Ferðavinnufelagið takkar fyri høvið at viðmerkja uppskotið og hevur niðanfyristandandi viðmerkingar.
Ferðavinnufelagið tekur undir við, at skipanin verður lættari at umsita við at strika markið upp á 200 kr. fyri burðardygdargjaldið. Tískil tekur felagið undir við uppskotinum.
Burðardygdargjaldið eigur at krevjast inn online umvegis talgilda skipan
Felagið heldur, at skipanin til innkrevjingina av burðardygdargjaldinum eigur at lættast um enn meira. Ferðavinnufelagið vil tí vísa á, at umsitingin lættliga kann lættast munandi við at krevja gjaldið online umvegis eina talgilda skipan, har gjaldið verður rindað og avroknað av ferðandi.
Við einari loysn sum hesa kemur peningurin inn beinanvegin. Sum nú er fær landið ikki peningin inn fyrr enn í mai næsta ár.
Í dag skal tann, sum krevur inn burðardygdargjaldið, lata TAKS uppgerð yvir upphæddina, sum er kravd inn undanfarna ár. Hetta ger viðkomandi umvegis talgildu sjálvavgreiðslurnar hjá TAKS. Freistin at gjaldið burðardygdargjaldið er í seinasta lagi 20. mánaðin eftir endan av freistini, sum sjálvuppgávan skal latast TAKS. Hetta merkir, at landið ikki fær peningin fyrr enn árið eftir, at gjaldið er kravt inn.
Ferðavinnufelagið heldur tí, at loysnin til innkrevjing online er ein fyrimunur bæði fyri landið og fyri tey, sum veita gisting móti gjaldi.
Uppskot um broyting í løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu
Hoyringarsvar frá Ferðavinnufelagnum