Valid 2019 Valid 2019
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Dagførið vinnupolitikkin

Altavgerandi fyri føroyskt vinnulív er, at vinnupolitikkurin verður dagførdur og frameftir verður brúktur sum vegvísari, tá politisk átøk verða framd.

Tað stutta av tí langa

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til, at tað almenna setir sær fyri at dagføra vinnupolitikkin frá 2005 við støði í OECD-tilmælunum um best practice innan vinnupolitikk fyri at økja enn meira um virðisskapanina í Føroyum og at atlit verða tikin til orðaða vinnupolitikkin í øllum teimum politisku avgerðunum, sum verða tiknar.

Fokus eigur at verða sett á, hvat skal til fyri, at vinnan framyvir økir enn meira um virðisskapanina og soleiðis kann geva enn størri íkast til samfelagsbúskapin.

 

Eitt boð uppá ein skilagóðan vinnupolitikk er sambært OECD:

 at lata kapital og arbeiðsmegi verða brúkt har, tey skapa størst møguligt avkast og

 at stuðlað verður undir menning av produktivitetinum hjá einstaka starvsfólkinum og einstøku fyritøkuni, serliga gjøgnum betri gagnnýtslu av KT, menning av innovatión og betraðar leiðslu og arbeiðsgongdir.

 

Politisku ynskini um at gera eina rímuliga fordeiling av teimum virðum, sum verða skapt, eiga ikki at føra til ein øðrvísi vinnupolitikk. Í staðin eigur tað at vera ein burðardyggur skatta- og avgjaldspolitikkur, sum verður brúktur at býta virðini millum borgararnar í samfelagnum. Býtispolitikkur skal ikki førast við at forða vinnufyritøkum í at taka rationellar avgerðir fyri sína framleiðslu.

 

Vinnupolitiska uppgávan hjá tí almenna er sostatt partvíst at taka burtur forðingar fyri, at kapitalur og arbeiðsmegi verður brúkt, har hesi skapa størst møguligt avkast. Ofta er besti mátin bara at lata marknaðin fáa frið og so heldur dúva uppá generellar reguleringar, sum tryggja okkum móti ótilætlaðum avleiðingum. Eitt nú at vit fara væl við okkara umhvørvi, og at kappingin er jøvn og effektiv.

 

 

Óheppin gongd

Seinastu árini hava vit sæð fleiri dømi um eina óhepna gongd, har almennar fyritøkur og stovnar fara inn á øki, sum vanliga verða hildin at liggja best í privatu vinnuni. Tá eigarin ikki er privatur, er ikki sama krav til avkast sum í einari privatari fyritøku, og órentabult virksemi kann tí halda fram í longri tíð í mun til støðuna, har eigarin er privatur. Tað er tí umráðandi, at tað almenna áhaldandi tryggjar sær, at almennu partafeløgini og stovnarnir halda seg til sínar kjarnuuppgávur og ikki breiða seg út á øki, sum meira effektivt verða loyst av tí privata. Um tað ikki er nóg áhugavert at fáast við tað virksemi, sum almenna partafelagið ella stovnurin varð settur at røkja, er tíðin kanska komin at steðga virksemið ella at selja fyritøkuna.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag í stuttum

Føroya Arbeiðsgevarafelag er meginfelag fyri føroyskar arbeiðsgevarar.

Endamálið við Føroya Arbeiðsgevarafelag er at standa fyri sáttmálasamráðingum við løntakarafeløgini. Umframt hetta er endamálið m.a. eisini at gera sína ávirkan galdandi á yvirskipaða arbeiðsmarknaðar- og vinnulóggávu og annars í øllum sínum virki at fremja áhugamál hjá arbeiðsgevarum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag varðar av 40 ymiskum sáttmálum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Hesir sáttmálar fevna um meginpartin av privata arbeiðsmarknaðinum á landi umframt hjá farmaflotanum.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur eina 7 manna nevnd, sum verður vald av limunum á árliga aðalfundi felagsins Limir felagsins eru einstakar fyritøkur, sum eru beinleiðis limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Harafturat eru fýra arbeiðsgevarasamskipaninar limir í felagnum. Tær eru Føroya Handverksmeistarafelag, Reiðarafelagið fyri Farmaskip, Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum og Føroya Prentsmiðjufelag. Fyritøkur sum eru limir her, eru umvegis hesar eisini limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Í lógunum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag stendur, at nevndin skal veljast soleiðis, at hon umboðar tær ymisku vinnugreinarnar og landið, so væl sum til ber.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag stimbrar sínum limum at taka seg saman í vinnugreinafeløg. Hetta verður gjørt fyri, at vinnugreinar skulu kunnu megna at hava greiðari profil og ávirkan á teirra vinnuøki.

