Valid 2019 Valid 2019
Ráðgevarafelagið

Føroyar sjálvbjargnar við ráðgevaratænastum

Selmar Nielsen, nevndarformaður í Ráðgevarafelagnum

Tað stutta av tí langa

Ongin orsøk er til, at útlendskar fyritøkur gera arbeiðini fyri okkum. Vit duga sjálvi, tí vit hava vitanina og royndirnar!

Í Ráðgevarafelagnum eru 26 arkitekta- og verkfrøðingafyritøkur við út við 200 starvsfólkum.

 

Farnu hálvu øldina hava hesar fyritøkurnar prógvað, at tær megna at standa fyri øllum sløgum av verkætlanum í Føroyum.

 

Tær hava prosjekterað tunlar, havnir, orkuverk, farstøðir, ellisheim, sjúkrahús, framleiðsluvirkir, skúlar, ítróttarhallir, kirkjur og mangar aðrar verkætlanir.

 

Okkara boðskapur í Ráðgevarafelagnum er tí greiður:

 

Ongin orsøk er til, at útlendskar fyritøkur gera arbeiðini fyri okkum. Vit duga sjálvi, tí vit hava vitanina og royndirnar!

 

Innsløg, kjak og viðmerkingar

Ráðgevarafelagið í stuttum


Endamál felagsins er at savna allar ráðgevandi fyritøkur við heimstaði í Føroyum, serliga í byggivinnuni at útinna felags áhugamál. Í virki sínum skal felagið skipa fyri felags menning í vinnugreinini, bæði í virkjunum, og av teimum karmum virkað verður undir. Millum limirnar skal felagið stuðla undir samskifti og førleikamenning, og úteftir virka sum felags málgagn mótvegis myndugleikum, stovnum og aðrari vinnu.
 
Eitt av týdningnarmestu málunum, sum felagið ætlar at taka upp beinanvegin er, at fáa samband við almenna byggiharran um, hvørji viðurskifti skulu vera galdandi, tá byggiverkætlanir verða skipaðar. Ráðgevarafelagið heldur, at tað er av alstórum týdningi, at føroyskar fyritøkur fáa javnbjóðis høvi at bjóða seg fram ájavnt við útlendskar fyritøkur. Dømi eru um útbjóðingar har føroyskar ráðgevandi fyritøkur ikki hava fingið javnbjóðis møguleikar.
 

Samband

Selmar Nielsen, nevndarformaður

sn@sna.fo

 

Marita Rasmussen, ráðgevi

marita@industry.fo

 

Nevndin í Ráðgevarafelgnum:

Selmar Nielsen, formaður

Eyðbjørn Brimnes, næstformaður

Rúni Abrahamsen

Árni  Jacobsen

Klæmint Eliasen