Valid 2019 Valid 2019
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Betri atgongd til arbeiðsmegi

 - og hetta eigur ikki at vera avmarkað til ES-borgarar

Tað stutta av tí langa

Skipanin við forhondsgóðkenning av fyritøkum at seta í starv útlendska arbeiðsmegi eigur at verða víðkað. Mælt verður til, at 3,5% markið verður tikið burtur, og at skipanin við forhondsgóðkenning verður galdandi yvirhøvur, ikki einans fyri ES-borgarar.

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til, at skipanin við forhondsgóðkenning av fyritøkum at seta í starv útlendska arbeiðsmegi verður víðkað.

 

Føroyski arbeiðsmarknaðurin er opin, og føroyingar hava frælsi at flyta seg út um landoddarnar eftir nýggjum størvum – eisini um líknandi størv eru at fáa í Føroyum. Um hetta framhaldandi skal vera soleiðis, er neyðugt, at eisini føroyskir arbeiðsgevarar fáa fríar ræsur til at fáa arbeiðsmegi inn um landoddarnar.

 

Arbeiðsloysið í Føroyum er nú lægri enn tað hevur verið leingi, ja kanska nakrantíð. At tað er trupult hjá vinnulívinum at manna tey størv, sum eru tøk, er ein sannroynd. Og tað er eisini ein sannroynd, at hetta hevur ført til eitt størri lønartrýst, enn tær góðu tíðirnar einsamallar eru orsøk til.

Í mun til ES-londini hava føroyskar fyritøkur lættari atgongd til arbeiðsmegi, tá arbeiðsloysið í Føroyum fer niðurum 3,5 %. Vit eru langt niðanfyri 3,5 % nú, og ES-skipanin er við til at lætta um atgongdina til arbeiðsmegi, men hetta er tó als ikki nokk.

ES-arbeiðsmarknaðurin er nú so mikið væl troyttur fyri arbeiðsmegi, at tað er trupult at finna starvsfólk gjøgnum ta skipanina. 

Arbeiðsloysið í ES er eisini lágt, og tí er ikki líka nógv, sum eru áhugað í at fara uttanlands at arbeiða. Føroyskum vinnulívi tørvar lættari atgongd til arbeiðsmegi yvirhøvur.

 

Til valið í 2015 hevði Føroya Arbeiðsgevarafelag tað valynski, at 3,5 % markið skuldi takast burtur. Tá var arbeiðsloysið um 3 %. So hóast Føroya Arbeiðsgevarafelag framhaldandi hevur tí greiðu støðu, at markið á 3,5 % eigur at verða tikið burtur, so er hetta als ikki nokk í mun til verandi støðu á arbeiðsmarknaðinum.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir tí til, at skipanin við forhondsgóðkenning av fyritøkum at taka ímóti arbeiðsmegi verður gjørd generel fyri allan heimin ella í øllum førum nógv fleiri lond.

 

Tað er avgerandi fyri ein vælvirkandi føroyskan arbeiðsmarknað og eitt sterkt vinnulív, at føroyski arbeiðsmarknaðurin altíð er nóg opin til at manna tey størv, sum tøk eru.  

 

Innsløg, kjak og viðmerkingar

Føroya Arbeiðsgevarafelag í stuttum

Føroya Arbeiðsgevarafelag er meginfelag fyri føroyskar arbeiðsgevarar.

Endamálið við Føroya Arbeiðsgevarafelag er at standa fyri sáttmálasamráðingum við løntakarafeløgini. Umframt hetta er endamálið m.a. eisini at gera sína ávirkan galdandi á yvirskipaða arbeiðsmarknaðar- og vinnulóggávu og annars í øllum sínum virki at fremja áhugamál hjá arbeiðsgevarum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag varðar av 40 ymiskum sáttmálum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Hesir sáttmálar fevna um meginpartin av privata arbeiðsmarknaðinum á landi umframt hjá farmaflotanum.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur eina 7 manna nevnd, sum verður vald av limunum á árliga aðalfundi felagsins Limir felagsins eru einstakar fyritøkur, sum eru beinleiðis limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Harafturat eru fýra arbeiðsgevarasamskipaninar limir í felagnum. Tær eru Føroya Handverksmeistarafelag, Reiðarafelagið fyri Farmaskip, Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum og Føroya Prentsmiðjufelag. Fyritøkur sum eru limir her, eru umvegis hesar eisini limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Í lógunum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag stendur, at nevndin skal veljast soleiðis, at hon umboðar tær ymisku vinnugreinarnar og landið, so væl sum til ber.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag stimbrar sínum limum at taka seg saman í vinnugreinafeløg. Hetta verður gjørt fyri, at vinnugreinar skulu kunnu megna at hava greiðari profil og ávirkan á teirra vinnuøki.

