Valid 2019 Valid 2019
Samskifti

Afturlatið fyri føroyskum

Samskifti ynskir, at arbeitt verður málrættað fyri at fáa føroyskt mál góðkent hjá Google, og at fáa Føroyar fult góðkendar sum land í Google høpi.

Tað stutta av tí langa

Føroyar hava enn ikki fingið fulla góðkenning í heimsins størstu leitimaskinu. Hetta ávirkar arbeiðið og kappingarførið hjá samskiftisvinnuni og okkara kundum. Men hetta hevur eisini støðug lógarbrot við sær.

Føroyska marknaðarføringslógin er greið, at tú bert hevur loyvi at lýsa á føroyskum til føroyingar. Hetta vilja okkara limir sjálvandi liva upp til. 

 

Men tá føroyska málið ikki er góðkent av Google, uppliva vit støðugt oftari, at lýsingarnar á føroyskum verða avvístar av Google, tí føroyska málið ikki er góðkent. Samstundis kunnu útlendskir veitarar lýsa á eitt nú enskum, donskum ella enntá íslendskum inni á føroyskum telefonum og teldum, eisini hóast hetta sambært føroyskari lóg ikki er lógligt.

 

Heimsins nógv størsta filmsavn er heldur ikki meira enn hálvopið fyri føroyingar, tí Google eigur Youtube, og stýrir tí eisini rættindunum hjá føroyska málinum har.

 

Føroyskar fyritøkur, ið verða rætt skrásetttar hjá Google, kunnnu ikki hava Youtubekanalir í egnum navni, men fáa boðini, at henda tænasta ikki er opin fyri føroyingar.

 

Youtube rindar pening til eigarar av tilfari, ið verður víst á Youtuberásum. Hetta er vorðið ein ídnaður fyri fólk, ið skapa tilfar til sína Youtube kanal, eitt nú filmskaparar, tónleikarar og vit hava enntá fingið ein vinnuveg, ið eitur youtube’arar.

 

Gjaldið fyri vísingar verður fíggjað við lýsingum, ið eisini føroyskir brúkarar fáa vístar, og lýsingum, ið føroyskir lýsarar gjalda fyri. Men til ber ikki hjá føroyingum at fáa tílík útgjøld, tí hesin møguleiki ikki er galdandi á føroyska marknaðinum. Hetta er sostatt ein einvegis peningastreymur av landinum.

 

Vit heita á eitt komandi landsstýri um at seta seg í samband við Youtube fyri at tryggja, at Føroyar ikki longur verða eftirbátur á hesum økinum.

 

Innsløg, kjak og viðmerkingar

Samskifti í stuttum

Reklamufelagið, sum í 2009 hevur broytt navn til Samskifti, varð stovnað í 2002. Endamál felagsins er at savna føroysku lýsingarfyritøkurnar og taka sær av teirra yrkisligu, felagsligu og fíggjarligu áhugamálum.

 

Flestu føroysku lýsingarfyritøkur eru limir í Samskifti.

 

Samskifti hevur skrivstovu í Vinnuhúsinum.

Kontaktpersónur

Lena L. Mohr, forkvinna í Samskifti

lena@sansir.fo

 

Marius Thomassen, ráðgevi

marius@industry.fo

 

Nevndin í Samskifti:

Lena L. Mohr, nevndarformaður

Jógvan Andersen, næstformaður

Michael Koba

Niels Uni Dam