Valid 2019 Valid 2019
Reiðarafelagið fyri Handilsskip

Kappingin um arbeiðsmegina skal verða jøvn

Neyðugt er at broyta okkara skattareglur soleiðis, at tað ikki skal loysa seg betur at arbeiða uttanlands heldur enn í Føroyum.

Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip

Tað stutta av tí langa

Serligi skattafrádrátturin fyri inntøku, sum kemur undir § 25b, stk. 1 í skattalógini skal verða tikin burtur.

Shipping sum vinnugrein er eyðkend av, at hon fyri ein meginpart virkar á altjóða marknaðinum. Hetta merkir, at føroysk handilsskip kappast beinleiðis við útlendsk handilsskip á øllum økjum, eisini um arbeiðsmegina.

 

Serliga síðan 2008 hevur shipping í Føroyum verið ein vinnugrein í vøkstri. Í 2019 vísir kanning millum limirnar í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip, at umleið 900 føroyingar hava sín vinnuveg innan føroyska shippingvinnu, av hesum 600 á sjónum. Grundarlag er fyri, at vinnugreinin framhaldandi kann vaksa, men her krevst arbeiðsmegin, og kappingin um hana er hørð, bæði innanhýsis í Føroyum, men eisini við reiðarí í okkara grannalondum.

 

Tíverri er støðan soleiðis, at skattalógin ger mun á føroyingum, sum arbeiða uttanlands, og føroyingum, sum arbeiða í Føroyum. 

Reiðarafelagið fyri Handilsskip vísir á, at støðan ikki er haldbar, og hesum er Landsstýrisins Skattanevnd samd við okkum í.

Í frágreiðing síni til landsstýrið 1. december 2017 skrivar Skattanevndin, at tað fyri so vítt er búskaparliga skilagott, at tað er lætt og ómakaleyst at búgva í einum landi og arbeiða í øðrum. Men skattaskipanin eigur ikki at miða eftir, at tað er meira lønandi at arbeiða uttanlands enn í tí landinum, ein býr.

 

Ítøkiliga sigur skattanevndin, at javnari skatting av løntakarum, sum búgva og arbeiða í Føroyum, og løntakarum, sum arbeiða uttanlands hevði havt við sær, at kappingarstøðan hjá føroyskum arbeiðsgevarum hevði eisini verið javnari í kappingini um arbeiðsmegina.

 

Tilgongdin til at fara frá líkningarháttinum eksemption linking til credit linding er byrjað. Hetta er gott, men hetta er ikki nokk. Fyri kappingarførið í mun til arbeiðsmegina ger henda broyting lítlan og ongan mun, tí frádrátturin á tær upp til 120.000 krónurnar framhaldandi er óbroyttur.

 

Reiðarafelagið fyri Handilsskip heldur, at tað skal altíð kunna loysa seg sum føroyingur at arbeiða í Føroyum, og ítøkiliga valynski hjá felagnum er, at føroyska samfelagið má gevast við at skatta fólk av landinum at arbeiða.

 

Innsløg, kjak og viðmerkingar

Reiðarafelagið fyri Handilsskip í stuttum

Reiðarafelagið fyri Handilsskip hevur sum høvuðsendamál at savna reiðaríir fyri handilsskip. Felagið er limur í Føroya Arbeiðsgevarafelag og samráðist saman við hesum um lønarsáttmálar við manningarfeløgini.

 

Felagið arbeiðir fyri at karmarnir hjá handilsflotanum eru teir bestu, og roynir tískil at ávirka politikarar og myndugleikar til at taka røttu avgerðirnar. Felagið umboðar eisini limirnar mótvegis somu pørtum.

 

Samband

Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður

jmr@skansi.fo

 

Esther Dahl, ráðgevi

esther@industry.fo

 

Nevndin í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip:

Jens Meinhard Rasmussen

Hentzar Steingrímsson

Jónas Sigmarsson

Rúni V. Poulsen

Gunnbjørn Joensen

Sjúrður Johansen

Bogi P. Nielsen