Valid 2019 Valid 2019
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Føroya Arbeiðsgevarafelag ynskir lægri lønarskattir

Føroyskir arbeiðsgevarar skulu ikki bert kappast við útlendskar arbeiðsgevarar um at gjalda eina kappingarføra løn, teir skulu eisini kappast við lægri lønarskatt í granna­londu­num. Ikki nokk við tað, so fær føroysk abeiðsmegi harumframt fíggjarligan stuðul úr lands­kassa­­num at fara uttanlands at arbeiða fyri útlendskar arbeiðsgevarar.

Tað stutta av tí langa

Fyri at fáa fólk og vinnu at arbeiða og gera íløgur í Føroyum, er neyðugt at gera føroysku skattaskipanina meira kappingarføra við at lækka vanliga lønarskattin og strika frádráttir og serskipanir, sum eggjar føroyskari arbeiðsmegi at leita aðrastaðni at arbeiða

Føroya Arbeiðsgevarafelag dugir ikki at finna nakra grundgeving fyri, at útlendskir arbeiðs­gevarar fáa óbeinleiðis fíggjarligan stuðul úr landskassanum at seta føroyska arbeiðs­megi, serliga í hesum tíðum, nú tørvurin á arbeiðsmegi er ovurhonds stórur í Føroyum.

 

Føroyska skattaskipanin virkar sostatt kappingaravlagandi mótvegis føroyskum arbeiðs­gevarum, og føroyska skattaskipanin eigur at verða grundleggjandi broytt yvir eitt longri áramál, soleiðis at fólk og vinna velja at arbeiða og gera íløgur í Føroyum.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til at lækka vanliga lønarskattin og at breiðka skatta­grundar­lagið við at strika ymsar frádráttir, stuðlar og serskipanir, sum eggjar føroyskari arbeiðsmegi at fara uttanlands at arbeiða.

 

Tað skal undirstrikast, at tilmælið at strika frádráttir og serskipanir er liður í einari langtíðarætlan at lækka vanliga lønarskattin í Føroyum, men hetta er neyvan nóg mikið til at fíggja nakran skattalætta, sum veruliga munar nakað hjá vanliga lønmóttakaranum.

Ein veruligur og munagóður skattalætti hjá vanliga løntakaranum má tí fremjast yvir eitt longri áramál, har vanligi lønarskatturin stigvíst verður lækkaður, samstundis sum frádráttir og serskipanir verða strikaðar og ymisk borgara- og tænastugjøld koma inn í myndina.

Hetta má gerast í tøttum samstarvi og verða væl samskipa millum land og kommunur, annars kemst ikki á mál við einari slíkari nýskipan av føroysku skattaskipanini.

Innsløg, kjak og viðmerkingar

Føroya Arbeiðsgevarafelag í stuttum

Føroya Arbeiðsgevarafelag er meginfelag fyri føroyskar arbeiðsgevarar.

Endamálið við Føroya Arbeiðsgevarafelag er at standa fyri sáttmálasamráðingum við løntakarafeløgini. Umframt hetta er endamálið m.a. eisini at gera sína ávirkan galdandi á yvirskipaða arbeiðsmarknaðar- og vinnulóggávu og annars í øllum sínum virki at fremja áhugamál hjá arbeiðsgevarum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag varðar av 40 ymiskum sáttmálum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Hesir sáttmálar fevna um meginpartin av privata arbeiðsmarknaðinum á landi umframt hjá farmaflotanum.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur eina 7 manna nevnd, sum verður vald av limunum á árliga aðalfundi felagsins Limir felagsins eru einstakar fyritøkur, sum eru beinleiðis limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Harafturat eru fýra arbeiðsgevarasamskipaninar limir í felagnum. Tær eru Føroya Handverksmeistarafelag, Reiðarafelagið fyri Farmaskip, Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum og Føroya Prentsmiðjufelag. Fyritøkur sum eru limir her, eru umvegis hesar eisini limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Í lógunum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag stendur, at nevndin skal veljast soleiðis, at hon umboðar tær ymisku vinnugreinarnar og landið, so væl sum til ber.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag stimbrar sínum limum at taka seg saman í vinnugreinafeløg. Hetta verður gjørt fyri, at vinnugreinar skulu kunnu megna at hava greiðari profil og ávirkan á teirra vinnuøki.

