Uppskot til løgtingslóg um talgilt samleikakort

20. februar. 2023 | Hoyringssvar

Feløgini í Vinnuhúsinum hava havt uppskotið um Løgtingslóg um talgilt samleikakort til hoyringar.

Feløgini takka fyri høvið at viðgera uppskotið og taka undir við uppskotinum.

KT-felagið hevur tó ta viðmerking, at nú er tíðin búgvin at leysgeva P-talið, soleiðis at tað kann leinkjast upp ímóti skipanum. Á tann hátt hevði privata vinnan betri kunna ment skipanir, sum krevja samleikaeyðmerking.

KT-felagið hevur fyrr víst á, at leysgeving av P-talinum hevði elvt til stóran framburð í talgildu menningini. P-talið er eyðmerkingin av einstaklinginum. Tað er eingin orskøk at bert summir stovnar skulu hava atgongd til hetta.