Uppskot til Løgtingslóg um stutttíðarleigu

Hoyringarsvar frá Ferðavinnufelagnum

Ferðavinnufelagið 04. februar. 2026 | Hoyringssvar

Ferðavinnufelagið takkar fyri høvið at viðmerkja uppskotið og hevur niðanfyristandandi viðmerkingar.

Yvirskipað tekur Ferðavinnufelagið undir við uppskotinum. Felagið fegnast um, at stutttíðarleiga verður sett á breddan. Tað er skilagott, at reglur verða settar, so karmarnir fyri stutttíðarleigu verða skipaðir.

Felagið hevur limir kring alt landið, sum reka gistingarvirksemi, og felagið hevur áður víst á, at stutttíðarleiga í dag er ein óskipaður marknaður, sum eigur at virka undir somu treytum sum gistingarhús.

Uppskotið skipar ikki karmar fyri javnari kapping
Í viðmerkingunum til orsøkir til uppskotið stendur m.a. skrivað, at:

“Stutttíðarleiga virkar lið um lið við gistingarhúsvinnuna, og tí er eisini viðkomandi at meta um, hvørt kappingin er jøvn millum tey, sum veita gisting til ferðafólk. Tørvur er tískil á at skipa karmar um hetta virksemið.”

Hesum tekur Ferðavinnufelagið undir við, men felagið metir ikki, at lógaruppskotið í verandi líki er nóg mikið til at tryggja javnari kapping millum gistingarhús og stutttíðarleigu. Hetta samsvarar heldur ikki endamálið við uppskotinum, sum er at “...geva kommununum heimild til at gera reglur, sum kunnu avmarka stutttíðarleiguvirksemi”.

Ferðavinnufelagið heldur tí, at ein skrásetingarskipan eigur at vera ein grundleggjandi partur av lóggávuni, um endamálið um javnari kapping skal røkkast í praksis. Tað eigur í minsta lagi at verða sett krav um, at bústaðir, sum ætlanin er at leiga út til stutttíðarleigu, skulu skrásetast í eina skipan.

Krav um skráseting
Tað eigur at vera krav um at skráseta bústaðir, sum ætlanin er at nýta til stuttíðarleigu. Tvs. at allir bústaðir sum verða leigaðir út til stutttíðarleigu skulu skrásetast í eina felagsskrá, uttan mun til um kommunan ásetir reglur fyri stutttíðarleigu ella ikki.

Hetta kann gerast í eini online-skipan, og krav eigur at vera, at skrásetingarnummarið skal upplýsast, tá ið stuttíðarleiga verður boðin fram.

Endamálið er, at tað almenna lættari kann hava yvirlit yvir marknaðin fyri stuttíðarleigu - serliga fyri at tryggja, at rættur skattur og røtt avgjøld verða goldin, so tað ikki virkar kappingaravlagandi.

Á henda hátt verður eisini tryggjað, at øll gistingarhús hava somu treytir, tá ið tað kemur til upplýsingarskyldu til Hagstovu Føroya og lógarkravið um burðardyggagjaldið.

Torført hjá kommunum at hava eftirlitið
Tað er lítil ivi um, at tað verður torført hjá kommunum at hava eftirlit við, at dagatalsmarkið, um kommunarnar velja at áseta eitt dagatalsmark, verður hildið, soleiðis sum uppskotið fyriliggur.

Tí er tað týdningarmikið, at kommunurnar fáa atgongd til neyðugar upplýsingar gjøgnum eina skipan, sum ger tað gjørligt at hava eitt virkið eftirlit.

Ferðavinnufelagið vil tí heldur mæla til, at í staðin fyri at kommunur skulu fáa til vega neyðugar upplýsingar frá almennum stovnum, streymveitarum, tryggingarfyritøkum o.tíl., sambært stk. 1, verður krav sett til útleigaran um at skráseta bústaðin í eini online-skipan og fáa hann góðkendan til
stutttíðarleigu.

Við hesum verður tað munandi lættari at hava yvirlit yvir marknaðin fyri stutttíðarleigu.

Ógreitt hvussu uppskotið tryggjar hvussu kommunurnar áseta reglurnar
Endamálið við lógaruppskotinum er at geva kommununum heimild til at gera reglur, sum kunnu avmarka stutttíðarleiguvirksemi.

Í viðmerkingunum til uppskotið stendur skrivað, at avbjóðingarnar við stutttíðarleigu ikki eru tær somu um alt landið, og at viðurskiftini eru ymisk, alt eftir hvørjum øki í landinum talan er um.

Við uppskotinum er tað frítt hjá kommununum at áseta reglur fyri, hvussu nógvar dagar leigað kann verða út til stutttíðarleigu, tvs. at tað er einki krav í uppskotinum til kommunurnar um at seta reglur í gildi og einki evsta mark er sett fyri dagatali til stutttíðarleigu.

Ferðavinnufelagið heldur, at uppskotið í verandi líki kann elva til keðiligar ella í øðrum føri ongar avleiðingar, tí við uppskotinum verður ikki tryggjað, at reglur ella avmarkingar verða settar í gildi á
økjum, har bústaðaravbjóðingar eru. Men við uppskotinum er tað upp til kommunurnar (frívilligt) at regulera - ella ikki regulera - marknaðin.

Bústaður, har útleigari hevur sín fasta bústað, eigur at nágreinast
Í grein 1 verður ásett, at lógin fevnir um stutttíðarleigu av húsum, íbúðum og øðrum sjálvstøðugum bústøðum, undantikið bústaðir har útleigari hevur sín fasta bústað sambært fólkayvirlitinum.

Ferðavinnufelagið heldur, at tað í lógartekstinum eigur at verða nágreinað, at lógin ikki fevnir um eitt nú íbúð í kjallaranum, um tað er hetta, sum er ætlanin.

Les uppskotið her