Føroya Arbeiðsgevarafelag stendur fyri og myndar raksturin av Vinnuhúsinum, har eisini skrivstova hjá felagnum er.

Sum meginfelag fyri vinnuna tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag sær av nógvum ymiskum uppgávum:

• Felags sáttmálar fyri vinnuna: Vegna vinnuna ger Arbeiðsgevarafelagið sáttmálar við løntakarafeløgini, ið tryggja støðug viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum og tálma lønarvøkstri í mestan mun.

 

• Ráðgeving og tænasta: Felagið veitir limum sínum holla ráðgeving og tænastu á hesum økjum: Sáttmálaviðurskiftum, starvsfólkaviðurskiftum og leiðslu, lógir og reglugerðir á vinnuøkinum. Harumframt virkar umsitingin í Vinnuhúsinum sum sambindingarlið við vinnu í øðrum londum, partvíst gjøgnum samstarv okkara við vinnufeløg í grannalondunum og partvíst, tí at útlendsk feløg, sum vilja samstarva við føroyska vinnu, venda sær til felagið.

 

• Politisk ávirkan: Vinnunnar vegna verður arbeitt við at ávirka allar tær lógir og reglugerðir, sum landsstýrið, løgting, umsiting, stovnar og kommunur seta í verk, soleiðis at hesar tæna og ikki darva vinnuni. Talan er her um yvirskipaðar vinnupolitiskar karmar, ikki serstakar karmar fyri ávísar vinnugreinar. Arbeiðsgevarafeløgini eru umboðað í nógvum ymiskum stýrum, nevndum og ráðum, ið seta karmar fyri føroyska samfelagið og framtíð okkara, og gera her sína ávirkan galdandi, so vinnusjónarmið vinna frama. Hettar tryggjar limum okkara, at tað eisini framyvir gerst liviligt fyri fólkið við fyritakssemi og hugskotum. Felagið ger sostatt alt fyri at ávirka skipanir, sum eru viðkomandi fyri vinnuna.

 

• Kunning: Føroya Arbeiðsgevarafelag veitir kunning um privatu vinnuna, vinnulig viðurskiftir og tann týdning, vinnan hevur fyri samfelagið, bæði úteftir og gjøgnum føroyskar miðlar. Felagið skipar eisini fyri kunningartiltøkum o.l. fyri limunum. Hetta snýr seg í mestan mun um broytingar í lóggávu o.l.

 

• Fundir og orðaskifti fyri leiðslurnar innan vinnuna: Føroya Arbeiðsgevarafelag nýtir Vinnuhúsið sum miðdepil fyri vinnuligum og vinnupolitiskum orðaskifti, og har verða bond knýtt millum leiðarar í privatu vinnunu - eisini tá Vinnuhúsið er karmur um vitjanir uttaneftir. Arbeiðsgevarafelagið setur eisini eftir tørvi arbeiðsbólkar at greina mál og stevnur fyri føroyska vinnu - mál og stevnur, sum ofta gerast hornasteinar í almenna vinnupolitikkinum.

 

Samband

Bogi Jacobsen, nevndarformaður

bogi@vardin.fo

 

Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum

marita@industry.fo

 

 

Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag:

Bogi Jacobsen, formaður

Høgni Hansen, næstformaður

Kristoffur Laksá

Jón Sigurdsson

Fróði Magnussen

Jens Meinhard Rasmussen

Árni Ellefsen

Odd Eliasen

Jóhanna á Bergi