Valid 2019 Valid 2019
KT-Felagið

Íløgur í KT - ein sparing fyri samfelagið

Skulu Føroyar gera sær nakrar tankar um at fylgja við í talgilda samfelagnum, er neyðugt hjá almennu Føroyum at gera munandi størri íløgur í KT - verkætlanir og viðlíkahald, umframt at størri fokus eigur at vera sett á at keypa føroyskt KT.

Tað stutta av tí langa

KT-felagið viðmælir komandi landsstýri at seta í verk ein almennan keyp-føroyskt politikk og harafturat at seta meira pening av til KT, so Føroyar sum samfelag kann víðarimennast og fylgja við talgildingini sum heild. Tað vil vera til fyrimuns fyri føroyingar.

Menning og viðlíkahald av talgilda samfelagnum

Samfelagið og heimurin rundan um okkum gerst alt meira talgildur, og tað setur krøv til føroyska samfelagið sum heild, um tað ikki skal vera eftirbátur í kappingini við onnur samfeløg.

 

Fyri nøkurm árum síðani setti løgtingið sær fyri at seta meira pening av til talgildingina umvegis Talgildu Føroyar, og tað var eitt gott og neyðugt fyrsta stig á leiðini. Tó er umráðandi, at tað verður hildið fast í menningini av talgilda samfelagnum, og at tað eisini verða avsettar nøktandi upphæddir til viðlíkahald av skipanum og KT-infrakervinum.

KT er vorðin ein so integreraður partur av okkara dagligdegi, at tað vildi verið ómøguligt at fasthildið ein effektivan almennan geira uttan KT-tænasturnar.

Tí er umráðandi at komandi samgonga setur av nøktandi pening til víðarimenning og viðlíkahald av KT-infrakervinum, so vit tryggja framhaldandi vøkstur og effektivisering av samfelagnum.

 

Sammeta vit okkum við onnur norðurlond sum td. Danmark, kundu Føroyar saktans avsett væl meira pening til KT-verkætlanir og viðlíkahald enn gjørt verður í dag. Í almennu Føroyum (land og kommunur), verða brúktar eini 210 mió.kr. árliga, men tað “átti” helst at verið væl hægri, um vit veruliga ynskja at gerast partur í altjóða talgildingini.

 

Um Føroyar avsetti eins nógvan pening til KT innan almenna geiran sum eitt nú Danmark, so vildu Føroyar brúkt eini 450 mió.kr. uppá KT. KT-felagið metir at minni kann eisini gera tað, um Føroyar setur sær fyri at keypa føroysk KT burturav.

Menning og viðlíkahald av føroyskum kreftum

Skulu vit fáa góðar loysnir, sum eru tillagaðar føroyska marknaðin, og sum vit sjálvi hava ræðið á, er umráðandi at arbeiðið verður framt av føroyingum. Tíverri kemur ov ofta fyri, at almennir stovnar bæði keypa útlendskar loysnir og innsoursa veitingar, sum teir bert í lítlan mun megna at útføra. Hetta er stórur bági fyri menning av KT her á landi. Hvørjar orsøkirnar eru til at keypa KT uttanlands, er ilt at gita um. Men tað kann ikki vera tí, at føroyska KT-vinnan ikki megnar at veita neyðugu og ynsktu tænasturnar. Tí tað ger hon í ólukku mát. Hetta sæst m.a. aftur í KT-veitingunum til privatu vinnuna.

 

Tá almennir stovnar keypa KT-vørur og tænastur beinleiðis frá útlendskum veitarum, frásiga almennu Føroyar sær førleikar, vitan, arbeiðspláss og sostatt eisini skattainntøkur. Tað er av stórum týdningi at nýta skattgjaldarans pening so skilagott sum gjørligt. Men hetta verður ikki gjørt við at tveita týdningarmiklar førleikar av landinum fyri ein lítlan (ella ongan) løtuvinning, sum tað er at keypa standardiserað hópframleitt KT. Harafturat eru útlendsku tænasturnar aloftast dýrari enn føroysku loysnirnar.

 

Ofta verður tosað um, at man ikki skal uppfinna tann djúpa tallerkin umaftur. Trupulleikin her er bara, at KT er munandi meira komplekst enn klæðir, køkar og fyri so vítt eisini tallerkar. Tað finnast hópin av dømum um serføroyskar skipanir, sum eru framleiddar til føroyska tørvin, og sum virka munandi betur enn líknandi skipanir uttanlands. Eitt dømi er skattaskipanin. Hon er gjørd í Føroyum til føroysk viðurskiftir.

 

Velja almennir stovnar, og kommunur fyri so vítt, at keypa føroyskt KT, verða førleikarnir mentir í Føroyum. Hetta eru somu førleikar, sum skulu nýtast at reka talgilda samfelagið. Hetta megnar føroyska KT-vinnan. Um fyritøkurnar meta seg hava tørv á uttanfyristandandi førleikum í eina tíð, duga tær at inndraga hesar eftir tørvi.

 

Tað er ein spurningur um, hvat samfelag man ynskir. Man kann eisini síggja tað soleiðis, at ynskja almennu Føroyar at tryggja sær at fáa hjálp frá føroysku KT-vinnuni í morgin, mugu almennu Føroyar eisini keypa frá føroysku KT-vinnuni í dag.

KT-Felagið í stuttum

KT-felagið er eitt virkið felag, sum seinastu árini hevur lagt stóran dent á at arbeiða við yvirskipaðu kørmunum hjá vinnuni. í 2007 lat felagið gera eina strategi fyri føroyska KT-vinnu, har vinnan og vinnukarmar vóru lýst, umframt at tilmælir vóru gjørd um týdningin av: 
 
- At útbúgvingarnar innan KT verða bjóðaðar út í Føroyum
- At almenna innkeypsskipanin tryggjar at føroysk KT-vinna altíð fær høvi at bjóða seg fram
- At umhugsað verður at seta ekspertskipan á stovn í Føroyum, soleiðis at vinnan lættari fær hendur á útlendingum við góðum førleikum.

Endamál felagsins er at savna allar KT- og fjarskiftisfyritøkur at útinna felags áhugamál soleiðis at KT-vinnan gerst týðandi táttur í føroyska búskapinum, kend fyri sína dygd.
 
Felagið skipar eisini fyri skeiðum, kunningardøgum og KT-stevnu.
 

Samband

Ulla Joensen, nevndarformaður 

ulla@elektron.fo

 

Marius Thomassen, ráðgevi

marius@industry.fo

 

Nevndin í KT-felagnum:

Ulla Joensen, formaður

Snæbjørn B. Jacobsen

Jan Ziskasen

Ólavur Ellefsen

Fróði Magnussen