tað úrslit, at kostnaðurin av nettrygdardeplinum í mestan mun eigur at verða borin av landskassanum.

Gildiskoma
Lagt er upp til, at lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Føroya Arbeiðsgevarafelag loyvir sær at seta spurning við, um nettrygdardepilin er klárur at fara til verka longu á vári 2026. Eru trygdarfyriskipanir, umsitingarligar mannagongdir o.a. kring hendan nýggja stovnin skipaðar, og eru starvsfólk við røttu førleikum sett í starv og ílatin til at fara undir uppgávunar tá?

Tí loyva vit okkum at spyrja, um tað ikki hevði verið meiri uppá sítt pláss, at lógin kom í gildi ein ávísan dag eitt sindur longri frammi í tíð, ella at lógin kemur í gildi í stigum?
Harumframt kann nettrygdarmyndugleikin sbrt. § 5, stk. 5 geva kjarnueindir freist at liva upp til ásetingar í lógini ella reglum ásettar við heimild í lógini. Í serligu viðmerkingunum verður skrivað, at freistin kann vera 6-12 mánaðar. Við royndunum úr ES í huga, kann tað væl hugsast at tað fer at taka longri tíð enn hetta hjá fyritøkunum at fyrireika seg, serliga um neyðugu vegleiðingarnar ikki eru tøkar. Tað hevur tí týdning, at Nettrygdardepilin hevur ein ávísan fleksibilitet viðv. tíðarfreistunum.

Revsiásetingarnar eiga at verða eftirhugdar
Í viðmerkingunum til revsiásetingarnar verður m.a. skrivað, at bøturnar skulu gera mun, verða proportionalar og skulu virka ræðandi. Harumframt verður skrivað, at brot á § kapittul 3 um tiltøk at stýra nettrygdarváða og kapittul 4 um fráboðanskyldur verður sektað soleiðis, at møguligur fíggjarligur áhugi hjá eindini hvørvur.

Her skal Vinnuhúsið viðmerkja, at tað í hesum føri sum høvuðsregla ikki er ein fíggjarligi áhugi hjá kritisku eindini at hava eina laka nettrygd. Tvørturímóti vil tað fyri fyritøkur sum høvuðsreglu hava eina størri fíggjarliga avleiðing, um skipanini t.d. verður hackað, og fyritøkan missur atgongd til upplýsingar um kundar og leverandørar.

Tí metir Vinnuhúsið ikki, at bótaskipanin í uppskotinum hevur somu fyribyrgjandi effekt. Í okkara lítla samfelagi er orkan munandi betur brúkt við vegleiðing og fyribyrgjandi arbeiði, enn ein tung bótaskipan. Talið av kritiskum eindum er ikki so stórt, at ikki ber til at umsita nettrygdarøkið væl á henda hátt. Við fyribyrging og kunning fær nettrygdardepilin samband við einstøku dátuábyrgdararnar, og tað so er eins væl og eftirfylgjandi eftirlit í einum samfelag sum okkara.

Aleina tað, at vit liva í einum samfelag við góðum 50.000 menniskjum og við einum nettrygdardepli við avmarkaðum starvsfólkatali ger í sjálvum sær, at serføroysk viðurskifti gera seg galdandi. NIS2-reglurnar eru úrslitið av einari semju millum ES lond, har bróðurparturin hevur fleiri 10 tals milliónir íbúgvar. Høvuðsorsøkin til, at fokus er á reving og sektir í stórum londum er, at har ber ikki til á sama hátt at hava samband við kritisku eindirnar, sum vit hava møguleika fyri í Føroyum.

Annars kunnu viðmerkingarnar hjá Dátueftirlitinum/Dáturáðnum til revsiásetingarnar í GDPR-lógini verða viðkomandi í hesum høpi eisini.

Tað eigur í viðmerkingunum til revsiásetingarnar at verða útgreinað nærri, at vit ikki í Føroyum eiga at hava sama høga støðið á bótum, sum í ES/Danmark, har tað kann vera upp til 2% av globala umsetninginum hjá fyritøkuni. Eisini eigur at verða lagt upp til, at tað ikki eins í ES er tann globali umsetningurin hjá samtakinum sum er viðkomandi, um talan t.d. er um eitt dóttirfelag í Føroyum.

