Bústaðir

Fleiri bústaðir mugu byggjast nú

Føroya Arbeiðsgevarafelag

Føroya Arbeiðsgevarafelag heitir á komandi landsstýri um at skapa betri karmar fyri bústaðarbygging og fáa fleiri bústaðir á marknaðin.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur eitt greitt ynski til komandi landsstýri: At raðfesta bústaðarbygging nógv hægri. Felagið heldur, at bústaðartrotið er vorðið ein av størstu forðingunum fyri bæði vøkstri, arbeiðsmegi og kappingarføri í Føroyum.

Tá ið ov fáir bústaðir eru á marknaðinum, hækkar prísurin, og tað ger tað truplari hjá fólki og familjum at fáa tak yvir høvdið. Samstundis ger tað eisini truplari hjá fyritøkum og almennum arbeiðsplássum at fáa fatur á arbeiðsmegi, tí bústaðarstøðan ger tað torført hjá fólki at seta búgv og arbeiða í Føroyum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir á, at tørvurin kann vera so høgur sum 2.000 bústaðir næstu fimm árini. Skal tað eydnast at nøkta hendan tørvin, er neyðugt, at privatur kapitalur fær betri møguleika at vera við. Tí eigur landið at javnseta kappingina millum alment og privat, so karmarnir fyri at byggja bústaðir verða betri og meira rættvísir.

Harumframt heldur felagið, at bíðitíðin eftir matrikulering eigur at styttast munandi, og at landið eigur at taka upp samstarv við kommunurnar um at útstykkja meira lendi til bústaðarendamál. Samstundis er tørvur á at hugsa meira fjølbroytt um bústaðarbyggingina, so tað eisini verða bygdir fleiri smærri bústaðir, sum gera tað lættari hjá fólki og familjum at koma inn á bústaðarmarknaðin.

Boðskapurin frá Føroya Arbeiðsgevarafelag er greiður: Fleiri bústaðir eru ikki bara ein bústaðarpolitiskur spurningur, men ein fortreyt fyri kappingarføri, fyri arbeiðsmegi og fyri vøkstri í Føroyum.

 

Niels Winther

Niels

Stjóri

739906

Stutt um felagið
Føroya Arbeiðsgevarafelag er meginfelag fyri føroyskar arbeiðsgevarar á privata arbeiðsmarknaðinum og er røddin hjá privatu vinnuni á vinnupolitiska- og arbeiðsmarknaðarøkinum. Felagið eigur og rekur Vinnuhúsið, har skrivstovan hjá felagnum heldur til.