Valid 2019 Valid 2019
Havbúnaðarfelagið

Yrkisútbúgving innan havbúnað

Fyri at tryggja tilgongdina av fólki við praktiskari og ástøðiligari vitan til alivirksemi, eigur ein alment góðkend yrkisútbúgving innan aling at verða sett á stovn í Føroyum. Royndir hava fyrr verið gjørdar við einari slíkari yrkisútbúgving í aling av fiski, men orsakað av kreppuni í alivinnuni beint eftir aldarskiftið varð hon løgd á ís og er ongantíð byrjað aftur.

Tað stutta av tí langa

At seta á stovn eina alment góðkenda yrkisútbúgving innan aling.

Tørvurin á starvsfólki í føroyskum havbúnaði er nógv øktur seinastu 10 árini, og útlit eru til, at hann fer at vaksa eina tíð afturat, bæði á smoltstøðunum og á sjónum. Føroysku alifeløgini standa í dag í einari støðu, har stórar íløgur verða gjørdar í nýggjar smoltstøðir á landi fyri at ala størri smolt, og har royndir verða gjørdar við at fara longur út á hav at ala. Talan er um avbjóðandi alihættir, sum krevja eitt høgt vitanarstøði. Eisini verandi aling krevur eitt alsamt hægri vitanarstøði. Samstundis økjast krøvini til alivinnuna frá myndugleikum og kundum, og hetta setir eisini krøv til starvsfólkini, og ikki minst at kunna dokumentera teirra førleikar formliga.

 

Hóast verandi alarar eru bæði dugnaligir og nærlagdir, verður tørvur á nýggjum starvsfólki komandi árini, bæði tí stórur partur av verandi alarum nærkast pensiónsaldri, og tí virksemið innan alivinnuna økist. Tørvur verður tí komandi árini á fleiri “klókum hondum” í alivinnuni, har vitan og praktiskt alaraarbeiði ganga hond í hond.

Alivinnan er í dag ein høgt spesialiserað framleiðsluvinna, sum virkar á altjóða marknaðunum. Tað er tí í dag eitt sjálvsagt krav, at vitanarstøðið er høgt í øllum liðum í framleiðsluni, og at hetta kann dokumenterast.

Øll okkara grannalond hava eisini sæð tørvin á einari yrkisútbúgving innan aling, eisini alitjóðir sum hava eina munandi minni framleiðslu av alifiski, enn vit hava í Føroyum.

 

Havbúnaðarfelagið hevur tí tað valynskið til eina komandi samgongu, at hon í brotinum um havbúnað í samgonguskjalinum hevur sett sær fyri at endurstovna yrkisútbúgvingina innan aling.

 

Verður hetta gjørt, fara føroysku alifeløgini eisini at átaka sær sín part, við at tryggja eitt hóskandi tal av læruplássum til yrkisútbúgvingina.

Innsløg, kjak og viðmerkingar

Havbúnaðarfelagið í stuttum

Endamál felagsins

Endamálið hjá Havbúnaðarfelaganum er at savna allar føroyskar alarar til at útinna felags áhugamál og at verja áhugamál limanna. Hetta verður gjørt m.a. við :

· Politiska ávirkan: At ávirka tær lógir og kunngerðir, sum løgting og landsstýri seta í verk, soleiðis at góðir karmar vera um føroysku alivinnuna.

· Umboða vinnuna: Umboða felags áhugamál hjá vinnuni yvirfyri ymiskum myndugleikum o.ø., herundir umhvørvis-, heilsumyndugleikunum, arbeiðseftirlitinum o.ø.

· Verkætlanir og kanningar: Seta í verk arbeiðir og kanningar sum kunnu hækka støði innan alingina, t.d. fyribyrgja fiskasjúkum og útbreiðslu av smittu, og fáa hesa vitan út til limirnar í felagnum.

· Samstarv við útlendska vinnu: Havbúnaðarfelagið er limur í altjóða vinnugreinafeløgunum Federation of European Aquaculture Producers (www.feap.org) og International Salmon Farmers Association (www.salmonfarming.org).


· Hagtøl: Felagið savnar hvørja viku inn hagtøl um samlaðu tøkuna av alilaksi. Tøkuhagtølini verða regluliga løgd á heimasíðuna.

· Gransking og útbúgving: Vera við til at seta granskingarverkætlaninir í gongd, sum limir í felagnum hava áhugað í. Harumframt saman við øðrum at vera við at tillaga útbúgvingartilboð til millumleiðarar og arbeiðsfólk í vinnuni. Somuleiðis at skipa fyri tiltøkum og skeiðum sum hækka førleikan hjá alivinnuni.

 

Havbúnaðarfelagið er vinnufelag fyri føroyskar alarar.

Á hvørjum árið gevur Havbúnaðarfelagið út eina ársfrágreiðing, sum lýsir gongdina í alivinnuni og hvørji mál felagið hevur arbeitt við undanfarna ár.

Samband

Niels Winther, ráðgevi

niels@industry.fo

 

Nevndin í Havbúnaðarfelagnum:

Regin Jacobsen

Atli Gregersen

Hans Jákup Mikkelsen