Føroya Ráfiskakeyparafelag
Føroya Ráfiskakeyparafelag heitir á komandi landsstýri um at styrkja granskingina av upsastovninum og teimum viðurskiftum, sum kunnu ávirka gongdina hjá honum.
Føroya Ráfiskakeyparafelag heitir á politisku myndugleikarnar um at seta meira ferð á granskingina av upsastovninum í Føroyum. Sambært felagnum er tørvur á størri vitan um bæði tilgongd, útbreiðslu og trivnað hjá upsa, so avgerðir um fiskivinnuna kunnu byggja á fakligt og burðardygt grundarlag.
Felagið vísir á, at minkingin í upsafiskiskapinum seinastu árini hevur reist fleiri spurningar um støðuna hjá stovninum. Millum annað hevur verið tosað um, hvørt samband kann vera millum laksaaling í føroyskum firðum og gongdina hjá upsastovninum. Men enn er ógreitt, um slík ávirkan er til staðar, hvussu stór hon í so fall er, ella um talan bert er um tilvildarlig sambond.
Tí heldur felagið, at tað er neyðugt at styrkja granskingina á fleiri økjum. Bæði eigur at verða kannað, hvussu upsastovnurin sum heild hevur tað, hvar uppvakstrarøkini hjá fiskayngli eru, og hvørja ávirkan alivinnan kann hava á upsa og aðrar fiskastovnar undir Føroyum.
Felagið heldur, at uttan meiri vitan og gransking verða tað truplari hjá bæði myndugleikum og vinnu at taka væl grundaðar avgerðir og tryggja eina burðardygga menning í fiskivinnuni.