Uppskot um broyting í løgtingslóg um kringvarp (Kringvarpslógin)

01. desember. 2023 | Hoyringssvar

Les uppskotið her

Almanna- og mentamálaráðið hevur heitt á Vinnuhúsið um at gera viðmerkingar til uppskotið um broyting í løgtingslóg um kringvarp (Kringvarpslógin)


Vinnuhúsið vil vísa á, at Føroyar víkja grundleggjandi frá sínum grannalondum, tá ið hugt verður eftir fyritøkum og kringvarpsgjaldi. Í Danmark, Noregi og Svøríki rinda fyritøkur als ikki kringvarpsgjald. Síðani hesi lond fyri nøkrum árum síðani umskipaðu kringsvarpsgjaldið til at verða fíggjað umvegis skattin, hava fyritøkur ikki rindað kringvarpsgjald. Í Íslandi rinda fyritøkurnar eitt munandi minni gjald, enn fyritøkurnar í Føroyum gera. Tær rinda umleið 1000 krónur um árið.


Síðani 2015 hevur tað verið álagt fyritøkum í Føroyum at rinda kringvarpsgjald. Lógin sigur, at gjøldini eru ymisk í mun til støddina á fyritøkuni. Gjaldið er ásett eftir, hvørjar samlaðu lønarútreiðslurnar eru. Til dømis hava fleiri smærri fyritøkur lønarútgjaldingar millum 1 og 3 milliónir krónur. Tær skulu rinda 7000 krónur um árið í kringvarpsgjaldi. Aðrar fyritøkur hava skipað sítt virksemi í ymiskum dótturfeløgum. Fyri hesar fyritøkur er kringvarpsgjaldið fleirfalt.


Sambært einari uppgerð frá TAKS, so rinda 1.523 føroysk virkir kringvarpsgjald. Samlaða upphæddin er 8.136.500 krónur.
TAKS upplýsir eisini, at:

- 143 virkir rinda kr. 12.000 í kringvarpsgjaldi

- 44 virkir rinda kr. 9.000 í kringvarpsgjaldi

- 168 virkir rinda kr. 8.000 í kringvarpsgjaldi

- 390 virkir rinda kr. 7.000 í kringvarpsgjaldi

- 263 virkir rinda kr. 3.500 í kringvarpsgjaldi

- 515 virkir rinda kr. 2.000 í kringvarpsgjaldi


Ætlaðu broytingarnar hjá landsstýrinum leggja upp til at lækka kringvarpsgjaldið fyri tær smæstu fyritøkurnar. Ítøkiliga er ætlanin, at tær fyritøkurnar, ið hava undir eina millión krónur í lønarútreiðslum um árið, fáa ein lætta á 500 krónur um árið. Hetta er ein bati.

Vinarliga
Føroya Arbeiðsgevarafelag


Páll Holm Johannesen