Navigare

Nýggj skip á veg, men føroyska flaggið er ikki sjálvsagda valið

Reiðarafelagið fyri Handilsskip

Fleiri føroysk reiðarí byggja nýggj skip, men vantandi avtalur og ótíðarhóskandi reglur gera, at føroyska flaggið ikki altíð er sjálvsagda valið.

Føroyska handilsskipavinnan er í vøkstri, og fleiri nýggj skip eru í gerð hjá føroyskum reiðaríum. Men hóast jaligu gongdina eru karmarnir hjá vinnuni ikki nóg kappingarførir, og tí er ikki givið, at føroyska flaggið verður valt.

Fleiri føroysk reiðarí gera í løtuni stórar íløgur í nýggj skip. Tað bendir á, at føroyska handilsskipavinnan hevur góðar møguleikar at menna seg og vaksa komandi árini.

Vinnukarmarnir eru tó ikki dagførdir til tann veruleika, sum altjóða shipping virkar undir í dag. Tí er føroyska skipaskrásetingin ikki altíð eins kappingarfør og skipaskrásetingar í øðrum londum.

Ein av avbjóðingunum er, at Føroyar framvegis mangla fleiri týdningarmiklar millumlandaavtalur, bæði á skattaøkinum og innan fyri cabotage-sigling. Samstundis eru eisini reglur í føroysku lóggávuni, sum leggja forðingar fyri menningini hjá føroyskum reiðaríum.

Til dømis loyvir føroyska tonsaskattaskipanin ikki langtíðarleigu av skipum, hóast hetta í nógvum førum er ein natúrligur partur av virkseminum í altjóða shipping. Eisini ásetir útlendingalógin, at arbeiðsloyvi krevst, um skip eru meira enn 26 ferðir í Føroyum um árið. Hetta eru reglur, sum gera føroyska handilsskipavinnu minni kappingarføra.

“Føroyska handilsskipavinnan er klár at vaksa, men karmarnir mugu fylgja við. Annars er vandi fyri, at føroyska flaggið ikki verður tað sjálvsagda valið hjá føroyskum reiðaríum”, sigur Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip.

Hann vísir á, at tað tí er neyðugt, at politiska skipanin raðfestir arbeiðið við at skapa betri karmar fyri vinnuna. Tað snýr seg bæði um at fáa fleiri millumlanda avtalur upp á pláss og at dagføra føroysku lóggávuna, so hon betur samsvarar við tørvin hjá einari vinnu, sum virkar í altjóða kapping.

 

Anna Borg Dahl

IMG 4764 2

Ráðgevi

739916

Stutt um felagið
Endamál felagsins er at savna allar reiðarar fyri føroysk handilsskip, til at útinna felags áhugamál, m.a. at gera sáttmálar við feløgini fyri manningarnar á føroyskum handilsskipum, eins og á øðrum økjum at verja felags áhugamál limanna. RFH er limur í Føroya Arbeiðsgevarafelag, og umsiting felagsins er í Vinnuhúsinum.