17395

Tíðin er komin at eftirmeta broytingarnar á bilasøluøkinum

Bilasølufelagið

Bilasølufelagið heitir á komandi landsstýri um at eftirmeta tær mongu broytingarnar á bilasøluøkinum og tryggja vinnuni støðugari karmar frameftir.

Eftir fleiri ár við broytingum og nýggjum avgjøldum vil Bilasølufelagið nú hava eina heildareftirmeting av bilasøluøkinum. Nógvar skiftandi reglur og nógv avgjaldsbroytingar hava skapt ótryggar karmar fyri vinnuna og gjørt tað torført at leggja langtíðarætlanir.

Seinastu árini eru reglurnar broyttar ár um ár. Millum annað eru avgjøldini hækkað nógv, MVG-afturberingin fyri elbilar er minkað, hybridbilar eru vorðnir dýrari, og treytirnar fyri leigubilar eru broyttar. Hetta hevur sambært Bilasølufelagnum ført til eina støðu, har søla av brúktum leigubili nú kann vera dýrari enn søla av nýggjum bili. Samstundis hevur keypiorkan hjá privatum ikki megnað at fylgt við teimum hækkaðu avgjøldunum.

Tí heldur Bilasølufelagið, at tað er neyðugt at steðga á og kanna, um broytingarnar hava havt ta ætlaðu búskaparligu effektina. Felagið vil hava myndugleikarnar at samanbera verandi úrslit við tær væntanir, sum lógu til grund fyri avgjaldsbroytingunum, og á tí grundarlagi meta um skipanina sum heild.

Boðskapurin frá Bilasølufelagnum er greiður: Føroyum tørvar ein skipan, sum bæði tryggjar landskassanum inntøkur og samstundis gevur vinnuni og keyparum støðugar og rímiligar karmar á bilamarknaðinum.

 

Marius Thomassen

Marius

Ráðgevi

739905

Stutt um felagið
Bilasølufelagið varð stovnað 14. februar 2024. Endamál felagsins er at savna føroyskar bilasølur í eitt felag, sum skal virka fyri felags áhugamál limanna.