Valid 2019 Valid 2019
Ferðavinnufelagið

Tryggið matstovuvinnuni ræði á egnum innkeypi

Skipanin við einkarinnkeypi gjøgnum Rúsdrekkasølu Landsins er tarnandi fyri vinnuna og hevur ongan tilverurætt í mun til rúsdrekkanýtsluna hjá vanliga brúkaranum. Ferðavinnufelagið heitir tí á komandi samgongu um at strika innkeypsmonopolið í rúsdrekkalógini.

Tað stutta av tí langa

Gerið neyðugu broytingarnar í rúsdrekkalógini og avtakið einkarinnkeypð hjá Rúsdrekkasølu Landsins

Ongastaðni í londunum kring okkum, eru fortreytirnar hjá matstovuvinnuni at keypa inn so vánaligar sum í Føroyum. Í fleiri norðurlondum er einkarsøla, men tey hava ikki einkarinnkeyp. Har hava loyvishavarar møguleika at keypa inn frá øðrum enn einkarsøluni. Núverandi støða við einkarinnkeypi er tarnandi fyri kappingarførið hjá matstovuvinnuni, sum frammanundan er ein útreiðslutung vinna.

Hugsa vit um rúsdrekkanýtsluna hjá endabrúkaranum, ger tað ongan mun, um ein matstova keypir frá eini heilsølu, Rúsdrekkasølu Landsins ella innflytir sjálv. Í so máta broytist einki fyri vanliga brúkaran.

Einkarsølan hjá Rúsdrekkasølu Landsins fer at halda fram sum higartil. Tískil er einki til hindurs fyri at avtaka einkarinnkeyp á øllum vørubólkum, uttan mun til vøruslag ella rúmprosent.


Innflutningurin og innkeypið gjøgnum Rúsdrekkasøla Landsins er ein fløskuhálsur hjá matstovuvinnuni í mun til at reka skynsaman matstovurakstur, og vinnan ynskir tískil sjálv at standa fyri innkeypinum á bæði øl, víni og sterkari rúsdrekka, soleiðis at hon kann tryggja eitt gott og høgt tænastustøði á øllum økjum.

 

Tað hevur stóran týdning, at føroyskar matstovur hava møguleika at keypa inn á vanligum handilsligum grundarlagi. Ferðavinnan er í grundini ein útflutningsvinna, sum er í harðari kapping við tænastur uttanlands. Í rúsdrekkahøpi er einki annað land í norðurlondum, sum hevur ta skipan, vit í Føroyum hava við einkarinnkeypi av rúsdrekka.

Árni Olsen, næstformaður í Ferðavinnufelagnum

 

Føroyska matmentanin fær í dag altjóða viðurkenning í kappingum og úrtøkum uttanlands, eins og hon í dag verður vird á ein hátt, vit ikki kundu droymt um fyri bert fáum árum síðani. Tað er í stóran mun váðafýsni, áræði og slóðbrótaraanda at takka, at vit nú eru í hesi støðu. Neyðugt er tískil at skapa karmar fyri, at hesin eldhugur framhaldandi kann spíra og nørast - ikki bara í Havn, men kring allar oyggjarnar.
 

Inntøkugrundarlagið hjá matstovum kring landið er spinkult, og neyðugt er at tryggja frítt innkeyp til loyvishavarar, soleiðis at matartilboðini kring landið kunnu fjølgast og fjøltáttast.
 

Ferðavinnufelagið fer tí at heita á tey, sum fara at sita við róðrið komandi valskeið um at fáa burt hesa óneyðugu forðing og avtaka einkarinnkeypið hjá Rúsdrekkasølu Landsins, sum fastheldur matstovuvinnuni í eini óneyðugari spennitroyggju, sum ikki er til gagns fyri nakran.

 

Innsløg, kjak og viðmerkingar

Ferðavinnufelagið í stuttum

Ferðavinnufelagið varð stovnað sum vinnugreinafelag í Vinnuhúsinum í 2008 við tí endamáli at savna allar ferðavinnufyritøkur at útinna felags áhugamál, soleiðis at ferðavinnan gerst týðandi táttur í føroyska búskapinum.

 

Gistingarhús- og Matstovufelag Føroya, sum varð stovnað í 1995, var avtikið í  2010 og lat ognir sínar til Ferðavinnufelagið.  

 

Ferðavinnufelagið fevnir í dag breitt um alla vinnuna og røkir áhugamál limanna. Felagið skipar regluliga fyri skeiðum og fyrilestrum og leggur seg eisini eftir at samansjóða vinnuna við ymsum tiltøkum, sum eggja til samstarv í vinnuni.

 

Ferðavinnufelagið er sjálvstøðugt felag, sum heldur til í skrivstovufelagsskapinum í Vinnuhúsinum saman við øðrum vinnugreinafeløgum.

 

Ferðavinnufelagið er ikki limur í Føroya Arbeiðsgevarafelag, men flestu størru fyritøkurnar í felagnum eru eisini limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Samband

Henny á Líknagøtu, nevndarformaður

henny@smyril-line.fo

 

Birita Johansen, ráðgevi

birita@industry.fo

 

Nevndin í Ferðavinnufelagnum:

Henny á Líknargøtu, formaður

Árni Olsen, næstformaður

Hans Jákup Kollslíð

Sakaris Frederiksen

Aleth Nielsen