Uppskot til løgtingslóg um veðurlagslóg

Hoyringssvar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag og Varandi Vinnu

Føroya Arbeiðsgevarafelag 28. oktober. 2025 | Hoyringssvar

Víst verður til uppskot til Veðurlagslóg har Føroya Arbeiðsgevarafelag og netverkið Varandi Vinna hava hesar viðmerkingar:

Yvirskipað
Yvirskipað er gott at landið setur sær framsøkin mál fyri at minka um útlátið og fremja orkuskiftið. At tryggja vinnuni atgongd til bíliga og varandi elorku er avgerandi fyri føroyska kappingarførið.

At áseta mál í lóg
Málið um netto-null útlát í 2050 er í samsvari við Paríssáttmálan, sum Føroyar hava tikið undir við og samsvarar eisini við tey mál, ið grannalond okkara hava sett sær.

Føroyar hava áður við løgtingssamtykt sett ítøkilig mál um at minka útlátið av vakstrarhúsgassi. Fyrst í Veðurlagspolitikki Føroya 2020–2030, har ásett var at útlátið á landi skuldi lækka 45% frá 2010 til 2030 og at útlátið á sjógvi skuldi lækka 50% frá 2008 til 2050. Í galdandi Orku- og veðurlagspolitikki 2021–2030 varð nýtt mál sett um at lækka samlaða útlátið við 30% frá 2020 til 2030. Tó at fleiri framsøkin mál eru sett, sæst lítið frambrot og orkuskiftið tykist standast í stað

Føroya Arbeiðsgevarafelag og netverkið Varandi Vinna seta tí náttúrliga spurnartekn við, um tað ger nakran mun, at málið er ásett í lóg ella ikki. Í almennu viðmerkingum til Veðurlagslógina stendur at “Mett verður, at ein veðurlagslóg leggur størri bindingar á politisku skipanina, enn politiskar samtyktir av øðrum slagi. Orsøkin er, at lógir eru løgfrøðiliga bindandi”. Tó er framvegis einans politiskt ábyrgd galdandi, um ásetingarnar í lógini ikki verða hildnar – eins og støðan longu er í dag. Landsstýrisfólkið hevur einans avmarkaða heimild, sum fevnir um at tilnevna tríggir limir til Veðurlagsráðið.

Virkisætlanir
Fyri at røkka málinum um netto null útlát í 2050 skulu tíðarfestar virkisætlanir gerast fimta hvørt ár. Hesar skulu hava ítøkilig átøk til at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi komandi 10 árini.

Fyrst og fremst er tað jaligt, at § 4, stk. 2, ásetur, at landsstýrisfólkið skal ráðføra seg við týðandi áhugapartar, hvørja ferð ein virkisætlan verður dagførd. Føroya Arbeiðsgevarafelag og netverkið Varandi Vinna vilja í hesum sambandi leggja dent á, at vinnan, sum størsti orkubrúkari í landinum, er ein av teimum mest týðandi áhugapørtunum og eigur tí altíð at verða partur av slíkari ráðføring.

Virkisætlanir eru ikki ókendar á orkuøkinum, har bæði Orku- og veðurlagspolitikkurin og Útbyggingarætlanin eru dømi um verandi arbeiði. Royndir higartil hava víst, at fyri at átøkini veruliga skulu flyta orkuskiftið, er tað týdningarmikið, at arbeiðið verður væl skipað og at ábyrgd, uppfylging og eftirmeting eru týðiliga ásett.

At 18 av teimum 25 átøkum í Orku- og veðurlagspolitikkinum formelt sæð eru sett í gongd tryggjar ikki í sjálvum sær, at tey flyta orkuskiftið frameftir. Tað er tí av stórum týdningi, at úrslit av átøkunum verða regluliga eftirmett og tillagað – eisini eftir at tey eru formliga avgreidd frá viðkomandi myndugleika. Tí fegnast Føroya Arbeiðgevarafelag og netverkið Varandi Vinna um at hóast virkisætlanirnar fevna um 10 ár so verða tær í minsta lagi eftirmettar fimta hvørt ár. Afturat hesum mæla vit til, at regluligar frágreiðingar verða gjørdar, sum meta um gongina og um settu átøkini fremja orkuskiftið. Hesar frágreiðingar eiga at verða viðgjørdar í einum aðalorðaskifti í Løgtinginum, sum kann liggja til grundarlag fyri arbeiðið við næstu virkisætlan.

