KT

Íløgur í KT og føroyskar loysnir styrkja samfelagið

KT-felagið

KT-felagið heitir á komandi landsstýri um at raðfesta størri íløgur í KT og geva føroyskum KT-fyritøkum betri møguleikar at menna loysnir til føroyska samfelagið.

Skulu Føroyar fylgja við talgildu menningini uttanlands, krevst nógv størri raðfesting av KT her heima, heldur KT-felagið.

KT er vorðið grundleggjandi fyri samfelagið
Samfelagið og heimurin rundan um okkum gerast alsamt meira talgild. Hetta merkir, at KT í dag ikki longur bara er eitt hjálpartól, men ein fortreyt fyri, at bæði almenni og privati geirin kunnu virka væl og effektivt. Talgildar loysnir eru avgerandi fyri tænastur, samskifti, umsiting og menning, og tí er umráðandi, at Føroyar fylgja við.

Seinastu árini eru tikin fleiri týðandi stig á hesum øki, millum annað við arbeiðinum at talgilda Føroyar. Hetta hevur verið eitt neyðugt framstig, men nógv arbeiði stendur framvegis eftir. Tørvur er á bæði víðarimenning og viðlíkahaldi av teimum skipanum og tí undirstøðukervi, sum føroyska samfelagið verður meira og meira bundið av.

KT-felagið heldur tí, at tað er avgerandi, at komandi landsstýri tryggjar nøktandi og varandi fígging til KT-økið. Uttan slíkar íløgur er vandi fyri, at Føroyar detta afturúr samanborið við onnur lond, sum í nógv størri mun raðfesta talgilda menning.

Føroyskar loysnir skapa virði í Føroyum
KT-felagið leggur samstundis dent á, at føroyskar KT-fyritøkur eiga at fáa betri møguleikar at bjóða upp á og menna loysnir til føroyska samfelagið. Skal arbeiðið tillagast føroyskum tørvi og føroyskum viðurskiftum, er ein greiður fyrimunur, at førleikarnir og menningin eru í Føroyum.

Føroyska KT-vinnan hevur í nógv ár víst, at hon megnar at veita framkomnar og álítandi loysnir til bæði privata og almenna geiran. Tá arbeiðið verður gjørt í Føroyum, styrkir tað ikki bara einstøku fyritøkurnar, men eisini føroyska samfelagið sum heild. Tað skapar arbeiðspláss, mennir førleikar og tryggjar, at vitan og royndir verða verandi í landinum.

Harafturat gevur tað Føroyum størri førleika at reka, tillaga og menna sítt egna talgilda samfelag í framtíðini. Tað hevur stóran týdning í einum lítlum samfelagi, sum hevur tørv á sterkum lokalum førleikum og størri sjálvbjargni á strategiskt týðandi økjum.

Politikkur og útbjóðingar mugu styrkja føroysku vinnuna
KT-felagið heldur, at tað er ein trupulleiki, tá ið almennir stovnar velja at keypa KT-loysnir beinleiðis uttanlands, uttan at føroyskar fyritøkur veruliga hava møguleika at bjóða seg fram. Tá missa Føroyar ikki bara arbeiðspláss og skattainntøkur, men eisini førleikar, sum annars kundu styrkt føroysku vinnuna og samfelagið.

Tí mælir KT-felagið til, at komandi landsstýri:

  • Arbeiðir fyri einum greiðari “keyp føroyskt KT”-politikki
  •  Setir meira pening av til KT-menning og viðlíkahald í almenna geiranum
  • Tryggjar, at KT-útbjóðingar verða skipaðar á ein hátt, sum ger tað møguligt hjá føroyskum fyritøkum at vera við
  • Raðfestir KT-útbúgving, so samfelagið eisini í framtíðini hevur neyðugu førleikarnar á økinum

Boðskapurin frá KT-felagnum er greiður: Ein sterk føroysk KT-vinna er ikki bara ein vinnupolitiskur fyrimunur. Hon er eisini ein fortreyt fyri, at Føroyar kunnu byggja eitt framkomið, sjálvberandi og vælvirkandi talgilt samfelag.

Mynd: Nemlia

 

Marius Thomassen

Marius

Ráðgevi

739905

Stutt um felagið
KT-felagið arbeiðir miðvíst fyri at betra karmarnar hjá KT-vinnuni og at fáa Føroyar í fremstu røð, tá tað snýr seg um KT. Felagið er bæði fyri tey, ið virka á føroyska marknaðinum, og tey, ið royna seg við útflutningi.