Føroya Arbeiðsgevarafelag stendur fyri og myndar raksturin av Vinnuhúsinum, har eisini skrivstova hjá felagnum er.

Sum meginfelag fyri vinnuna tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag sær av nógvum ymiskum uppgávum:

• Felags sáttmálar fyri vinnuna: Vegna vinnuna ger Arbeiðsgevarafelagið sáttmálar við løntakarafeløgini, ið tryggja støðug viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum og tálma lønarvøkstri í mestan mun.

 

• Ráðgeving og tænasta: Felagið veitir limum sínum holla ráðgeving og tænastu á hesum økjum: Sáttmálaviðurskiftum, starvsfólkaviðurskiftum og leiðslu, lógir og reglugerðir á vinnuøkinum. Harumframt virkar umsitingin í Vinnuhúsinum sum sambindingarlið við vinnu í øðrum londum, partvíst gjøgnum samstarv okkara við vinnufeløg í grannalondunum og partvíst, tí at útlendsk feløg, sum vilja samstarva við føroyska vinnu, venda sær til felagið.

 

• Politisk ávirkan: Vinnunnar vegna verður arbeitt við at ávirka allar tær lógir og reglugerðir, sum landsstýrið, løgting, umsiting, stovnar og kommunur seta í verk, soleiðis at hesar tæna og ikki darva vinnuni. Talan er her um yvirskipaðar vinnupolitiskar karmar, ikki serstakar karmar fyri ávísar vinnugreinar. Arbeiðsgevarafeløgini eru umboðað í nógvum ymiskum stýrum, nevndum og ráðum, ið seta karmar fyri føroyska samfelagið og framtíð okkara, og gera her sína ávirkan galdandi, so vinnusjónarmið vinna frama. Hettar tryggjar limum okkara, at tað eisini framyvir gerst liviligt fyri fólkið við fyritakssemi og hugskotum. Felagið ger sostatt alt fyri at ávirka skipanir, sum eru viðkomandi fyri vinnuna.

 

• Kunning: Føroya Arbeiðsgevarafelag veitir kunning um privatu vinnuna, vinnulig viðurskiftir og tann týdning, vinnan hevur fyri samfelagið, bæði úteftir og gjøgnum føroyskar miðlar. Felagið skipar eisini fyri kunningartiltøkum o.l. fyri limunum. Hetta snýr seg í mestan mun um broytingar í lóggávu o.l.

 

• Fundir og orðaskifti fyri leiðslurnar innan vinnuna: Føroya Arbeiðsgevarafelag nýtir Vinnuhúsið sum miðdepil fyri vinnuligum og vinnupolitiskum orðaskifti, og har verða bond knýtt millum leiðarar í privatu vinnunu - eisini tá Vinnuhúsið er karmur um vitjanir uttaneftir. Arbeiðsgevarafelagið setur eisini eftir tørvi arbeiðsbólkar at greina mál og stevnur fyri føroyska vinnu - mál og stevnur, sum ofta gerast hornasteinar í almenna vinnupolitikkinum.

 

Samband

Bogi Jacobsen, nevndarformaður

bogi@vardin.fo

 

Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum

marita@industry.fo

 

 

Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag:

Bogi Jacobsen, formaður

Høgni Hansen, næstformaður

Kristoffur Laksá

Jón Sigurdsson

Fróði Magnussen

Jens Meinhard Rasmussen

Árni Ellefsen

Odd Eliasen

Jóhanna á Bergi