Í § 3, stk. 2, er ásett at virkisætlanir og deilmál skulu gerast alsamt meira framsøkin fimta hvørt ár. Føroya Arbeiðsgevarafelag og netverkið Varandi Vinna vilja undirstrika, at deilmálini mugu setast út frá einum fakliga sterkum grundarlagi, sum tryggjar eitt skynsamt og effektivt orkuskifti. Hetta merkir, at vit fyrst og fremst mugu raðfesta átøkini, sum geva størstan virknað í mun til kostnaðin, t.e. átøk, har vit fáa størstu útlátsminking fyri hvørja krónu.

Veðurlagsráðið
Sambært §5 skal skipast eitt óheft Veðurlagsráð, sum bæði skal gera tilmæli um átøk og varskógva landsstýrið um átøk ikki hóska ella røkka. Endamálið við Veðurlagsráðnum er at tryggja landsstýrisfólkinum og politisku skipanini í síni heild eitt breitt upplýsingargrundarlag at avgera, hvørji veðurlagspolitisk átøk eru skilabest og mest skynsom at fremja í verki til ymiska tíðir.

Í § 5 er eisini ásett at Veðurlagsráðið skal luttaka í almennum kjaki og varpa ljós á veðurlags-broytingar. Føroya Arbeiðsgevarafelag og netverkið Varandi Vinna meta ikki at nøkur haldgóð grundgeving er fyri at leggja hesa uppgávu til eitt Veðurlagsráð. Uppgávan verður longu røkt av m.a. Umhvørvisstovuni, granskingarstovnum, Setrinum, fólka- og miðnámsskúlum, sjálvbodnum felagsskapum og privatu vinnuni. Um veðurlagsbroytingar og orkuátøk skulu fáa størri fokus í almenna rúminum, eigur dentur heldur at leggjast á at styrkja verandi aktørar og at skapa virkin forum har hesi evni kunnu fáa konstruktiva umrøðu.

Sambært viðmerkingunum til lógina er Veðurlagsráðið ikki eitt fyrisitingarligt stjórnarráð, men eitt ráð við trimum serfrøðingum við hollum førleikum innan veðurlagsøkið, ið koma við tilmælum til politisku skipanina. Arbeiðsorkan hjá Veðurlagsráðnum er avmarkað tá føstu útreiðslurnar eru umleið 300.000 krónur árliga.

Føroya Arbeiðsgevarafelag og netverkið Varandi Vinna vilja vísa á, at orkuskiftið er ein stór og samansett uppgáva, sum krevur samstarv millum allar partar. Fyri at fáa meira ferð á orkuskiftinum er neyðugt við eini samanhangandi leiðslu, sum hevur tamarhald á heildarætlanini og sum hevur fíggjarligt rásarúm, fakligan og strategiskan førleika og heimildir at røkka settu málunum. Føroya Arbeiðsgevarafelag og netverkið Varandi Vinna meta tí ikki, at tað er ein góð loysn at stovna eitt Veðurlagsráð við avmarkaðari arbeiðsorku, sum bert hevur eina funktión at koma við tilmælum til virkisætlanirnar.

Átøkini í virkisætlanunum snúgva seg yvirskipað um at skapa góðar karmar, ið eggja til at leggja um frá olju til el, framleiða varandi elorku og grøn brennievni, og at arbeiða við orkusparing og orkueffektivisering. Tá hesi átøk skulu raðfestast ber til at nýta nøkur av teimum strategisku amboðum, sum vinnan longu nýtir í dag t.d. CO2-roknskap og umleggingarætlanir (climate transition plans). Um ivamál stinga seg upp, er hópin av privatum ráðgevum og serfrøðingum, ið kunnu veita hjálp.

Føroya Arbeiðsgevarafelag og netverkið Varandi Vinna mæla tí til at strika §5 og í staðin leggja dent á at styrkja ein sterkan og virknan orkumyndugleika. Avvarandi landsstýrisfólk hevur evstu ábyrgd av at fremja orkuskiftið. Skal hetta gerast skynsamt og skjótast gjørligt, er neyðugt, at orkumyndugleikin hevur neyðuga vitan og neyðug amboð til at tryggja góðar umstøður og karmar fyri orkuskiftið. Orkumyndugleikin kann, í sambandi við Veðurlagslógina, seta ein arbeiðsbólk við umboðum frá teimum partum, ið mynda orkuskiftið. Hesi kunnu hava yvirskipaðu verkætlanarleiðsluna av virkisætlanini.

Í mun til útlát frá skipaferðslu verður víst til hoyringssvarið frá Reiðarafelagnum fyri handilsskip.

Hoyringarskriv

Uppskot til II um veðurlagslóg