Føroya Arbeiðsgevarafelag takkar fyri høvið at viðmerkja uppskotið og hevur niðanfyristandandi viðmerkingar.
Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við, at karmarnir fyri stutttíðarleigu verða skipaðir, men heldur tørv vera á broytingum í lógaruppskotinum.
Endamálið við lógaruppskotinum er at geva kommununum heimild til at gera reglur, sum kunnu avmarka stutttíðarleiguvirksemi.
Í viðmerkingunum til uppskotið stendur skrivað, at avbjóðingarnar við stutttíðarleigu eru ikki tær somu um alt landið og at viðurskiftini eru ymisk, alt eftir hvørjum øki í landinum, talan er um.
Við uppskotinum er tað frítt hjá kommununum at áseta reglur fyri, hvussu nógvar dagar leigað kann verða út til stutttíðarleigu, tvs. at tað er einki krav í uppskotinum til kommunurnar um at seta reglur í gildi og einki evsta mark er sett fyri dagatali til stutttíðarleigu.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at uppskotið átti at regulerað hesi viðurskifti beinleiðis, og at tað so heldur hevði verið gjørligt hjá kommunum at søkt um undantøk, um serligar umstøður gera seg galdandi í einstøkum kommunum.
Um hildið verður fast við, at tað eru kommunurnar sjálvar, sum seta reglur um stutttíðarleigu í gildi, eigur skipanin at verða eftirmett 1-2 ár aftaná gildiskomudagin, fyri at meta um virknaðin av lógini.
Krav um skráseting
Tað eigur at vera krav um at skráseta bústaðir, sum ætlanin er at nýta til stutttíðarleigu. Tvs. at allir bústaðir sum verða leigaðir út til stutttíðarleigu skulu skrásetast í eina felagsskrá, uttan mun til um kommunan ásetir reglur fyri stutttíðarleigu ella ikki.
Hetta kann gerast í eini online-skipan, og krav eigur at vera, at skrásetingarnummarið skal upplýsast, tá ið stutttíðarleiga verður boðin fram.
Endamálið er, at tað almenna lættari kann hava yvirlit yvir marknaðin fyri stutttíðarleigu - serliga fyri at tryggja, at rættur skattur og røtt avgjøld verða goldin, so tað ikki virkar kappingaravlagandi.
Á henda hátt verður eisini tryggjað, at øll gistingarhús hava somu treytir, tá ið tað kemur til upplýsingarskyldu til Hagstovu Føroya og lógarkravið um burðardygdargjaldið.
Um hildið verður fast við, at kommunurnar sjálvar skulu føra eina skrá, eigur tað at vera krav, at tey sum ætla at stutttíðarleiga hava skyldu til at fráboða kommununa um bústaðin, sum ætlanin er at stutttíðarútleiga.
Tað verður umsitingarliga tungt, um kommunur skulu fáa til vega neyðugar upplýsingar frá almennum stovnum, streymveitarum, tryggingarfyritøkum o.tíl., sambært stk. 1, verður krav sett til útleigaran um at skráseta bústaðin í eini online-skipan og fáa hann góðkendan til stutttíðarleigu.
Við hesum verður tað munandi lættari at hava yvirlit yvir marknaðin fyri stutttíðarleigu.
Bústaður, har útleigari hevur sín fasta bústað, eigur at nágreinast
Í grein 1 verður ásett, at lógin fevnir um stutttíðarleigu av húsum, íbúðum og øðrum sjálvstøðugum bústøðum, undantikið bústaðir har útleigari hevur sín fasta bústað sambært fólkayvirlitinum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað í lógartekstinum eigur at verða nágreinað, hvørt lógin fevnir um sjálvstøðuga íbúð í kjallaranum á húsinum, har útleigarin hevur sín fasta bústað.