Uppskot til løgtingslóg um nettrygd

Hoyringarsvar frá KT-felagnum

01. desember. 2025 | Hoyringssvar

Inngangur
KT-felagið takkar fyri høvið at lata við viðmerkingum til uppskotið um Nettrygdarlóg. Felagið fegnast um, at politiski myndugleikin tekur stig til at styrkja nettrygdina í Føroyum. KT-felagið heldur tó, at uppskotið í verandi líki inniheldur fleiri álvarslig og ógreið viðurskifti, sum skulu útgreinast og eftir tørvi tillagast.

Í viðmerkingunum til nettrygdarlógina stendur:
“Til tess at leggja upp fyri áhaldandi váðunum fyri netálopum og ávirkan teirra legði landsstýrið á heysti 2023 fram nettrygdarætlanina, sum hevur til endamáls at skipan eitt hægri nettrygdarstig til tess at verja kjarnutænastur í okkara samfelag.”

Og

“Endamálið við uppskotinum er at tryggja kjarnutænastur, styrkja mótstøðuførið og minka um avleiðingarnar í sambandi við netálop”

Grundleggjandi viðmerking til nettrygdarlógina
Sum sagt er KT-felagið samt í at styrkja nettrygdina í Føroyum.

Tá ið ein slík lóg verður sett í gildi, har ein nettrygdarmyndugleiki sambært uppskotinum fær sera víðar heimildir, uttan at tær verða nóg greitt lýstar í viðmerkingunum til lóggávuna, skapar tað fleiri ógreið viðurskifti. Henda óvissan ger, at fevndar eindir verða ivasamar um, hvat tær ítøkiliga skulu liva upp til, og hvat tær kunnu ábyrgdast fyri, har evsta avleiðing kann merkja fongsulsdóm fyri leiðsluna.

Í tilgongdini hevur KT-felagið víst á, at lóggávan hevði verið munandi greiðari, um í viðmerkingunum varð víst til góðkendar standardir, so sum ISO-standardir. Tað er av stórum týdningi, at fyritøkur hava greiða leiðbeining um, hvussu tær liva upp til ásetingarnar í lóggávuni – og somuleiðis fyri tað eftirlit, sum nettrygdarmyndugleikin skal fremja aftaná.

Tá ið ógreiða er um innihaldið í krøvunum, kann tað hava við sær, at eftirlitsmyndugleikin sjálvur má tulka krøvini. Hetta gevur ein vanda fyri, at myndugleikin – beinleiðis ella óbeinleiðis - átekur sær størri heimildir og ræði, enn ætlanin var við lóggávuni. Somuleiðis er vandi fyri, at eftirlitið, uttan at vilja tað, kemur at seta skeivt fokus, tí stovnurin ikki røkkur øllum førleikaøkjum. Úrslitið verður, at eftirlitsfokus í veruleikanum verður stýrt av teimum førleikum, stovnurin longu hevur – heldur enn av teimum, sum lóggávan hevur.

Samstundis er vandi fyri, at fyritøkur og stovnar – í royndini at liva upp til ógreiðar ásetingar – koma at leggja av stóran dent á sjálva lóggávuna og harvið missa fokus á veruligu nettrygdina.

Orsakað av hesum er stórur vandi fyri dýrtkeyptum feilum longu frá byrjan, og tað tænir als ikki endamálinum við lóggávuni. Við hesum óvissum mæla vit til, at tillagingartíð verður sett inn í lóggávuna, og at tryggjað verður, at ásetingarnar eru væl greinaðar, og at greið leiðbeining er um, hvussu tær skulu stuðla veruligari nettrygd.

Á henda hátt økjast sannlíkindini fyri, at lóggávan røkkur ætlaða endamálinum, og at nettrygdarmyndugleikin ikki fær víðari heimildir, enn ætlað er. Samstundis verður í størri mun tryggjað, at rættartrygdin fær nøktandi rúmd.

Eisini er tað umráðandi, at uppskotið í størri mun tryggjar, at eftirlitsstovnar sum til dømis Landsgrannskoðanin, Dátueftirlitið og Løgtingsins Umboðsmaður fáa møguleika at hava eitt sjálvstøðugt og óheft eftirlit við nettrygdarmyndugleikanum. Hetta er ein grundleggjandi treyt fyri at tryggja rættartrygd.

