Føroya Arbeiðsgevarafelag
Føroya Arbeiðsgevarafelag heitir á komandi landsstýri um at raðfesta arbeiðið við fríhandilsavtalum og tvískattasáttmálum nógv hægri.
Skal føroyskt vinnulív fáa betri møguleikar at vaksa uttanlands, má marknaðaratgongd raðfestast nógv hægri, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Felagið vísir á, at tað kring allan heim eru kundar, sum hava áhuga fyri føroyskum vørum og tænastum. Men alt ov ofta kølnar áhugin, tí Føroyar mangla fríhandilsavtalu ella tvískattasáttmála við landið, har keyparin er staðsettur.
Hetta ger, at føroyskar fyritøkur ikki altíð eru kappingarførar í prísi, hóast tær hava góðar og eftirspurdar vørur at bjóða.
Føroya Arbeiðsgevarafelag leggur dent á, at marknaðaratgongd er nógv meira enn ein spurningur um útflutning. Tað snýr seg í veruleikanum um arbeiðspláss, inntøkur og framtíðar møguleikar í føroyska samfelagnum. Í einum heimi, sum broytist skjótt og er merktur av vaksandi óvissu, er tað serliga umráðandi, at Føroyar ikki detta afturúr, men miðvíst arbeiða fyri at tryggja sær bestu treytir á teimum marknaðum, sum hava størstan týdning.
Felagið heldur tí, at Føroyar bæði eiga at arbeiða langsiktað við betri marknaðaratgongd og samstundis kanna og fyrireika møguleikarnar at gerast partur av handilsfelagsskapi. Boðskapurin er greiður: Vilja vit hava vøkstur og arbeiðspláss í Føroyum, mugu føroyskar fyritøkur hava betri atgongd til umheimin.
Stutt um Føroya Arbeiðsgevarafelag
Føroya Arbeiðsgevarafelag er meginfelag fyri føroyskar arbeiðsgevarar á privata arbeiðsmarknaðinum og er røddin hjá privatu vinnuni á vinnupolitiska- og arbeiðsmarknaðarøkinum. Felagið eigur og rekur Vinnuhúsið, har skrivstovan hjá felagnum heldur til.