Ráðgevarafelagið
Ráðgevarafelagið heitir á komandi landsstýri um at leggja greiðar og langsiktaðar ætlanir fyri almennu íløgurnar, so Føroyum kunnu mennast javnt, burðardygt og við føroyskum førleikum.
Skal føroyska samfelagið mennast skynsamt og burðardygt komandi árini, krevst meira enn stuttfreistað politisk átøk. Tað heldur Ráðgevarafelagið, sum heitir á komandi landsstýri um at tryggja eina javna og støðuga útbygging av Føroyum eftir grønu kósini.
Felagið heldur, at tørvur er á eini greiðari politiskari langtíðarætlan fyri almennu íløgurnar nógv ár fram í tíðina og tvørtur um valskeið. Tá ið karmarnir eru ov ógreiðir, og útbyggingar koma í rykkjum og sveiggjum, verður torførari at fyrireika verkætlanir, byggja upp førleikar og tryggja eina skilagóða menning av samfelagnum.
Ráðgevarafelagið leggur dent á, at føroyskar arkitekta- og verkfrøðingafyritøkur hava bæði vitanina og royndirnar at ráðgeva og prosjektera tær stóru verkætlanirnar, sum samfelagið hevur tørv á. Tí eigur føroyska ráðgevingin at vera ein natúrligur partur av arbeiðinum, tá ið framtíðar íløgur í undirstøðukervi, orku og bygging verða lagdar til rættis.
Við støðugari langtíðarætlan ber betur til at raðfesta verkætlanir, halda ferðina uppi í vinnuni og samstundis tryggja, at menningin fer fram á ein burðardyggan hátt. Tað gevur eisini fyritøkum betri møguleika at menna førleikar, seta fólk í starv og leggja ætlanir langt fram í tíðina.
Boðskapurin frá Ráðgevarafelagnum er greiður: Skulu Føroyar fylgja grønu kósini og samstundis byggja samfelagið út á skilagóðan hátt, má politiska skipanin arbeiða meira langsiktað og geva føroyskum ráðgevum ein týðandi leiklut.