Tá ið lóggávan eisini gevur heimild til fongsulsrevsing, er tað sera umráðandi, at avgerðir kunnu leggjast fyri dómsvaldið til sjálvstøðuga støðutakan. 

Afturat hesum grundleggjandi og yvirskipaðu sjónarmiðum vil KT-felagið varpa ljós á fýra høvuðspunkt, sum eiga at verða tikin til eftirtektar. Serligt varsemi eigur at verða sýnt ásetingunum um gjøld í §37. 

Tey fýra høvuðspunktini eru:

1.      Gjøld

2.      Rættartrygd og kærumøguleikar

3.      Javnrættindi millum privatar og almennar eindir

4.      Innheintan av upplýsingum

 

1 - Gjøld

Gjøld sambært §37: Ein ógreið og óheft skipan

Ásetingin um gjøld er tann parturin av uppskotinum, sum KT-felagið í størstan mun vil átala. Sambært §37 kann myndugleikin áseta gjøld fyri eftirlit, skoðanir og onnur tiltøk.

Tá ið stovnurin kann fíggja sítt egna virksemi við gjøldum frá teimum eindum, hann hevur eftirlit við, skapast ein skipan, har stovnurin fær beinleiðis fíggjarligan vinning av at fremja fleiri kanningar. Hetta kann undirgrava bæði óheftni og álitið á eftirlitsstovnin og førir við sær ein innbygdan váða fyri áhugamálsstríði.

Óavmarkað fíggjarligt trýst

Uppskotið setur eingi mørk fyri,:

  • hvussu stór gjøldini kunnu vera,
  • hvørjar tænastur gjald kann krevjast fyri,
  • hvussu ofta eftirlit kann setast í verk.

Hetta førir við sær, at kjarnueindir verða standandi við eina óvissa og óavmarkaða fíggjarliga byrðu.

Skeiv kappingarstøða
Tað tykist, at lógaruppskotið leggur upp til, at tað einans eru eindir fevndar av lógini, sum skulu gjalda. Hetta skapar eina ójavna kappingarstøðu millum kjarnueindir og aðrar fyritøkur og økir um reguleringsbyrðuna hjá teimum, sum longu hava stórar kostnaðir til compliance.

Hetta stríðir ímóti grundleggjandi meginreglum um javnbjóðis kapping og um, at áløgd gjøld skulu vera hóskandi og rímilig.

Tørvur á lógarásettum avmarkingum
KT-felagið mælir til, at nettrygdarmyndugleikin í fyrsta lagi verður fíggjaður á fíggjarlógini heldur enn við gjøldum frá vinnuni. Um tað verður mett neyðugt at fíggja Nettrygdarmyndugleikan við brúkaragjøldum, er tað tó avgerandi, at:

  • avmarkingar og greiðar reglur fyri gjøld verða staðfest beinleiðis í lógini,
  • gjøld kunnu mótmælast og kærast,
  • ein óheftur stovnur fær ábyrgd av at eftirkanna og góðkenna gjaldsásetingar.

Hetta er neyðugt fyri at tryggja eina rættvísa og álítandi myndugleikaútinnan.

 

2 - Rættartrygd og kærumøguleikar

Uppskotið leggur upp til bæði mótmæli- og kærumøguleika, sum er eitt framstig. Tó er ikki greitt, um hesin rættur fevnir um allar avgerðir sambært lógini.

KT-felagið heitir tí á, at:

  • øll sløg av avgerðum verða fevnd av kærurættinum,
  • mótmæli og kæra altíð hava steðgandi virknað,
  • rættindini verða týðuliga staðfest í sjálvari lógini og ikki bert í kunngerð,
  • kæruviðgerðin sambært lógini verður løgd til Kærustovnin,
  • §5 verður strikað ella gjølliga endurskoðað. Hetta er millum annað tí, men ikki avmarkað til:
    • Virksemið hjá nettrygdarmyndugleikanum eigur ikki at verða undantikið løgtingslóg um innlit í fyrisitingina í tí breiðu merking, sum uppskotið leggur upp til
    • Óvist er, hvørji atlit aðrir myndugleikar skulu taka sambært ásetingini
    • Landsstýrisfólkið í nettrygdarmálum eigur ikki sjálvt at kunna áseta reglur um, hvussu eftirlit við nettrygdarmyndugleikanum skal fremjast

3 - Javnrættindi millum privatar og almennar eindir

KT-felagið metir, at tað er eitt gott stig, at bæði privatar og almennar eindir verða fevndar av lógini.
Kortini er ógreitt, um almennir stovnar kunnu verða lagdir sekt sambært §44, sum annars loyvir sektum mótvegis privatum eindum, ið bróta reglurnar.

