Handilsvinnufelagið hevur í fleiri ár ynskt eina dagførda pantskipan til endurnýtsluíløt, har tað er lætt og smidligt hjá brúkarum at lata íløtini innaftur, samstundis sum tað eisini er lætt og smidligt hjá handlunum at avgreiða íløtuni víðari til endurnýtslu og endurvinning.
Gerið neyðugu lógarkarmarnar, so føroyingar fáa eina nútímans pantskipan til endurnýtsluíløt borgarum, handlum og umhvørvinum at frama
Nýggja skipanin má taka atlit at øllum avbjóðingunum í endurvinningar ringrásini, líka frá tí, at ílatið fer um handilsdiskin til ílatið endar sínar dagar sum endurnýtslu- ella endurvinningartilfar.
Høvuðsmálini við nýggju skipanini eru soljóðandi:
• Fáa so nógv endurnýtsluíløt innaftur sum gjørligt
• Tað skal vera lætt at lata pantíløt innaftur
• Tað skal vera lætt hjá handlum at umsita skipanina
Um vit samanbera føroysku og donsku skipanina við pantíløtum, soleiðis sum tær virka í dag, so eru skipanirnar nærum meinlíkar framman fyri diskin. Føroysku og donsku handlarnir hava skyldu at taka ímóti teimum pantíløtum og tilfari, teir sjálvir selja.
Aftan fyri diskin er tó stórur munur á skipanunum. Í Danmark tekur Dansk Retursystem sær av handfaringini av pantíløtunum aftan fyri diskin, soleiðis at íløtini fara har tey skulu í endurnýtslu ringrásini.
Í Føroyum skulu einstøku handlarnir sjálvir taka sær av øllum, sum fer fram aftan fyri diskin viðvíkjandi pantíløtum. Í Føroyum sortera einstøku handlarnir pantíløt upp í 18 ymiskar posar, sum einstøku handlarnir sjálvir skulu levera aftur til 18 ymiskar veitarar. Hetta krevur bæði nógva orku og nógv pláss.
Eftir at veitararnir hava fingið posarnar við tómu íløtunum aftur frá einstøku handlunum, skulu heilsølurnar senda íløtuni aftur til framleiðaran til endaliga burturbeining og endurvinning. Hetta verður m.a. gjørt við at sigla tómar plastfløskur í stórum bingjum aftur til Danmarkar at verða kroystar.
Føroysku myndugleikarnir mugu tí koma fram til eina loysn við Dansk Retursystem, umvegis danska Umhvørvismálaráðið, soleiðis at vit sleppa undan at lata út óneyðugt CO2 við at sigla tómar plastfløskur til Danmarkar at verða kroystar til endurvinning.
Handilsvinnufelagið er vinnugreinafelag, ið umboðar seráhugamálini hjá føroyskum handilsfyritøkum í føroysku vinnuni.
Endamál felagsins er at savna allar fyritøkur, sum fáast við handilsvinnu á føroyska marknaðinum. Limirnir í Handilsvinnufelagnum er framleiðslufyritøkur, heilsølur og vanligir handlar, ið selja alt frá knappanálum, góðgæti, matvørum, klæðum, maskinum, byggitilfari til tænastuveitingar av ymsum slag. Handilsvinnufelagið er sostatt meginfelag fyri allar føroyskar handilsfyritøkur, sum selja eitt ella annað, líki mikið um tað eru vørur ella tænastur.
Limirnir í handilsvinnufelagnum eru framleiðslufyritøkur, heilsølur og vanligir handlar, ið selja alt frá knappanálum, góðgæti, matvørum, klæðum, teldum, maskinum, byggitilafari til tænastuveitingar av ymsum slag.
Handilsvinnufelagið er sostatt meginfelag fyri allar føroyskar handilsfyritøkur, sum selja eitt ella annað, líka mikið um tað eru vørur ella tænastur.
Handilsvinnufelagið strembar eftir at veita limum sínum best møguliga tænastu.
Málið hjá Handilsvinnufelagnum er at menna og styrkja føroyska handilsvinnu sambært raðfestingunum, sum limirnir í Handilsvinnufelagnum seta á skránna, og tað eru tí limirnir í Handilsvinnufelagnum, ið gera av, hvussu felagið skal ávirka gongdina og menningina av føroyskari handilsvinnu.
Menningin av handilsvinnuni snýr seg m.a. um at vísa á týdningin av handilsvinnuni, soleiðis at fleiri fáa áhuga í at velja handilsvinnuna sum sína yrkisleið. Hetta verður gjørt umvegis kunningar- og skeiðsvirksemi, men Handilsvinnufelagið er eisini virkin partur í tilgongdini at menna og ávirka úbúgvingarskipanina fyri føroyska handilsvinnu.
Ein onnur týdningarmikil uppgáva hjá Handilsvinnufelagnum er at umboða limir sínar mótvegis politisku skipanini og almennu myndugleikunum, soleiðis at føroysk handilsvinna fær best møguligar karmar at virka innanfyri. Hetta ger Handilsvinnufelagið m.a. við viðmerkingum um støðu sína, tá ið lógir og reglur, sum kunnu ávirka limirnar í Handilsvinnufelagnum, verða fyrieikaðar.
Handilsvinnufelagið heldur eisini eitt vakið eyga við galdandi lógum og reglum fyri limir sínar. Endamálið við hesum er at vísa politisku skipanini á, hvørjar lógir og reglur treingja til at verða dagførdar og broyttar, soleiðis at føroysk handilsvinna hevur kappingarførar og smidligar karmar av virka innanfyri.
Eyðvør Berg, forkvinna
Mortan Simonsen, ráðgevi
Nevndin í Handilsvinnufelagnum:
Eyðvør Berg, nevndarforkvinna
Claus V. Christensen, næstformaður
Gunnar Mohr
Bergur D. Jensen
Áki V. Poulsen