Ferðavinnufelagið
Skal ferðavinnan halda fram at vaksa og skapa virði, krevst størri arbeiðsfrið, greiðari reglur og betri karmar.
Nú løgtingsval er fyri framman, heitir Ferðavinnufelagið á komandi landsstýri um at geva ferðavinnuni frið og góðar karmar at virka undir. Vinnan hevur í longri tíð verið merkt av óvissu og ógreiðum reglum, sum gera tað truplari at reka og menna ferðavinnufyritøkur kring landið.
Greiðari reglur og arbeiðsfrið
Serliga vísir felagið á, at nýggja ferðavinnulógin og ógreiðu viðurskiftini kring heimablídni hava elvt til ótryggleika í vinnuni. Tí er neyðugt at fáa skipanirnar meira smidligar og greiðar, so fyritøkur vita, hvørjar treytir tær arbeiða undir. Hetta snýr seg ikki bara um ferðavinnuna sum heild, men eisini um matstovur og onnur vinnulig tilboð, sum hava tørv á rættvísum og kappingarførum treytum.
Rættvísar treytir fyri matstovur og heimablídni
Ferðavinnufelagið heldur, at føroyskar matstovur eiga at hava møguleika at keypa inn á vanligum handilsligum grundarlagi, soleiðis sum vanligt er í londunum rundan um okkum. Eitt stig rætta vegin er at loyva loyvishavarum við skeinkiloyvi at innflyta rúsdrekka beinleiðis, men treytirnar mugu tillagast, so vinnan ikki framvegis verður løgd undir óneyðug eyka gjøld.
Somuleiðis eigur heimablídni at verða skipað greitt í kunngerð, so skipanin kann virka eftir sínum ætlaða endamáli uttan at skapa ósakliga kapping til matstovur, kaféir og onnur vinnulig tilboð; serliga í útjaðaranum og í vetrarhálvuni.
Einfaldari umsiting av burðardygdargjaldinum
Felagið heldur eisini, at burðardygdargjaldið eigur at verða umsitið á ein einfaldari og meira nútímans hátt. Í staðin fyri ta verandi skipanina eigur gjaldið at verða kravt inn gjøgnum eina talgilda loysn, har ferðandi rinda beinleiðis. Tað hevði lætt um umsitingina hjá vinnuni og samstundis tryggjað, at landið fær peningin skjótari inn.
Betri vegir og javnari vinnukarmar
Samstundis vísir Ferðavinnufelagið á, at ferðavinnan hevur tørv á betri undirstøðukervi og javnari vinnukørmum. Á summum vegastrekkjum eru umstøðurnar so vánaligar, at tað kann vera ótrygt hjá bæði bussum og smærri akførum at koyra. Tí eigur størri dentur at verða lagdur á viðlíkahald og útbygging av vegakervinum.
Harumframt er ferðavinnan sera árstíðarbundin og hevur tí aðrar avbjóðingar enn nógvar aðrar vinnur. Sambært felagnum eigur politiska skipanin tí eisini at arbeiða fyri javnari treytum, so ferðavinnan kann mennast sum ein burðardygg og sterk vinna.
Boðskapurin frá Ferðavinnufelagnum er greiður: Ferðavinnan hevur tørv á arbeiðsfriði, einfaldari reglum, rættvísum kappingartreytum og betri undirstøðukervi, um hon framhaldandi skal vaksa og skapa virði kring alt landið.
Mynd: Visit Faroe Islands