Føroya Arbeiðsgevarafelag stendur fyri og myndar raksturin av Vinnuhúsinum, har eisini skrivstova hjá felagnum er.

Sum meginfelag fyri vinnuna tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag sær av nógvum ymiskum uppgávum:

• Felags sáttmálar fyri vinnuna: Vegna vinnuna ger Arbeiðsgevarafelagið sáttmálar við løntakarafeløgini, ið tryggja støðug viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum og tálma lønarvøkstri í mestan mun.

 

• Ráðgeving og tænasta: Felagið veitir limum sínum holla ráðgeving og tænastu á hesum økjum: Sáttmálaviðurskiftum, starvsfólkaviðurskiftum og leiðslu, lógir og reglugerðir á vinnuøkinum. Harumframt virkar umsitingin í Vinnuhúsinum sum sambindingarlið við vinnu í øðrum londum, partvíst gjøgnum samstarv okkara við vinnufeløg í grannalondunum og partvíst, tí at útlendsk feløg, sum vilja samstarva við føroyska vinnu, venda sær til felagið.

 

• Politisk ávirkan: Vinnunnar vegna verður arbeitt við at ávirka allar tær lógir og reglugerðir, sum landsstýrið, løgting, umsiting, stovnar og kommunur seta í verk, soleiðis at hesar tæna og ikki darva vinnuni. Talan er her um yvirskipaðar vinnupolitiskar karmar, ikki serstakar karmar fyri ávísar vinnugreinar. Arbeiðsgevarafeløgini eru umboðað í nógvum ymiskum stýrum, nevndum og ráðum, ið seta karmar fyri føroyska samfelagið og framtíð okkara, og gera her sína ávirkan galdandi, so vinnusjónarmið vinna frama. Hettar tryggjar limum okkara, at tað eisini framyvir gerst liviligt fyri fólkið við fyritakssemi og hugskotum. Felagið ger sostatt alt fyri at ávirka skipanir, sum eru viðkomandi fyri vinnuna.

 

• Kunning: Føroya Arbeiðsgevarafelag veitir kunning um privatu vinnuna, vinnulig viðurskiftir og tann týdning, vinnan hevur fyri samfelagið, bæði úteftir og gjøgnum føroyskar miðlar. Felagið skipar eisini fyri kunningartiltøkum o.l. fyri limunum. Hetta snýr seg í mestan mun um broytingar í lóggávu o.l.

 

• Fundir og orðaskifti fyri leiðslurnar innan vinnuna: Føroya Arbeiðsgevarafelag nýtir Vinnuhúsið sum miðdepil fyri vinnuligum og vinnupolitiskum orðaskifti, og har verða bond knýtt millum leiðarar í privatu vinnunu - eisini tá Vinnuhúsið er karmur um vitjanir uttaneftir. Arbeiðsgevarafelagið setur eisini eftir tørvi arbeiðsbólkar at greina mál og stevnur fyri føroyska vinnu - mál og stevnur, sum ofta gerast hornasteinar í almenna vinnupolitikkinum.

 

Samband

Bogi Jacobsen, nevndarformaður

bogi@vardin.fo

 

Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum

marita@industry.fo

 

 

Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag:

Bogi Jacobsen, formaður

Høgni Hansen, næstformaður

Kristoffur Laksá

Jón Sigurdsson

Fróði Magnussen

Jens Meinhard Rasmussen

Árni Ellefsen

Odd Eliasen

Jóhanna á Bergi