Føroya Handverksmeistarafelag heitir á komandi landsstýri um at seta á stovn eina føroyska meistaraútbúgving og eina skipan við løggilding av handverksmeistarum.
Tá ið fyritøkur byggja hús fyri onnur, eigur arbeiðið at verða leitt av fólki við røttum fakligum førleikum, heldur Føroya Handverksmeistarafelagið.
Í dag kann nærum hvør sum helst bjóða seg fram at byggja hús fyri onnur í Føroyum uttan at hava fakliga útbúgving ella neyðugar førleikar. Tað gevur ikki vanligum fólki nóg góða trygd.
Felagið leggur samstundis dent á, at fólk framvegis skulu hava rætt til at byggja síni egnu hús undir egnari ábyrgd. Men tá ið talan er um vinnuligt byggivirksemi, eigur tað sambært felagnum at vera eitt krav, at arbeiðið verður stýrt av fólki, sum kenna handverkið, regluverkið og verkætlanarstýringina.
At byggja sethús er fyri flestu familjur tann størsta íløgan í lívinum. Tí hevur tað stóran týdning, at byggiverkætlanin verður væl fyrireikað og væl stýrd. Føroya Handverksmeistarafelag er á einum máli um, at ein væl skipað verkætlan ofta er munandi bíligari enn ein verkætlan, sum er illa fyrireikað og illa stýrd.
Felagið vísir eisini á, at í fleiri londum, eitt nú í Íslandi, Noregi og Týsklandi, eru skipanir við løggildum handverksmeistarum. Slíkar skipanir eru við til at tryggja bæði góðsku, greiðari ábyrgd og betri karmar í byggivinnuni.
Boðskapurin frá Føroya Handverksmeistarafelag er greiður: Tíðin er búgvin til eina føroyska meistaraútbúgving og eina skipan við løggilding av handverksmeistarum, sum kann skapa størri trygd hjá húsabyggjarum og styrkja føroysku byggivinnuna.
Stutt um Føroya Handverksmeistarafelag
Føroya Handverksmeistarafelag arbeiðir fyri at fremja handverkið og handverksídnað sum heild. Meistaraútbúgving og hartilhoyrandi løggilding av handverksmeistarum er av týdningarmestu málum hjá Føroya Handverksmeistarafelag. Harumframt arbeiðir felagið fyri betri viðurskiftum í sambandi við útboðum. Felagið er aktivur partur av avtalugrundarlagnum ABF06.