Føroya Ráfiskakeyparafelag
Føroya Ráfiskakeyparafelag heitir á komandi landsstýri um at varðveita fiskavirkisskipanina, sum er ein týðandi fortreyt fyri arbeiðsplássum og virðisøking á landi.
Í sambandi við løgtingsvalið heitir Føroya Ráfiskakeyparafelag á politisku myndugleikarnar um at varðveita fiskavirkisskipanina, so hon eisini framyvir kann stuðla undir framleiðslu, virðisøking og arbeiðspláss á landi.
Felagið er á einum máli um, at fiskavirkini á landi eru ein týdningarmikil partur av føroysku fiskivinnuni. Tey skapa arbeiðspláss kring alt landið og tryggja, at ein størri partur av føroyska fiskatilfeinginum verður virkaður í Føroyum heldur enn fluttur av landinum sum óvirkað rávøra.
Serliga fyri vanligu flakavirkini, sum í høvuðsheitum virka botnfisk, er fiskavirkisskipanin avgerandi. Skipanin var upprunaliga gjørd til hesa vinnu, har rávørutilgongdin ofta er skiftandi og treytað av fiskiskapinum. Tí hava virkini ikki altíð somu møguleikar at tryggja javnt virksemi alt árið.
Fiskavirkisskipanin gevur sambært felagnum starvsfólkunum ein neyðugan tryggleika og er samstundis við til at skapa støðufesti í eini vinnu, har sveiggini ofta eru stór. Tí er umráðandi, at skipanin framhaldandi kann virka eftir sínum upprunaliga endamáli.
Boðskapurin frá Føroya Ráfiskakeyparafelag er greiður: Skal virðisøkingin á landi og arbeiðsplássini í lokalsamfeløgunum tryggjast, má fiskavirkisskipanin varðveitast.