Vindmyllur

Ferð á grøna orkuskiftið

Varandi Vinna

Varandi Vinna heitir á komandi landsstýri um at taka leiðsluna í grøna orkuskiftinum og seta veruliga ferð á framleiðsluna av varandi orku.

Tað krevur nógv skjótari útbygging av varandi orku, um ferð skal koma á grøna orkuskiftið. Tað heldur Varandi Vinna, sum er eitt netverk av fyritøkum, ið hevur sum høvuðsendamál at skapa góðar umstøður fyri burðardyggari framleiðslu í Føroyum.

Seinastu árini er nógv hent í umleggingini frá olju til el. Samfelagið er vorðið alsamt meira bundið at elorku, men framleiðslan av grønari orku er ikki vaksin í sama lag.

Hetta hevur stóran týdning fyri føroyskt vinnulív. Fyritøkur í Føroyum kappast við fyritøkur uttanlands, sum hava nógv betri atgongd til grøna og bíliga orku. Tí er avgerandi, at Føroyar fáa eitt skjótt, vælskipað og effektivt orkuskifti.

Breið politisk semja er um, at grøna orkuskiftið er neyðugt, og at tað gevur meining bæði fíggjarliga og fyri umhvørvið. Kortini gongur arbeiðið ov seint. Vindorkuverkætlanir í Føroyum taka ofta 8 til 12 ár at fremja, og nógv av tíðini fer til fyrireiking og loyvir. Samstundis verður ov lítið gjørt í senn, og tað seinkar útbyggingini.

Varandi Vinna heldur tí, at orkukarmarnir mugu dagførast, so mannagongdirnar gerast smidligari, og fleiri verkætlanir kunnu koyrast samstundis. Tað er eisini neyðugt at leggja orkuskiftið betur til rættis, so mest møguligt fæst burtur úr hvørjari útbygging.

Vinnan eigur at hava ein týðandi leiklut í hesum arbeiði. Hon stendur fyri meginpartinum av føroysku orkunýtsluni og hevur bæði vitan, kapital og vilja at vera við í grøna orkuskiftinum. Tí eiga myndugleikar, Sev og vinnan at arbeiða nógv tættari saman um orkukarmar og útbyggingar.

Boðskapurin frá Varandi Vinnu er greiður: Politiska skipanin má nú tryggja veruliga ferð á framleiðsluna av varandi orku og skapa greiðar karmar fyri tær íløgur, sum skulu til.

 


Stutt um Varandi Vinnu
Varandi Vinna er netverk í Vinnuhúsinum, har føroyskar fyritøkur kunnu koma í samband við aðrar fyritøkur við líknandi avbjóðingum og soleiðis geva hvør øðrum íblástur og sparring. Føroyskar fyritøkur hava í stóran mun somu avbjóðingarnar á hesum øki, og tí kann tað vera sera gagnligt at hittast og umrøða burðardygd í einum føroyskum veruleika.

 

Súsanna Berg

Susanna Berg

Ráðgevi í burðardygd

739914