Í tann mun, at vinnugreinar hava sett av neyðugu fíggjarorkuna, veita hesi feløg eisini serligar tænastur til ávísar vinnugreinar, t.d. til limir í Handverksmeistarafelagnum í sambandi við byggimál.
Ansa verður eftir, at rætt verður farið fram, tá byggiharrar – almennir ella privatir – bjóða uppgávur út. Verður ikki farið rætt fram, kunnu vit í samráði við limirnar krevja broyttar útbjóðingartreytir ella krevja, at ein útbjóðing steðgar.
Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum eru serligar vegleiðingar fyri byggivirkir, sum eru limir, t.d. indeks til regulering av byggisáttmálum, greining av kostnaði av einum arbeiðstíma, reglur fyri rokningsarbeiðið o.a.
Harumframt hava Havbúnaðarfelagið, Føroya Ráfiskakeyparafelag, Handilsvinnufelagið og Ferðavinnufelagið sett fíggjarorku av, soleiðis at ein ráðgevi í Vinnuhúsinum, saman við nevndunum í feløgunum leggur til rættis arbeiðið hjá hesum feløgum. Herundir eisini ráðgeving til limir innan vinnugreinaøkið.