Harumframt eigur at verða skrivað í viðmekingunum, at revsingin eisini fevnir um almennar myndugleikar, sum verða tilnevndar sum kritiskar eindir. Kritiskar eindir undir almennum ræði eru at síggja til ikki undantiknar revsing í lógartekstinum, men tað eigur at verða gjørt greitt í viðmerkingunum.

Viðmerkingar til serligu viðmerkingarnar í uppskotinum:
Til § 2, stk. 1: Ásetingin er heldur ógreið, og viðmerkingarnar til ásetingina eru eisini ógreiðar. Fevnir løgtingslógin um eindir í geirunum sambært skjali 1 til lógina? Um so er eigur hetta at standa í ásetingini og at verða nágreinað í serligu viðmerkingunum. Sum orðingin er nú, so kann hetta skiljast sum, at vanligir privat persónar, sum einki hava við virksemi sambært skjali 1 at gera, eisini eru fevndir av lógini.

Hugtakið «eind» er nágreinað í § 4, nr. 5 í uppskotinum, og er hugtakið breitt orðað. Í serligu viðmerkingunum til ásetingina í § 4, nr. 5 verður nevnt, at tað vanliga er talan um almennar myndugleikar, almennar og privatar fyritøkur. Um gildisøki er tengt at skjali 1, sbr. § 5, stk. 1 og harafturat at § 5, stk. 2 í uppskotinum, so eigur tað at verða nágreinað í § 2, stk. 1 og í § 4, nr. 5 í uppskotinum, og í serligu viðmerkingunum til ásetingarnar.

Til § 2, stk. 2: Tað eigur at verða lýst betri, hví ríkismyndugleikar ikki verða fevndir. Hóskandi hevði verið at greitt frá, um lóggáva longu er sett í gildi fyri hesar innan nettrygd, ella ætlanir eru um at seta í gildi lóggávu fyri hesar myndugleikarnar.

Til § 5: Serligar viðmerkingar eru til stk. 1-5, meðan ásetingin í § 5 hevur stk. 1-6. Í § 5, stk. 3 verður víst til stk. 5. Hetta skal helst vera stk. 6.

Til § 8, stk. 2: Í serligu viðmerkingunum til § 8, stk. 2 stendur, at tað er ábyrgdin hjá leiðsluni í einstøku kjarnueindini at tryggja, at tiltøkini hava neyðugan virknað o.a.
Viðmerkjast skal, at tað kann skapa iva, hvat hugsað verður um, tá hugtakið «leiðsla» verður brúkt uttan nakra nágreining. Her skal verða víst á, at fyri kapitalfeløg eru hugtøkini «høvuðsleiðsla» og «evsta leiðsla» nágreinað í § 5, nr. 4 og nr. 5 í vinnufelagalógini. Tað eigur at verða nágreinað í viðmerkingini ella í einari áseting í lógini, hvat liggur í hugtakinum «leiðsla», so tað er greitt hjá hvørjum leiðsluliðum ábyrgdin liggur.

Til § 9: Ásetingin snýr seg um trygdargóðkenning av starvsfólkum. Sambært ásetingini kann nettrygdarmyndugleikin krevja, at starvsfólk, ið røkja ávís størv fyri eina kjarnueind, skulu vera trygdargóðkend. Í serligu viðmerkingunum stendur, at landsstýrið skipar trygdargóðkenningina í samstarvi við viðkomandi partar. Tað hevði verið gott, um tað kundi verið upplýst í serligu viðmerkingini, hvørjir møguligir «viðkomandi partar» eru.
Trygdargóðkenningar er nakað, ið vanliga verður sett í samband við mál, sum løgreglan hevur týðandi leiklut í. Tað ger seg m.a. galdandi á økinum innan loftferðslu. Serstakar reglur eru eisini um trygdargóðkenning í PET-lógini. Um hetta eisini er ætlanin í sambandi við nettrygd, so eigur tað at verða sagt nakað um hetta í viðmerkingunum.

