Limaskapur í einum vinnugreinafelag merkir, at fyritøkan hevur rætt til allar tær tænastur sum vinnugreinafelagið veitir, sum liggja innan fyri virkisøkir hjá felagnum. Hetta er sera ymiskt alt eftir støddini á felagnum, og í hvønn mun feløgini hava valt at seta orku av til konkreta ráðgeving av limunum.
Fleistu limir í vinnugreinafeløgum eru eisini limir í einum arbeiðsgevarafelagið. T.d. eru fiskavirkini limir í bæði Føroya Arbeiðsgevarafelag og í Føroya Ráfiskakeyparafelag.
Limaskapur í einum vinnugreinafelag gevur tykkum ávirkan á, hvat hetta felagið ger – hvør mannar nevndina, hvørji mál nevndin tekur upp, og hvussu karmarnir verða skipaðir um tykkara vinnugrein í samráð við myndugleikarnar.
Um fyritøkan bert eru limir í einum vinnugreinafelag, gevur hetta ikki atgongd til ráðgeving og hjálp við truplum málum, sum Arbeiðsgevarafelagið veitir, heldur ikki limaatgongd og serprís til tiltøk og skeiðir.
Tí eiga virkir bæði at vera limir í Arbeiðsgevarafelagnum og einum vinnugreinafelag.
Afturat hesum, virka vinnugreinafeløgini fyri:
-
Mál, ið hava týdning fyri vinnugreinina
-
Ávirka vinnupolitiskar karmar
-
Fundast við aðalráðini og almennir stovnar um ymisk mál
-
Hoyring av lóggávu
-
Luttaka saman við øðrum í arbeiðsbólkum