Uppskot til løgtingslóg um pant á íløtum og uppskot til kunngerð um pant á íløtum til drykkjuvørur og matvørur

07. oktober. 2022 | Hoyringssvar

Vinnuhúsið hevur fingið til hoyringar uppskot til løgtingslóg um pant á íløtum og uppskot til kunngerð um pant á íløtum til drykkjuvørur og matvørur.

Handilsvinnufelagið hevur soljóðandi viðmerkingar:

Handilsvinnufelagið hevur í fleiri ár ynskt eina nýggja føroyska pantskipan, sum ger tað smidligari fyri brúkarar og vinnu at avgreiða pantíløt, men hetta uppskotið ger tað ikki smidligari og loysir ongar trupulleikar fyri handilsvinnuna, heldur tvørturímóti.

Við hesum uppskotinum áleggur politiska skipanin handlunum at taka ímóti øllum pantíløtum og letur síðan allar trupulleikarnar og ósvaraðu spurningunum yvir til handlarnar sjálvar at taka sær av og loysa, t.d. pláss og hølisviðurskifti, handfaringina av íløtunum, eyka lønarútreiðslur, umsitingargjøld, heintan av íløtum o.s.fr.

Harumframt er ætlanin at víðka skipanina til at fevna um enn fleiri íløt til handilsvinnuna at taka sær av. Avleiðingin av hesum verður, at miðalstórir og smærri handlar kring alt landið, sum frá líður verða noyddir at snara lykilin um, tí teir fara ikki at megna at reka handilsvirksemi undir hesi skipanina, ið politiska skipanin kroystir oman yvir teir.

Um vit samanbera føroysku og donsku skipanina við einnýtisíløtum, soleiðis sum tær virka í dag, so eru skipanirnar meinlíkar framman fyri diskin. Føroysku og donsku handlarnir hava skyldu at taka ímóti teimum pantíløtum, teir sjálvir selja.

Aftan fyri diskin er stórur munur á føroysku og donsku skipanina. Í Danmark tekur Dansk Retursystem sær av handfaringini av einnýtisíløtunum aftan fyri diskin, soleiðis at íløtini fara har tey skulu í endurnýtslu ringrásini.

Í Føroyum skulu einstøku handlarnir sjálvir taka sær av øllum, sum fer fram aftan fyri diskin viðvíkjandi einnýtisíløtunum. Í Føroyum sortera einstøku handlarnir einnýtisíløt upp í 18 ymiskar posar, sum einstøku handlarnir sjálvir skulu levera aftur til 18 ymiskar veitarar. Hetta krevur bæði nógva orku og nógv pláss. Harumframt er sorteringin so mikið torskild og fløkjaslig, at tað ikki er ein og hvør, sum kann vera settur til hesa uppgávuna.

Eftir at veitararnir (føroysku heilsølurnar) hava fingið posarnar við tómu íløtunum aftur frá einstøku handlunum, skulu heilsølurnar senda íløtuni aftur til framleiðaran til endaliga burturbeining og endurvinning. Hetta verður m.a. gjørt við at sigla tómar plastfløskur í stórum bingjum aftur til Danmarkar at verða kroystar.

Í uppskotinum verður lagt upp til, at smærri handlar, sum ikki seta seg føran fyri at taka ímóti øllum pantíløtum, kunnu gera avtalu við størri handil, um at taka ímóti sínum pantíløtum. Við hesi ásetingini skundar politiska skipanin undir tilgongdina at stongja miðalstórar og smærri handlar kring landið, tí ein handil fer ongantíð sjálvboðin at venda kundum sínum í hurðini og vísa teimum til ein kappingarneyta.

Tað er eisini ein mótsøgn í uppskotinum, at tað ikki skal gerast truplari fyri kundan, um hann verður vístur aðrastaðni við sínum pantíløtum. Hetta verður truplari fyri allar kundar uttanfyri høvuðsstaðarøkið.

Tað verður ikki skrásett í verandi strikuskipan, hvar pantílatið kemur frá og hvør hevur selt pantílatið. Hetta er ein stór avbjóðing við sokallaðum paralell innflutningi, har tað eru fleiri innflytarar av somu vøru, og verður verandi skipan víðkað til at fevna um fleiri íløt, so verður reint kaos við sortering av paralell innfluttum vørum. Handilsvinnan veit ikki, hvussu hetta kann loysast.

Í uppskotinum stendur, at uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna. Hetta má vera ein misskiljing. Handlar fara við hesum uppskotinum at verða noyddir at gera stórar íløgur í útbúnað, maskinur og hølir umframt rakstrarútreiðslur til umsiting, heinting, flutning o.s.fr.

At enda skal viðmerkjast, at Handilsvinnufelagið hevur havt tvey umboð í einum arbeiðsbólki við tilsamans nýggju umboðum í sambandi við tilgongdina at fyrireika eina nýggja pantskipan á einnýtisíløt. Arbeiðsbólkurin skuldi svara nøkrum spurningum frá landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum. Arbeiðsbólkurin skuldi ikki gera nakað tilmæli, men Handisvinnufelagið sær ikki handilsvinnuna aftur í hesum uppskotinum yvirhøvur.

Handilsvinnufelagið fer tí staðiliga at mæla frá, at hetta uppskotið verður lagt fyri Løgtingið í verandi líki.

Handvilsvinnufelagið mælir til, at Umhvørvis- og vinnumálaráðið fyrst finnur fram til ein loysn við Dansk Retursystem, umvegis danska Umhvørvismálaráðið, soleiðis at ein loysn kann finnast á føroysku innsavningar og sorteringsskipanini, har vit ikki lata út óneyðugt CO2 við at sigla tómar plastfløskur til Danmarkar at verða kroystar til endurnýtslu.

Henda avbjóðingin má loysast, áðrenn lógaruppskot verður lagt fyri løgtingið, um eina nýggja føroyska pantskipan á einnýtisíløt.

Tórshavn hin 7. oktober 2022

Handilsvinnufelagið