Uppskot til løgtingslóg um veðurlagslóg

Hoyringarsvar frá Reiðarafelagnum fyri Handilsskip

Reiðarafelagið fyri Handilsskip 28. oktober. 2025 | Hoyringssvar

Reiðarafelagið fyri handilsskip tekur yvirskipað undir við, at landið setur sær framsøkin mál fyri at minka um útlátið og fyri at fremja orkuskiftið.

Hvat altjóða skipaferðslu viðvíkur hevur tað týdning, at tað ikki verða settar nationalar ella regionalar serreglur í gildi á umhvørvisøkinum, men at hendan vinnan verður regulerað við støði i teimum reglum, sum heimsins land semjast um í International Maritime Organisation (IMO).

Shippingvinnan er ein altjóða vinna, og heimsins lond eru samd um, at tað hevur stóran týdning fyri kappingarføri, at londini i IMO semjast um ta umhvørvislóggávu, sum skal setast í gildi fyri skip.

IMO (MEPC) hevur sett sum mál, at tað skal vera netto null útlát í 2050, men tingingarnar um hesa altjóða lóggávuna, Net Zero Framework, eru enn ikki komnar í mál.

Viðmerkingar til ítøkiliga innihaldið í uppskotinum

  • Á s. 13 í viðmerkingunum sendur: "Sostatt verður altjóða skipaferðsla regulera av IMO í verðurlagshøpi og ikki av Veðurlagssáttmálanum og Parísavtaluni hjá ST. Ti er týðandi fyri Føroyar at fylgja og dagføra útlátskrøvini til skip samsvarandi krøvunum frá IMO".
    Reiðarafelagið fyri handilsskip ynskir at undirstrika, at vit í Føroyum eiga at halda okkum til IMO krøv og ikki áseta serstøk national krøv.
  • Tað er ikki ásett i lógini, at handilsskip ikki eru fevnd av veðurlagslógini, men stendur hinvegin í viðmerkingunum til lógina. Mælt verður til, at tað staðiliga verður ásett í lógartekstinum, so ongin ivi eru um hetta.
  • Um eitt Veðurlagsráð verður skipað eigur tað at vera púra greitt fyri ráðnum og øðrum myndugleikum, at krøvini til handilsskip skulu fylgja IMO-krøvum, og ikki serlóggávu.

Annað
At røkka málunum á veðurlagsøkinum, herundir at fremja grøna orkuskiftið, krevur nógv av bæði tí almenna og av vinnulívinum. Skipaferðslan skal leggja um til annað brennievni, og eitt undirstøðkervi má gerast í londunum i heiminum, so grønt brennievni kann fáast til kappingarførar prísir. Stór tøk skulu takast fíggjarliga og innan menning av nýggjum tøkniligum loysnum i sambandi við fyrireikingunum til ta grønu framtíðina, og her er langt eftir á mál.

Reiðarafelagið fyri handilsskip skal vísa á landsstreym sum eitt dømi um eitt átak her í Føroyum, ið er við til at minka um útlátið frá skipum. Stuðul á 2 mio. er á figgjarlógini fyri 2025, men hetta
er ein litil upphædd samanborið við tær stóru iløgur, ið skulu gerast. Í fíggjarlógaruppskotinum, sum er til viðgerðar í Løgtinginum í løtuni, verður lagt upp til eina hækking av stuðulsjáttanini til 4 mio. í 2026 og til 5 mio. í 2027. Landsstreymur er við til at minka munandi um útlátið frá bæði handils- og fiskiskipum, sum liggja við bryggju í Føroyum, og tí verður tikið undir við hesum átakinum.

Víst verður annars til viðmerkingarnar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag til uppskotið.

Hoyringarskriv

Uppskot til II um veðurlagslóg