Um ásetingin í § 9 skal lesast í samanhangi við § 8, stk. 2, nr. 9, so eigur ein tilvísing at vera millum ásetingarnar – antin í sjálvari ásetingini ella í serligu viðmerkingunum.

Til § 10: Í serligu viðmerkingunum stendur, at ásetingin skal síggjast í framhaldi av § 8, og eisini stendur, at § 10, stk. 1 er ein herðing av almennu skyldunum eftir § 8. Hevði tað verið greiðari, um tað eisini í sjálvari ásetingini bleiv víst til § 8 ella, at tað í § 8 bleiv víst til § 10?


Til § 14: Tá tað í ásetingini stendur «leiðslan» er tað ikki greitt, um tað í teimum førum, tá talan er um kapitalfelag, verður hugsað um nevnd og stjórn. Víst verður til viðmerkingina omanfyri til § 8, stk. 2. Í onkrum førum kann talan vera fyritøku, sum ikki er skipað sum kaptialfelag, og tá eigur á sama hátt at verða nágreinað, í hvørjum leiðsluliði ábyrgdin liggur.


Til § 16: Um ætlanin er, at ávísir geirar skulu verða fevndir av serstakari lóggávu fyri geiran, tá kundi tað hóskandi verið greitt frá í serligu viðmerkingunum, at tað fyri hesar verður ein fráboðanarskylda til málføran myndugleika á tí økinum, og samstundis kundi verið víst til § 3, stk. 2 í lógaruppskotinum, sum heimilar hesum. Mett verður, at tað á henda hátt verður lættari at skilja samanhangin í lóggávuni.


Til § 28, stk. 3: Grein 28 snýr seg um at savna og viðgera upplýsingar, dátur o.a. og at kortleggja undirstøðukervi o.a. Í § 28, stk. 3, 1. pkt. stendur, at upplýsingarnar ikki kunnu latast víðari. Víðari stendur í stk. 3, at upplýsingar í serligum førum kunnu latast víðari, men tá í avmarkaðan mun. Tá hugt verður í serligu viðmerkingarnar, so stendur har, at tað kann gerast neyðugt at lata øðrum parti upplýsingarnar, og at talan kann vera um myndugleika í Føroyum og í øðrum londum. Tað tykist, sum heimildin at alta upplýsingar víðari í sjálvari ásetingini ikki er eins víðfevnd, sum serligu viðmerkingarnar leggja upp til.


Til § 32 og § 33: Í ásetingunum verður lagt upp til, at nettrygdarmyndugleikin kann samstarva og gera avtalur, samstarvsavtalur o.a. við myndugleikar ella partar í øðrum londum, heruppií við útlendskar ella millumtjóða felagsskapir og samstarvsbólkar, og í hesum sambandi kann nettrygdarmyndugleikin móttaka og lata viðkomandi upplýsingar. Eisini kann myndugleikin fremja felags eftirlitstiltøk saman við skikkaðum myndugleikum uttanlands.


Einki stendur í ásetingini ella í viðmerkingunum um, hvørji lond, samstarvsbólkar osv. talan kann verða um.


Tá tað við lógaruppskotinum verður lagt upp til, at lúka krøvini í NIS2, so er tað ein nærliggjandi tanki, at tað tá verður hugsað um samstarv við myndugleikar í ES og EØS- londum? Eisini kann tað hugsast, at samstarv skal vera við ríkismyndugleikar, sum hava eftirlitsuppgávur sambært sektorlóggávu? Hevði tað borið til at sagt okkurt meira um hetta í viðmerkingunum.


Við NIS 2 direktivinum eru skipað trý samstarvsfora í ES-regi, har limalondini eru umboðað. Endamálið er stutt sagt at tryggja eitt høgt trygdarstøði og at skipa samstarv um at skifta um upplýsingar millum limalondini.


