Vinnuhúsið takkar fyri møguleikan at viðmerkja uppskotið.
Vit fegnast um, at uppskotið - um enn bert partvíst - fer aftur til skipanina, har útreiðslur til framleiðslu av journalistiskum tilfari vera grundarlagið fyri miðlastuðlinum (§ 3). Tað er eitt stig á rættari leið, tí slíkt styrkir teir miðlar, sum hava veruliga journalistiska framleiðslu og starvsfólk
Tó vilja vit ávara móti ætlanini um at gera ein skipan við íverksetarastuðli til nýggjar miðlar (§ 5–6). Við hesi skipan verður landið sjálvt partur í at byggja upp nýggjar miðlar at kappast við teir verandi, sum longu hava truplar rakstrartreytir.
Hetta er í stríð við endamálið í § 1, har sagt verður, at skipanin skal styrkja miðlalandslagið og gera umstøðurnar hjá privatu miðlunum betri. At geva almennan íverksetarastuðul til nýggjar miðlar er í verki at skeikla kappingina millum nýggjar og verandi privatar miðlar á einum marknaði, sum longu er hart trýstur fíggjarliga.
Vit mæla tí til at strika § 5-6 í uppskotinum. Nýggir miðlar eiga at klára seg eftir somu fortreytum sum verandi miðlar.
Í uppskotinum verður stuðul til talgildar og prentaðar miðlar javnsettur. Hóast tað kann geva góða meining at hava eina tøknineutrala stuðulsskipan, skulu vit vísa á, at útreiðslurnar til prentaðar miðlar eru væl hægri enn hjá talgildum. Ein felags stuðulsskipan fer neyvan at venda verandi gongd við færri prentaðum miðlum og minkandi títtleika á útgávunum.
Við atliti at teimum kappingarspurningum, sum kunnu standast av almennum stuðli til nýggjar miðlar, verður mælt til, at uppskotið eisini verður lagt fyri Kappingarráðið til viðmerkingar. Tað kann tryggja, at skipanin verður grundað á kappingarføri og javnbjóðis treytir millum verandi og nýggjar miðlar.
Vinnuhúsið hevur ikki fleiri viðmerkingar til uppskotið.