Uppskot til løgtingslóg um økisnøvn til hoyringar

26. januar. 2021 | Hoyringssvar

Uppskot til løgtingslóg um økisnøvn

Svar frá KT-felagnum

Økisnavnalóggávan er komin til hoyringar hjá KT-felagnum. Felagið hevur viðgjørt lógaruppskotið og tekur sum útgangsstøði undir við uppskotinum.

KT-felagið fegnast um, at navnaøkið nú verður lagt í fasta legu og verður lagt undir eitt eftirlit, sum kann fylgja upp uppá eitt hvørt.

KT-felagið undraðist tó á, at frágreiðingin til lógaruppskotið viðgerð umsitingina av FO-ráðnum, sum um at vinnan tekur sær av økinum. Tað er ikki rætt. KT-felagið tilmælir nevndarlimir, sum Landsstýrismaðurin setir. Vinnumálaráðið eigur ábyrgdina av økið.

Tað er tí eitt framstig fyri trygdina á økinum, at FO-ráði nú fær eitt eftirlit at vísa til.

Svar frá Samskifti

Felagið Samskifti hevur viðgjørt uppskotið til løgtingslóg um økisnøvn á internetinum.

Felagið Samskifti skilur ikki heilt hvat endamálið við lóggávuni er. Í dag hava vit FO-ráðið, sum tekur sær av umsitingini. Lógin leggur upp til, at økið skal kunna bjóðast út, men ikki við vinningi fyri eyga. Tað tykist heilt óneyðugt at bjóða økið út. Eisini leggur lógin upp til, at mann hevur eftirlit við umsitaranum. Tað átti at verið nóg mikið við eftirlitinum. Tá stendur FO-ráðið til svars fyri økinum og má tryggja tryggan og sunnan rakstur.

Tað tykist sum, at lóggávan leggur upp til, at økið skal privatiserast, men samstundis verður í lógini ásett at umsitingin av økisnøvnum á internetinum ikki má fara fram við vinningi fyri eyga. Hvussu skal mann gera íløgur í eitt nú trygd, um mann ikki skal tjena pening? Umsitingin má hava umstøður at gera alneyðugar íløgur, serliga í trygd. Men tað, sum er avgerandi er, at prísurin fyri veitingar er støðugur, heldur enn at umsitingin má seta prísin upp, hvørja ferð ein íløga skal gerast.

Viðvíkjandi møguligum útboðið av umsitingini av navnaøkið metir Samskifti, at tað er betur at hava FO-ráðið, at umsita økið, heldur enn at fólk í vinnugreinini møguliga skulu sita og umsita onnur í vinnuni.

Av serstøkum viðmerkingum heldur felagið Samskifti:

Viðvíkjandi kapittul 4.

Samskifti metir, at tað átti at verið munandi betur allýst, hvat góður økisnavnasiður er. Hetta lógarøkið er vælkent í grannalondunum og tí átti tað at borið til at funnið íblástur til allýsingar. Felagið heldur ikki, at tað er rætt at bíða eftir, at rættarskipanin skapar siðvenju á økinum.

Viðvíkjandi kapittul 3, stk. 6.

Tað átti at verið nærri greina, hvør situr sum umsitari. Eitt nú hevur felagið Samskiftið eftirlýst høvi at innstilla ein nevndarlim í FO-ráðið við tí servitan innan økisnøvn á internetinum, sum er hjá limafyritøkum.