Valid 2019 Valid 2019
Ferðavinnufelagið

Gongd í haga - tørvur á eini landsfevnandi loysn

Nú ferðavinnan er í vøkstri, er freistandi at taka inn gjøld við kassa eitt uttan at bjóða nakað afturfyri. Størsta avbjóðingin í ferðavinnuni í løtuni er óskilið, sum valdar í regluverkinum viðvíkjandi gongd í haga.

Tað stutta av tí langa

Ferðavinnufelagið ynskir, at ein landsfevnandi skipan fyri gongd í haga verður sett í verk, og at atlit verður tikið til gongd í haga í eini nútíðarhóskandi og dagførdari lóggávu og regluverkið á økinum.

Seinastu árini hava ymisk hagastýri og bóndir boðað frá gjøldum og serligum treytum fyri at fáa atgongd til lendi, sum teir eiga ella leiga.

 

Skulu vit tryggja eina burðadygga menning av ferðavinnuni, mugu vit spjaða ferðavinnuna – bæði á árinum, men eisini kring landið, soleiðis at so nógv øki í landinum sum gjørligt kenna ágóðarnar av ferðavinnuni við øktum vøkstri, fleiri starvsmøguleikum, øktum virksemi og fleiri tænastuveitingum.

 

Tess fleiri ymisk gjøld og ymiskar skipanir verða galdandi kring landið, tess torførari og ólagaligari verður tað hjá ferðasmiðjunum at selja túrar kring oyggjarnar, og málið um at spjaða ferðafólkini kring landið gerst torførari at røkka.

 

Tørvur er á at skipa økið, dagføra lóggávuna og seta í verk eina gjøgnumskygda og landsfevnandi skipan, sum tryggjar hóskandi og rímiligar treytir.  Ferðavinnufelagið hevur ta áskoðan, at vit eiga at stimbra menningina av vørum og tænastum kring landið.

Heldur enn at taka gjøld eiga vit at hava tilboð at bjóða ferðafólkunum, sum vit kunnu taka pening fyri.

Ferðavinnufelagið mælir komandi stjórn frá at falla fyri freistingini at leggja gjøld á ferðavinnuna við tí fyri eyga at fáa so nógvan pening sum gjørligt burtur úr hvørjum einstøkum ferðandi. Hetta hevði gjørt, at føroyska ferðavinnan hevði mist kappingarføri. Ferðavinnan er útflutningsvinna og er í kapping við allan heimin. Sum ferðamál eru Føroyar, sum er, eitt kostnaðarmikið ferðamál.

Tað kann skaða umdømi hjá Føroyum sum ferðamál, um vit ikki hava gjøgnumskygdar skipanir við innkrevjing av gjøldum fyri atgongd til náttúruna. Gjald ella ikki gjald, so skal sama reglugerð verða galdandi í øllum landinum.

 

Ferðavinnufelagið í stuttum

Ferðavinnufelagið varð stovnað sum vinnugreinafelag í Vinnuhúsinum í 2008 við tí endamáli at savna allar ferðavinnufyritøkur at útinna felags áhugamál, soleiðis at ferðavinnan gerst týðandi táttur í føroyska búskapinum.

 

Gistingarhús- og Matstovufelag Føroya, sum varð stovnað í 1995, var avtikið í  2010 og lat ognir sínar til Ferðavinnufelagið.  

 

Ferðavinnufelagið fevnir í dag breitt um alla vinnuna og røkir áhugamál limanna. Felagið skipar regluliga fyri skeiðum og fyrilestrum og leggur seg eisini eftir at samansjóða vinnuna við ymsum tiltøkum, sum eggja til samstarv í vinnuni.

 

Ferðavinnufelagið er sjálvstøðugt felag, sum heldur til í skrivstovufelagsskapinum í Vinnuhúsinum saman við øðrum vinnugreinafeløgum.

 

Ferðavinnufelagið er ikki limur í Føroya Arbeiðsgevarafelag, men flestu størru fyritøkurnar í felagnum eru eisini limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Samband

Henny á Líknagøtu, nevndarformaður

henny@smyril-line.fo

 

Birita Johansen, ráðgevi

birita@industry.fo

 

Nevndin í Ferðavinnufelagnum:

Henny á Líknargøtu, formaður

Árni Olsen, næstformaður

Hans Jákup Kollslíð

Sakaris Frederiksen

Aleth Nielsen