Vinnusjónarmið 2011 - Koyrið so á motorin

01. januar. 2011 | Útgáva

Fyri at skapa eina góða framtíð í Føroyum mugu broytingar gerast. Ta fatan hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag, og fer felagið tí í nýggja bóklinginum “Koyrið so á motorin” at greiða nærri frá, hví so er, og at koma við tilmælum um broytingar.

Vøksturin í føroyska búskapinum er ov lítil, og vit mugu tí vera meiri nærløgd í mátanum, vit nýta okkara tilfeingi, soleiðis at meira kemur burturúr.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tað vera avgerandi, at neyðugar avgerðir verða tiknar og politiskar ætlanir framdar í verki. Føroya Arbeiðsgevarafelag eftirlýsir eina greiða og haldgóða ætlan frá politisku skipanini um, hvør kósin fyri føroyska samfelagið skal vera. Við øðrum orðum, so er stundin komin at koyra á motorarnar.

Í bóklinginum eru fýra høvuðstilmæli, og fleiri uppskot til tiltøk eru í bóklinginum.