Valid 2019 Valid 2019
Føroya Handverksmeistarafelag

Løggilding av handverksmeistarum

Tað er ein sannroynd, at tað í hesum døgum vísa seg nýggjar óroyndar fyritøkur dagliga. Ung fólk, sum í dag byggja hús hava ongan møguleika at vissa sær um góðskuna av arbeiðinum, ella um fyritøkan í heila tikið er til nóg leingi til at gjøgnumføra byggiverkætlanina.

Tað stutta av tí langa

Neyðugt er við skipan, sum løggildir handverksmeistarar, sum fremja vinnuligt byggivirksemi.

Hvørjir førleikar skulu til at bjóða seg fram at byggja hús fyri fólk? Svarið er, at einki skal til. Tær nýtist hvørki at vera útbúgvin timburmaður, rørsmiður ella nakað annað, (tó er krav, at el arbeiðið verður framt av løggildum el-innleggjara).

At byggja síni sethús er fyri tey allarflestu tann størsta og týdningarmesta íløgan í lívinum.

Tí er tað sera umráðandi at tann, sum byggir húsini, umframt dugnaskap í handverki eisini megnar at stýra verkætlanini og kennir til regluverkið innan økið. Neyðugt er at tryggja, at fólk kunnu lata síni sethús byggja og vita at arbeiðið er framt av einum løggildum handverksmeistara. Fyri at kunna tryggja slíka góðsku, er tað alneyðugt við eini meistaraútbúgving, sum, saman við royndum á økinum, gevur handverksmeistarum løggilding.

 

Taka samfelagsábyrgd

Handverksmeistarar taka stóra samfelagsliga ábyrgd, sum serliga sæst aftur í teimum mongu lærlingunum, sum verða útbúnir í handverksfyritøkum kring landið. Tá ein lærlingasáttmáli verður undirskrivaður, er hann galdandi tey næstu fýra árini. Tí er tað umráðandi, at fyritøkan verður stýrd av einum løggildum handverksmeistara, sum, umframt handverksútbúgving, eisini hevur kennskap til fíggjarstýring, verkætlanarstýring, starvsfólkaviðurskiftir o.a., sum skal til fyri at reka eina fyritøku, sum ikki bert skal vera til at skúma løtuvinning í einari upphitaðari byggivinnu, men eisini framyvir ynskir at vera við at tryggja føroyska ungdóminum lærdóm og útbúgving.

 

Handverk sum útflutningur
Í grannalondum okkara finnast slíkar útbúgvingar longu. Eitt nú er tað eitt krav í Íslandi, at ein handverksmeistari er løggildur fyri at kunna standa fyri arbeiði, meðan meistari er eitt vart heiti í Noregi, har tað krevur løggilding fyri at kunna kalla seg meistara. Tískil hevur tað alstóran týdning, at man í Føroyum fer undir at skipa eina meistaraútbúgving, sum stendur mát við tær útbúgvingar, sum eru í grannalondum okkara. Gera vit tað, fáa føroyskar handverksfyritøkur eisini atgongd til marknaðirnar í hinum Norðanlondunum. Sum støðan er í dag, hava norskar og íslendskar fyritøkur fría atgongd á føroyska marknaðinum, meðan føroysku handverksmeistararnir hava sera trupult við at bjóða seg fram á teirra marknaðum, av tí at teir ikki hava líknandi meistaraútbúgving.

Meistaraútbúgving

Tíðin er búgvin til at hava eina meistaraútbúgving í Føroyum. Hendan útbúgving skal tryggja, at handverksmeistarar kenna regluverk um bygging, umframt tað handilsliga í at reka eina fyritøku, so sum roknskap, MVG og verkætlanarstýring.


Nógvir eru fyrimunirnir við at fara undir eina meistaraútbúgving, har trygdin hjá vanligum fólki, sum lata síni sethús byggja, hevur størsta týdningin. Ein løggildur handverksmeistari hevur, umframt handverkið, eisini tað handilsliga í lagi. Um fólk ynskja at byggja síni hús sjálvi, skulu tey sjalvsagt kunna tað undir egnari ábyrgd. Um tey hinvegin biðja eina fyritøku um at byggja húsini, skal meistarin vera løggildur við sveinaprógvi, royndum á økinum og eini meistaraútbúgving. Hetta tryggjar, at fólk fáa trygd fyri at teirra hús liva upp til galdandi regluverk og nútíðarkrøv annars. Samstundis tryggjar meistaraútbúgvingin, at handverksmeistarin hevur neyðugu handilsligu førleikarnar til at gjøgnumføra ta verkætlanina, sum tað er at byggja eini hús.

Innsløg, kjak og viðmerkingar

Stutt um Føroya Handverksmeistarafelag

Føroya Handverksmeistarafelag er stovnað í 1957 sum eitt landsfelag fyri handverksmeistarar. Felagið er meginfelag fyri fimm lokal feløg, sum eru:

 

Havnar Handverkameistarafelag

Meistarafelagið í Klaksvík

Eysturoyar Handverksmeistarafelag

Suðuroyar Meistarafelag

Vága Handverksmeistarafelag

 

Felagið er limur í Føroya Arbeiðsgevarafelag og einstøku virkini eru tí eisini limir og hava atgongd til allar tænastur hjá Vinnuhúsinum.

Samband

Magnus Magnussen, nevndarformaður í Føroya Handverksmeistarafelag

elmek@post.olivant.fo

 

Marius Thomassen, ráðgevi

marius@industry.fo

 

Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag:

Magnus Magnussen, nevndarformaður

Petur Frank Joensen, næstformaður

Jens Kristian Haraldsen

Sjúrður Holm

Dávur Kunoy Høgnason