4Mars20 PF9A0816

Einkarrætturin hjá Apoteksverkinum eigur at verða avtikin

Havbúnaðarfelagið

Havbúnaðarfelagið heitir á komandi landsstýri um at geva føroyskum alifyritøkum frælsi at keypa heilivág og góðkendar viðgerðarvørur frá fleiri veitarum.

Í sambandi við løgtingsvalið heitir Havbúnaðarfelagið á politisku myndugleikarnar um at avtaka einkarrættin hjá Apoteksverkinum at selja heilivág og aðrar góðkendar viðgerðarvørur til havbúnaðin. Felagið heldur, at hetta er neyðugt, um føroyska alivinnan skal hava somu arbeiðstreytir og sama kappingarføri sum kappingarneytarnir uttanlands.

Í dag eru føroyskar alifyritøkur bundnar at einari skipan, har Apoteksverkið hevur einkarrætt til innflutning og sølu av hesum vørum. Hetta merkir, at fyritøkurnar ikki kunnu velja millum fleiri góðkendar veitarar, fáa alternativ tilboð ella tryggja sær bestu prísirnar á marknaðinum.

Sambært Havbúnaðarfelagnum er hetta ein óneyðug forðing fyri eina vinnu, sum arbeiðir á altjóða marknaði og er í hørðari kapping.

Felagið vísir á, at í londum sum Noregi og Skotlandi kunnu alifyritøkur keypa beinleiðis frá fleiri góðkendum veitarum. Hetta skapar størri kapping, betri trygd fyri veiting og lægri kostnað. Í Føroyum ger verandi skipan hinvegin, at innkeypið verður dýrari og valmøguleikarnir færri.

Havbúnaðarfelagið leggur dent á, at framleiðslukostnaðurin hevur avgerandi týdning fyri kappingarførið hjá føroysku alivinnuni. Skal vinnan varðveita sína støðu í altjóða kappingini, er neyðugt at minka um óneyðugar kostnaðarbyrðar og geva fyritøkunum betri møguleika at reka virksemið á handilsligum og kappingarførum grundarlagi.

Boðskapurin frá Havbúnaðarfelagnum er greiður: Føroyska alivinnan eigur ikki at vera bundin av einum einahandli, men skal hava frælsi at keypa frá fleiri góðkendum veitarum, soleiðis at kostnaðurin kann lækka og kappingarførið styrkjast.

 

Øssur M. Dalbúð

Øssur

Ráðgevi

739911

Stutt um felagið
Endamálið hjá Havbúnaðarfelagið er at savna fyritøkur o.o. sum fáast við aling í Føroyum í eitt vinnugreinafelag, við tí endamáli at menna føroyska aling. Í felagnum verður samstarvað um verkætlanir av felags áhuga og felagið virkar úteftir sum felags málgagn mótvegis myndugleikum og almenningi.