Valid 2019 Valid 2019
Handilsvinnufelagið

Ein samskipað føroysk pantskipan

Handilsvinnufelagið hevur í fleiri ár arbeitt við eini felags pantskipan, har brúkarin sleppir av við øll síni endurnýtsluíløt á einum stað. Loysnin er ein einkul og smidlig pantskipan, sum er sergjørd til føroysk viðurskifti, og sum setur brúkaran og harvið eisini umhvørvið í fremstu røð.

Eyðvør Berg, formaður í Handilsvinnufelagnum

Tað stutta av tí langa

Gerið neyðugu lógarkarmarnar, so føroyingar fáa eina nútímans pantskipan til endurnýtsluíløt borgarum og umhvørvinum at frama.

Nýggja skipanin skal veita eina skynsama útbýting og afturbering av endurnýtsluíløtum við hesum umhvørvismálum fyri eyga:

• Fáa so nógv endurnýtsluíløt innaftur sum gjørligt

• Tað skal vera lætt at sleppa av við endurnýtsluíløt

Loysnin hjá Handilsvinnufelagnum leggur pantiskipanina í Føroyum í fastar og skipaðar karmar og setur brúkaran og umhvørvið í fyrstu røð. Loysnin minkar munandi um sundurskiljingaruppgávuna hjá handlunum, soleiðis at handfaringin í handlunum gerst skynsamari og umsitingin av pantinum minni.

 

Ítøkiliga uppskotið um pantiskipan hevur Handilsvinnufelagið handað Heilsu- og innlendismálaráðnum í februar 2018.

 

Uppskotið hjá Handilsvinnufelagnum er grundað á, at neyðugt er at samskipa fyrisitingina av pantinum í eitt felag við skynsamum rakstri borgara, samfelagi og umhvørvi at gagni. Nýggja pantskipanin skal tryggja, at brúkarar sleppa av við øll síni endurnýtsluíløt á einum stað. Harafturat hevur tað týdning, at endurnýtsluíløt verða sædd sum handilsvøra, og at tað skal loysa seg hjá handlunum at taka ímóti endurnýtsluíløtum. Skipanin skal tryggja lágar prísir til brúkaran, og verður virksemið tí regluliga tillagað.

 

Innsavningin av endurnýtsluíløtum gevur í dag sítt íkast til at skapa ein rúmligan arbeiðsmarknað, har rúm er fyri øllum, og hildið fer at verða fram eftir sama leisti í framtíðini. Við nýggju pantskipanini arbeiða vit fyri eini felags søk og taka felags tøk við skynsemi og samfelagsanda fremst í huga.

 

Skipað verður fyri, at ein góðgerðarpulja verður sett á stovn, eins og ein árlig heiðursløn verður handað til umhvørvisvinarligt endamál. Tað verður mett týdningarmikið, at pantskipanin verður sjónlig í samfelagnum og eggjar fólki til at hugsa um umhvørvið.

Málið er, at umhvørvisliga tilvitanin millum fólk fer at økjast, so hvørt sum skipanin festir røtur í samfelagnum.

Innsløg, kjak og viðmerkingar

Handilsvinnufelagið í stuttum


Handilsvinnufelagið hevur til endamáls at savna føroyska handilsvinnu í ein vinnufelagsskap at útinna felags áhugamál.
 
Í virki sínum skal felagið skipa fyri felags menning í vinnugreinini, bæði í virkjunum, og av teimum karmum virkað verður undir. Millum limirnar skal felagið stuðla undir samskifti og førleikamenning, og úteftir virka sum felags málgagn mótvegis myndugleikum, stovnum og aðrari vinnu, herundir.
 

- Menna og ávirka útbúgvingarskipanina fyri handilsvinnuna

- Betra um rekrutering av arbeiðsmegi til vinnugreinina

- Menna handilsvinnu gjøgnum kunning og skeið

- Greina og vísa á týdningin av handislvinnuni

- Ávirka og menna karmarnar fyri at reka handilsvinnu

- Hoyring av lóggávu

- Lobbyvirksemi

Samband

Regin W. Dalsgaard, næstformaður í Handilsvinnufelagnum

rwd@sms.fo 

 

Mortan Simonsen, ráðgevi

mortan@industry.fo

 

Nevndin í Handilsvinnufelagnum:

Eyðvør Berg, nevndarformaður

Regin W. Dalsgaard, næstformaður

Gunnar Mohr

Sophus Dal Christiansen

Áki Poulsen