Samskifti

Samskifti vil hava leiklut í føroysku tilbúgvingini

Samskifti

Samskifti heitir á komandi landsstýri um at geva samskifti ein fastan leiklut í føroysku tilbúgvingini.

Í sambandi við løgtingsvalið hevur felagið Samskifti eitt greitt valynski til komandi landsstýri: At samskiftisøkið verður tikið við sum ein fakligur partur av eini almennari tilbúgvingarætlan fyri Føroyar.

Í eini tilbúgvingarstøðu er skjótt, greitt og álítandi samskifti avgerandi; bæði fyri myndugleikar, borgarar og vinnu. Tí eigur samskifti at verða hugsað inn frá byrjan, tá ið tilbúgvingarætlanir verða gjørdar.

Samskifti vísir á, at Føroyar hava eina serliga støðu, tí vit sjálvi hava atgongd til samskiftiskervi sum postkassar, postboksir, telefonir og aðrar samskiftisleiðir. Hetta gevur Føroyum góðar møguleikar at skipa eitt betri og meira samanhangandi samskifti, tá ið ein tilbúgvingarstøða stendst.

Felagið heldur, at hetta arbeiðið eigur at verða tikið í álvara og skipað professionelt. Ein møguleiki er, at arbeiðið verður boðið út, so tann besta fakliga loysnin fæst til gagns fyri alt samfelagið.

 


Stutt um Samskifti
Samskifti – sum kallaðist Reklamufelagið fram til 2009 – varð stovnað í 2002. Endamál felagsins er at savna føroysku lýsingarfyritøkurnar og taka sær av teirra yrkisligu, felagsligu og fíggjarligu áhugamálum.

 

Bára Gunnarsdóttir

Bára

Ráðgevi

739903