Tað er stórur eftirspurningur eftir eitt nú byggismiðum, men skúlagongdin kann framvegis ikki takast í Føroyum. Eisini er vandi fyri at føroyska samfelagið kemur at mangla grundleggjandi førleikar, um tað ikki verður møguligt at skipa skúlagongdina fyri smærri fak í Føroyum.
Havið eitt breitt útboð av yrkisútbúgvingum, tí okkum tørvar hesar førleikar í Føroyum.
- Fá skúlagongdina til byggismið stovnsetta í Føroyum
- Skipa smærri hold til fleiri fak
Tað er stórur eftirspurningur eftir eitt nú byggismiðum, men skúlagongdin kann framvegis ikki takast í Føroyum. Eisini er vandi fyri at føroyska samfelagið kemur at mangla grundleggjandi førleikar, um tað ikki verður møguligt at skipa skúlagongdina fyri smærri fak í Føroyum.
Í dag er skipanin soleiðis háttað, at eitt ávíst árligt tal av lærlingum ger av, hvørt vit skulu hava hesar førleikar í framtíðini. Tað merkir, at tað er nærum vónleyst at fáa nýggjar førleikar, tí lærlingar blíva ikki settir, av tí at skúlagongdin ikki er í Føroyum.
Byggismiðurin
Tað er sera stórur tørvur á byggismiðum í Føroyum. Lógin um byggismið kom í gildi í 2008, men kunngerðin bleiv ongantíð lýst. Tí mugu lærlingar í byggismið til Danmarkar at taka skúlagongdina. Føroya Handverksmeistarafelag heldur, at tað er uppá tíðina, at skúlagongdin verður skipað í Føroyum. Byggismiðir, eru tey, sum gera nakrar av teimum fyrstu uppgávunum í einari byggiverkætlan, so sum at stoypa betongkonstruksjónina, ið skal halda restina av bygninginum uppi. Tørvskanning, sum Føroya Handverksmeistarafelag gjørdi í 2016 vísti, at miðaltalið fyri settar byggismiðslærlingar vildi verið 34 um árið, um skúlagongdin var í Føroyum
Samskipa smærri hold
Av teimum áleið 70 yrkisútbúgvingunum, sum kunnu takast í Føroyum, hava bert tær 13 skúlagongd í her heima. Gaman í eru hetta útbúgvingarnar við flest lærlingum, men tørvur er á at hava eitt munandi meira fjølbroytt útboð í Føroyum. Føroya Handverksmeistarafelag óttast fyri, at týdningarmiklir førleikar hvørva úr samfelagnum, um teknisku skúlarnir ikki fáa rásarúm at skipa útbúgvingar við smærri holdum.
Vanliga ásetingin er, at tað skulu vera um 10 lærlingar, sum byrja á einum holdi, fyri at tað fíggjarliga skal kunna forsvarast. Føroya Handverksmeistarafelag mælir til, at hetta talið lækkar munandi, t.d. til 4 lærlingar fyri at byrja eitt hold. Hetta hevði sjálvsagt havt ein ávísan kostnað við sær, men heldur eigur hetta at vera sætt sum ein íløga í førleikar.
Fyri at nevna nøkur, so hevði tað verið upplagt at hava undirvísing fyri snikkarar, málarar, gartnarar, múrarar o.o. í Føroyum.
Føroya Handverksmeistarafelag er stovnað í 1957 sum eitt landsfelag fyri handverksmeistarar. Felagið er meginfelag fyri fimm lokal feløg, sum eru:
Havnar Handverkameistarafelag
Meistarafelagið í Klaksvík
Eysturoyar Handverksmeistarafelag
Suðuroyar Meistarafelag
Vága Handverksmeistarafelag
Felagið er limur í Føroya Arbeiðsgevarafelag og einstøku virkini eru tí eisini limir og hava atgongd til allar tænastur hjá Vinnuhúsinum.
Magnus Magnussen, nevndarformaður í Føroya Handverksmeistarafelag
Marius Thomassen, ráðgevi
Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag:
Magnus Magnussen, nevndarformaður
Petur Frank Joensen, næstformaður
Jens Kristian Haraldsen
Sjúrður Holm
Dávur Kunoy Høgnason