4Mars20 PF9A0843

Kappingarfør skattaskipan til alivinnuna

Havbúnaðarfelagið

Føroysk alivinna má hava eina gjalds- og skattaskipan, sum er kappingarfør samanborin við okkara grannalond. Skattabyrðan má ikki verða so tung, at hon forðar fyri íløgum, menning og arbeiðsplássum.

Havbúnaðarfelagið heitir á komandi landsstýri um at tryggja føroysku alivinnuni eina skattaskipan, sum er sambærilig við hana hjá okkara kappingarneytum. Føroysk alivinna kappast á altjóða marknaðum, og tí má samlaða skattabyrðan ikki vera hægri enn í teimum londum, vit vanliga samanbera okkum við.

Í dag gjalda føroyskar alifyritøkur lutfalsliga munandi meira í sergjøldum enn okkara kappingarneytar. Tøl fyri 2024 vísa, at tøkugjaldið í Føroyum var umleið 3,28 kr. fyri hvørt kilo, meðan tilsvarandi gjøld - produktiónsgjaldið og grundrentuskatturin - í Noregi vóru umleið 0,82 kr. fyri hvørt kilo. Tað merkir, at gjaldið var umleið fýra ferðir so høgt fyri hvørt kilo. Hetta var enn tá, áðrenn nýggi eykaskattin á alivinnuna kom í gildið.

Hetta vísir greitt, at skipanin má leggjast á eitt støði, sum er kappingarført. Alivinnan er longu ein stórur skattgjaldari, og tí er umráðandi, at skipanin ikki verður so tung, at hon ger tað truplari at varðveita framleiðslu og fremja nýggjar íløgur.

Havbúnaðarfelagið hevur eisini leingi mælt til, at gjaldsskipanin í størri mun byggir á skattliga úrslitið heldur enn á framleiðsluna. Tað hevði verið bæði rímiligari og meira gjøgnumskygt, tí vinnan eigur at rinda nógv, tá ið úrslitini eru góð, men ikki tyngjast av høgum gjøldum, tá ið fyritøkurnar ongan vinning hava. Ein rímilig skipan er ein fortreyt fyri, at alifyritøkurnar kunnu fremja tær íløgur, sum skulu gerast, so føroysk alivinna framhaldandi kann mennast og vaksa á einum burðardyggum grundarlagi.

Tí er greiða valynskið hjá Havbúnaðarfelagnum, at komandi landsstýri tryggjar alivinnuni eina kappingarføra skattaskipan, har samlaða skattabyrðan er sambærilig við hana hjá okkara kappingarneytum, og har skipanin í størri mun byggir á skattliga úrslitið heldur enn á framleiðsluna.

 


Stutt um Havbúnaðarfelagið
Endamálið hjá Havbúnaðarfelagið er at savna fyritøkur o.o. sum fáast við aling í Føroyum í eitt vinnugreinafelag, við tí endamáli at menna føroyska aling. Í felagnum verður samstarvað um verkætlanir av felags áhuga og felagið virkar úteftir sum felags málgagn mótvegis myndugleikum og almenningi.

 

Øssur M. Dalbúð

Øssur

Ráðgevi

739911