Valid 2019 Valid 2019
Havbúnaðarfelagið

Havbúnaðarfelagið ynskir góðar og kappingarførar karmar

Tað besta politiska skipanin kann gera fyri framhaldandi menning av føroyskum havbúnaði, er at skapa góðar, stabilar og kappingarførar karmar kring alivirksemið, bæði vinnupolitiskt og veterinert. Um teir flokkar, sum skipa samgongu aftaná komandi løgtingsval, seta sær hetta fyri, eru góð útlit til burðardyggan vøkstur og at nýggj størv verða skapt í Føroyum. Bæði í sjálvari alivinnuni og hjá undirveitarum.

Tað stutta av tí langa

Fyri at stuðla undir víðari menning og íløgur í føroyskum havbúnaði, og harvið at skapa virksemi og størv í Føroyum, eiga karmanir kring føroyskan havbúnað at verða góðir, stabilir og kappingarførir. 

ST hevur víst á havbúnað sum avgerandi fyri at kunna nøkta tørvin á proteinum í framtíðini. Um vit í Føroyum skulu átaka okkum ein størri leiklut í at veita hágóðsku proteinir til heimin komandi 20 árini, fer hetta at krevja íløgur fyri einar 10 milliardir krónur, sum vinnan bert kann gera, um karmarnir eru nóg góðir og stabilir.

 

Føroyar kann gera seg enn meira galdandi á altjóða pallinum. Vit kunnu fara longur út á hav at ala og harvið tróta okkara egna náttúrutilfeingi enn betur. Vid tí kjarnuvitan vit føroyingar hava uppbygt innan marina og maritima økið, fer hetta at skapa arbeiðspláss og virði til alt samfelagið. Karmarnir, sum beint aftaná aldarskiftið vórðu smíðaðir fyri føroyskan havbúnað, hava viðført munandi vøkstur og nógv fleiri størv í Føroyum. Hesir karmar hava verið við til at skipa eina burðardygga framleiðslu, og samstundis eggjað til íløgur og nýskapan í alivinnuni.

 

At karmarnir kring alivinnuna skulu vera stabilir merkir tó ikki, at teir ongantíð skulu broytast. Um nýggj vitan t.d. vísir á, at tað er skilagott at broyta karmarnar kring alivinnuna, eigur hetta sjálvsagt at verða gjørt. Tað er tó týdningarmikið, at hetta verður lagt væl til rættis, og at broytingar verða viðgjørdar í samstarvi millum vinnu og almennar myndugleikar, áðrenn tær vera settar í verk.

Ítøkiliga ynskir alivinnan sær serliga betri marknaðaratgongd og at lógarverkið stuðlar upp undir burðardyggum vøkstri í alivinnuni, serliga við at geva góðar umstøður fyri at fara longur út á havið at ala.

Marknaðaratgongdin til teir bestu marknaðirnar uttanlands hevur alt at siga fyri eina útflutningsvinnu

Her eru vit í Føroyum sum heild eftirbátur, hóast einstakir glottar eru í løtuni. Um vit taka Kina sum dømi, so hava Chile og Ísland longu fríhandil fyri teirra laksavørur, meðan Noreg er komið langt í fríhandilssamráðingunum. Um Noreg fær fríhandilsavtalu fyri sínar laksavørur, verður tað sera torført fyri ikki at siga ógjørligt at kappast á kinesiska marknaðinum.

 

Fyri at kunna økja um framleiðsluna á burðardyggan hátt er tað eisini avgerandi, at góðir karmar verða skaptir fyri at fara longur út á hav at ala. Tað kann t.d. verða gjørt við at loyva flutning millum alifirðir og opið hav, so tað ber til at gera sær royndir á opnum havi í summarhálvuni, og við at avtaka tøkugjaldið fyri fisk, aldur á opnum havi.

Innsløg, kjak og viðmerkingar

Havbúnaðarfelagið í stuttum

Endamál felagsins

Endamálið hjá Havbúnaðarfelaganum er at savna allar føroyskar alarar til at útinna felags áhugamál og at verja áhugamál limanna. Hetta verður gjørt m.a. við :

· Politiska ávirkan: At ávirka tær lógir og kunngerðir, sum løgting og landsstýri seta í verk, soleiðis at góðir karmar vera um føroysku alivinnuna.

· Umboða vinnuna: Umboða felags áhugamál hjá vinnuni yvirfyri ymiskum myndugleikum o.ø., herundir umhvørvis-, heilsumyndugleikunum, arbeiðseftirlitinum o.ø.

· Verkætlanir og kanningar: Seta í verk arbeiðir og kanningar sum kunnu hækka støði innan alingina, t.d. fyribyrgja fiskasjúkum og útbreiðslu av smittu, og fáa hesa vitan út til limirnar í felagnum.

· Samstarv við útlendska vinnu: Havbúnaðarfelagið er limur í altjóða vinnugreinafeløgunum Federation of European Aquaculture Producers (www.feap.org) og International Salmon Farmers Association (www.salmonfarming.org).


· Hagtøl: Felagið savnar hvørja viku inn hagtøl um samlaðu tøkuna av alilaksi. Tøkuhagtølini verða regluliga løgd á heimasíðuna.

· Gransking og útbúgving: Vera við til at seta granskingarverkætlaninir í gongd, sum limir í felagnum hava áhugað í. Harumframt saman við øðrum at vera við at tillaga útbúgvingartilboð til millumleiðarar og arbeiðsfólk í vinnuni. Somuleiðis at skipa fyri tiltøkum og skeiðum sum hækka førleikan hjá alivinnuni.

 

Havbúnaðarfelagið er vinnufelag fyri føroyskar alarar.

Á hvørjum árið gevur Havbúnaðarfelagið út eina ársfrágreiðing, sum lýsir gongdina í alivinnuni og hvørji mál felagið hevur arbeitt við undanfarna ár.

Samband

Niels Winther, ráðgevi

niels@industry.fo

 

Nevndin í Havbúnaðarfelagnum:

Regin Jacobsen

Atli Gregersen

Hans Jákup Mikkelsen