Um hugt verður til Noregs, so er tað ásett í digitalsikkerhetsforskriften, at nationali trygdarmyndugleikin skal tryggja samstarv millum norskar myndugleikar og viðkomandi myndugleikar í ES- og EØS-londum, og at luttaka í samstarvsbólki og CSIRT-netverkinum, sum stendur fyri tí operationella samstarvinum millum londini.


Einki stendur í almennu ella serligu viðmerkingunum, hvørjar ítøkiligu ætlanirnar eru viðvíkjandi samstarvi við onnur lond el.tíl. Tað kann hugsast, at onkur lond kunnu metast sum og vera meira uppløgd sum tættir og tryggir samstarvspartar enn onnur?


Til § 34, stk. 3: Í serligu viðmerkingunum stendur, at frágreiðingin sambært stk. 2 er ikki fevnd av reglunum um innlit. Her kundi hóskandi verið víst til § 42 í nettrygdarlógini.


Til § 37: Seligu viðmerkingarnar nærum bert endurtaka tað, sum stendur í sjálvari ásetingini. Tað hevði verið hóskandi, at tað bleiv nágreinað, hvørjar tænastur, eftirlit og skoðanir ætlanin er at taka gjald fyri.

Til § 38: Víst skal vera á, at tað ber ikki til at fáa at gongd til privata ogn uttan rættarúrskurð, um hetta ikki staðiliga er ásett í lógini. Eisini er krav um, at tað skal vera grundgivið væl fyri, at áseta slíka heimild, og tað eigur at vera lýst, hvussu og í hvørjum førum hendan heimildin kann brúkast.

Í Rundskrivi um lógarsmíð, s. 159 stendur um eftirlitsásetingar:
Eftirlitsásetingar eru ásetingar í lóggávuni, sum geva almennum myndugleikum heimild til uttan fyri revsirættargangin at fáa atgongd til privata ogn ella fastogn.
Sambært § 72 í grundlógini er heimbýli friðhalgað. Hetta merkir, at húsarannsókn, inndráttur og kanning av brøvum og øðrum skrivum eins og brot á post, telegrafloyndina og telefonloyndina einans er loyvt, eftir at loyvi er fingið frá rættinum (rættarúrskurður). Er undantak heimilað í lóg, er tað ikki neyðugt hjá almenna myndugleikanum at fáa úrskurð frá rættinum, áðrenn t.d. húsarannsókn verður framd.
Tað eigur altíð at vera væl umhugsað, um tað er neyðugt, við ella uttan rættarúrskurði, at almennir myndugleikar skulu fáa atgongd til privata ogn. Eisini eigur at verða kannað, um onnur og minni inntrívandi eftirlitsátøk kunnu vera nøktandi.
Um haldgóð orsøk er at geva almennum myndugleikum slíka heimild, eigur vavið á heimildini at vera avmarkað í mestan mun. Tað kann gerast við, at tað t.d. einans verður heimilað atgongd til virkishølir, men ikki til heimbýli.
Í viðmerkingunum eigur at vera grundgivið væl fyri, hví eftirlitsáseting verður mett at vera neyðug, eins og tað eigur at vera væl lýst, hvussu og í hvørjum førum heimildin kann brúkast.
Krav um rættarúrskurð er serliga neyðugt, um tað er eitthvørt, sum rætturin eigur at taka støðu til. Í mest vanligu eftirlitsásetingunum, sum einans geva almenna myndugleikanum loyvi at gera stakroyndir o.a., er vanligt at víkja frá kravinum um rættarúrskurð. Orðini “uttan rættarúrskurð” eigur greitt at standa í lógartekstinum

Til § 42: Tað eigur at verða greitt meira nágreiniligt frá, hvørjar reglur í nevndu lógum frameftir verða galdandi og hvørjar ikki verða, og hvat tað merkir fyri tey, sum eru fevnd av hesum reglum.

Tilvísing í viðmerkingunum til § 53, stk. 6 er helst ein feilur?

Til § 45: Ein feilur, at tað í viðmerkingini stendur «Kappingareftirlitið»?

Vinarliga
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Les uppskotið her