Felagið heitir tí á, at hetta verður greitt staðfest í lógini, so rættartrygdin verður javnstillað fyri allar eindir – almennar eins og privatar. Hetta kann millum annað verða lýst í serligu viðmerkingunum til lógina. 

4 - Heimild til at innheinta upplýsingar (§26)
Heimildin til at innheinta upplýsingar er ógvuliga víðfevnd og loyvir nettrygdarmynduleikanum at savna og viðgera allar upplýsingar hjá øllum eindum í Føroyum.

Hetta setur spurningar um:

  • samsvar við dátuverndarlógina,
  • hvussu dátutrygd verður tryggjað,
  • hvussu stórar dátumongdir verða handfarnar,
  • um stovnurin sjálvur kann gerast eitt veikt punkt.

KT-felagið mælir tí til, at avmarkingar og mannagongdir verða greinaðar og gjøgnumskygdar, so rættartrygd og dátuvernd verða nøktandi tryggjaðar.

Onnur viðurskiftir
Útyvir omanfyrinevndu høvuðspunktini hevur KT-felagið eisini aðrar viðmerkingar. 

Trygdargóðkenningar (§9)
Uppskotið tilskilar, at útgerð, fólk og veitarar kunnu verða kravd at hava trygdargóðkenning.
Tó er ikki greitt:

  • hvørjar góðkenningar verða brúktar,
  • hvør myndugleiki fer at standa fyri góðkenningunum,
  • hvussu góðkenningarnar samsvara við altjóða standardum.

Hetta skapar óvissu hjá vinnuni og eigur at verða útgreinað.

Forboð fyri útgerð (§15)
Tað er ógreitt, hvussu stovnurin skal handfara forboð fyri útgerð, sum longu er í nýtslu.
Millum annað manglar:

  • greiðar freistir,
  • reglur fyri kostnaðarbýti,
  • yvirlit yvir góðkenda útgerð ella veitarar.

Dátustriking og varðveitsla (§35 stk. 4)
Møguleikin at leingja freistina fyri striking av upplýsingum er ógreiður, og óvissa er um, hvussu Nettrygdarlógin skal tulkast í mun til dátuverndarlógina. KT-felagið mælir tí til, at hetta verður nágreinað, so borgarar og eindir hava greiða vitan um, hvat verður gjørt við teirra dátur.

Niðurstøða
KT-felagið fegnast um, at arbeitt verður fyri at styrkja nettrygdina í Føroyum. Tó er týdningarmikið, at ein nettrygdarlóg ikki elvir til størri skaða enn gagn. Tí er avgerandi, at ein tillagingartíð verður innførd, so ásetingarnar í lóggávuni vera greiðari – og so arbeiðið kann havast við betri fokus á veruliga nettrygd, rættvísar og hóskandi heimildir hjá eftirlitsmyndugleikanun og tryggjaða rættartrygd fyri allar partar.

Tað er umráðandi, at nettrygdarmyndugleikin, sum skal verja føroyska samfelagið ímóti netálopum, verður fíggjaður umvegis fíggjarlógina heldur enn við skipanum, sum kunnu skeikla kappingina í ymisku vinnugreinunum. KT-felagið metir, at ásetingarnar um gjøld í §37 eru so víðfevndar og ógreitt orðaðar, at tær kunnu skaða bæði vinnu, stovnar og sjálvt álitið á nettrygdarmyndugleikan.

Tað er umráðandi, at uppskotið tryggjar, at eftirlitsstovnar sum Landsgrannskoðanin, Dátueftirlitið og Løgtingsins Umboðsmaður fáa møguleika at hava sjálvstøðugt eftirlit við nettrygdarmyndugleikanum. Hetta er ein grundleggjandi treyt fyri at tryggja rættartrygdina. Eisini er týdningarmikið, at avgerðir kunnu leggjast fyri dómsvaldið, serliga tí revsitiltøkini í lógini eru rættiliga víðfevnd.

KT-felagið er til reiðar at taka lut í víðari arbeiðinum við at tillaga lógina, so hon gerst eitt haldbart og framtíðartrygt grundarlag undir føroysku nettrygdini.

Les uppskotið her