Lættari At Reka Vinnu

Tað má gerast lættari at reka fyritøku í Føroyum

Føroya Arbeiðsgevarafelag

Føroya Arbeiðsgevarafelag heitir á komandi landsstýri um at minka um umsitingarligar byrðar, gjøld og avgjøld, sum gera tað dýrari at reka vinnu í Føroyum.

Skulu føroyskar fyritøkur hava betri møguleikar at vaksa og skapa arbeiðspláss, má tað gerast lættari og bíligari at reka vinnu í Føroyum, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag. Seinnu árini er tað vorðið bæði truplari og dýrari hjá føroyskum fyritøkum at virka, tí umsitingarkrøvini eru vorðin fleiri, samstundis sum gjøld og avgjøld til tað almenna eru hækkað.

Felagið vísir á, at nógv umsitingartung lóggáva er sett í verk, sum krevur bæði tíð, orku og tilfeingi at seta í verk og halda við líka. Hetta rakar allar fyritøkur, men serliga tær smáu og miðalstóru, sum ofta hava avmarkaðar umsitingarligar førleikar og færri starvsfólk at bera arbeiðsbyrðuna.

Tá ið kostnaðurin av at reka vinnu veksur, verður torførari hjá fyritøkum at menna seg, gera íløgur og skapa nýggj arbeiðspláss. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at hetta ikki bara hevur týdning fyri einstøku fyritøkuna, men eisini fyri føroyska búskapin og menningina kring alt landið.

Tí ynskir felagið, at komandi landsstýri gjøgnumgongur lógarverk, gjøld og avgjøld við tí endamáli at minka um byrðarnar hjá vinnufyritøkum.

Boðskapurin er greiður: Tað eigur at gerast lættari at reka fyritøku í Føroyum, tí lægri umsitingarligar og almennar byrðar styrkja bæði føroyskt vinnulív, kappingarførið og møguleikarnar fyri vøkstri og arbeiðsplássum.

 

Niels Winther

Niels

Stjóri

739906

Stutt um felagið
Føroya Arbeiðsgevarafelag er meginfelag fyri føroyskar arbeiðsgevarar á privata arbeiðsmarknaðinum og er røddin hjá privatu vinnuni á vinnupolitiska- og arbeiðsmarknaðarøkinum. Felagið eigur og rekur Vinnuhúsið, har skrivstovan hjá felagnum heldur til.