Viðmerkingar til uppskot til løgtingslóg um løggilding av elinnleggingarfyritøkum

22. mars. 2021 | Hoyringssvar

Uppskot til løgtingslóg um løggilding av elinnleggjarafyritøkum

Føroya Handverksmeistarafelag fýlist á, at nýggja uppskotið til løgtingslóg um løggilding av elinnleggjarafyritøkum ikki er sent til hoyringar av nýggjum. Tað eru gjørdar nógvar broytingar í uppskotinum. Málið átti at verið kannað nærri og betri lýst.

Føroya Handverksmeistarafelag vil gera vart við, at tað eru í høvuðsheitum trý punkt, sum eiga at broytast. Hetta eru í grundini somu trý punkt, sum felagið gjørdi vart við í heyst, men ístaðin fyri at lurta eftir atfinningunum, hevur mann umformulerað og tekstuelt broytt uppskotið, tó uttan at betra um.

Tey trý punktini eru:

1) Hví fer mann burtur frá kravinum um fastan bústað í Føroyum?
2) Føroya Handverksmeistarafelag heldur, at mann eigur at avtaka frítíðarløggildingar – eisini um mann kallar tær fyri hjávinnuløggildingar, ella fyri tað minsta seta somu krøv, sum til fyritøkur.
3) Mann eigur at vera útbúgvin elektrikari fyri at kunna gerast el-innstallatørur.

Punkt 1 – Fastan bústað í Føroyum

Hví strikar mann krav um fastan bústað í Føroyum? Hví vil mann hava útlendingar at fremja tey stóru arbeiðini her heima?

§ 4 stk 1, punkt 4) Her verður frávik givið til fyritøkur um, at tær ikki nýtast at hava fastan bústað í Føroyum. Mann hevur funnið eina bakdyr, har tað verður sagt at fyritøkan kann hava bústað “í einum landi, sum Føroyar hava gjørt avtalu við um útinnan av lógregeleraðari vinnu.”. Men kemur ein útlendsk fyritøka til Føroya at fremja arbeiði, og hetta ikki livir upp til Føroyskan standard, er tað púra vónleyst at finna hesa fyritøku, tá ábøtur skulu gerast. Hetta kemur at merkja, at vit skulu ígjøgnum stórar byggigølur áðrenn vit skilja vansan við hesari áseting.

Samstundis kemur hendan ásetingin at merkja, at føroyskar fyritøkur lættliga vera frávaldar, tá størri verkætlanir skulu gerast. Tað kemur at hava við sær, at vit avmontera týdningarmikla vitan og førleikar. Føroya Handverksmeistarafelag hevur trupult við at skilja, hví hetta skuldi verið ynskiligt. Hví skal mann forverra vinnumøguleikarnar hjá føroyskum fyritøkum?

Punkt 2 - Frítíðarløggilding

§ 5 stk. 2 – At kalla frítíðar-løggildingar fyri “hjávinnuløggildingar” virkar sum eitt PR stunt. Tað verða settar nakrar linari treytir til hjávinnuelinnleggjarar. Hetta er fyri tað fyrsta ikki nóg trygt, og í øðrum lagi er tað kappingaravlagandi.

Endamálið við hesari áseting er vist, at útisiglarar skulu sleppa at gera elinstallatiónir ímeðan teir eru heima ímillum túrarnar. Hetta er ikki nóg trygt, tí hesir mangla kontinuitet.

Hendan frítíðar- ella hjávinnuløggildingin er eisini kappingaravlagandi. Teir, sum fremja arbeiðir sum frítíðarelinnleggjarar hava ikki útreiðslur, sum vanligar fyritøkur hava. Hjávinnuelinnleggjarar hava fulltíðarstarv aðrastaðni og hava ikki útreiðslurnar, sum vinnurekandi hava.

Í viðmerkingunum til lógina vera hjávinnuløggildar fyritøkur ummældar sum smærri vinnurekandi ella sum nýggir veitarar (sí punkt 1.3.4. á síðu 12). Hetta er villleiðandi, tí hjávinnuløggildingar eru einstaklingar, sum í frítíðini fremja elinnstallatiónir. Nýggir veitarar hava ikki nakra marknaðarforing við at gerast løggildur elinnleggjari. Hetta er næst størsti fakbólkur innan byggivinnuna, eftir timburfakið.

Føroya Handverksmeistarafelag heldur, at mann eigur at avtaka hjávinnuløggildingarnar. Tað verða sett størri og størri faklig og teknisk krøv. Tá tykist tað undarligt at lógin skal ganga umvendan veg.

Í minsta lagi eigur at vera sett krav um 30 tímar arbeiði um vikuna. Hendan ásetingin hevur verið í lógaruppskotinum, men er nú av einari ella aðrari orsøk tikin burturúr. Hetta má sum minimum setast innaftur.

Hetta uppskotið er komið úr Elnevndini við atkvøðugreiðslu 3-2, har almennu umboðini hava fingið hetta ígjøgnum, meðan vinnan og Sev stemmaðu ímóti. Tann føroyska handverksvinnan er ímóti hesum ásetingunum.

Møguliga er Elnevndin skeivt sett saman og treingir til at endurskoðast.

Punkt 3 - Elektrikaraútbúvgingin

Føroya Handverksmeistarafelag er av tí áskoðan, at mann eigur at vera útbúgvin elektrikari fyri at kunna gerast løggildur elinnleggjari.

Føroya Handverksmeistarafelag undrast á, at mann kemur við so víttfevnandi nýggjum lógaruppskoti uttan at taka støðu til nakað so grundleggjandi, sum at mann kann gerast løggildur elinnleggjari uttan fyrst at vera útbúgvin elektrikari.