Valid 2022 Valid 2022
Ferðavinnufelagið

Gongd í haga – Sonur og náttúrupass

Støðan er framvegis ruðuleikakend, og ótryggleiki er framvegis í vinnuni, tá ið tað snýr seg um gongd í haga. Ferðavinnufelagið fer at heita á komandi Landsstýrið at skipa regluverkið, soleiðis at ferðavinnan fær virkað undir skipaðum viðurskiftum.

Árni Olsen, nevndarformaður í Ferðavinnufelagnum

Í eini komandi loysn eru hesir tættir avgerandi fyri Ferðavinnufelagið:

-  at tað ikki verður møguligt at taka gjald uttan at
    nøkur tænasta verður latin afturfyri
-  at trygdin er í lagi
-  at ikki bert bóndin kann bjóða túrar fram, tvs.
    tryggja kapping og nokk av útboði
-  at tryggja verður, at inntøkan eisini verður brúkt
    til náttúruvernd og menning
-  at talan verður um eina einkla og landsfevnandi
    skipan
-  at talan verður um eina felags skipan, ið eggjar til
    samstarv og menning 
-  at gjaldið verður eitt náttúrupass, sum ferðafólk
    kunnu keypa, um tey ynskja at fara í
    fjøllini/náttúruna at ganga

Ferðavinnufelagið heldur, at nýggja reglugerðin skal tryggja rættin at ganga í fjøllunum. Hetta má sjálvandi verða við avmarkingum. Felagið hevur einki ímóti, at ávís øki verða stongd fyri gongd í haga, tí tey verða mett at vera ov viðbrekin ella vandamikil. Tað skal bara verða greitt í góðari tíð.  Føroyska landslagið er fjølbroytt, og trýstið á landslagið ymiskt frá øki til øki. Ferðavinnufelagið heldur, at ein haldbar loysn hevði verið at skipa Føroyar í ymiskar sonur, sum høvdu hvør sínar reglugerðir.

-  Sona 1: kundi verið nationalparkir/tjóðarlundir
    við nógvum avmarkingum
-  Sona 2: kundi verið øki, har ferðaleiðari er krav
    vegna trygd
-  Sona 3: kundi verið trygg farleið, har øll hava frítt
    at fara

Skal gjald takast fyri gongd í haga, so er tað týdningarmikið, at talan verður um eina felags skipan, ið eggjar til samstarv og menning, og har peningurin er oyramerktur til at fara til røkt av haganum og íløgur í at gera viðurskiftini fyri gongd í haga so góð og trygg sum møguligt fyri okkum og komandi ættarlið. Ferðavinnufelagið mælir til, at gjaldið verður eitt náttúrupass, sum ferðafólk kunnu keypa, um tey ætla sær út í føroysku náttúruna.

 

Gjøld eiga ikki at leggjast á ferðavinnuna við tí fyri eyga at fáa so nógvan pening sum gjørligt burtur úr hvørjum einstøkum ferðandi. Hetta hevði gjørt, at føroyska ferðavinnan hevði mist kappingarføri. Ferðavinnan er útflutningsvinna og er í kapping við allan heimin. Sum ferðamál eru Føroyar, sum er, eitt kostnaðarmikið ferðamál. Umframt at missa kappingarføri hevði Føroyar mist sína sjarmu sum ferðamál, um ferðafólk verða møtt av alskyns gjøldum, tá ið tey koma til Føroya. Vit hava, sum er, eitt lutfalsliga høgt ferðagjald á 65 kr. á øllum ferðaseðlum úr Føroyum.

Tað stutta av tí langa

Heldur enn at taka gjøld eiga vit at hava tilboð at bjóða ferðafólkunum, sum vit kunnu taka pening fyri. Tað hevði verið gleðiligt, um nýggja reglugerðin stimbraði hugin at menna ferðavinnutilboð kring landið og at gera íløgur í ferðavinnuna. Ein av fyrimununum við ferðavinnuni, fram um aðrar vinnur, er, at hon er sera arbeiðsskapandi, og at hon kann skapa arbeiði og trivnað kring alt landið. 

Innsløg, kjak og viðmerkingar

Ferðavinnufelagið í stuttum

Ferðavinnufelagið varð stovnað sum vinnugreinafelag í Vinnuhúsinum í 2008 við tí endamáli at savna allar ferðavinnufyritøkur at útinna felags áhugamál, soleiðis at ferðavinnan gerst týðandi táttur í føroyska búskapinum.

Gistingarhús- og matstovufelag Føroya, sum varð stovnað í 1995, var avtikið í  2010 og læt ognir sínar til Ferðavinnufelagið.

 

Ferðavinnufelagið fevnir í dag breitt um alla vinnuna og røkir áhugamál limanna. Felagið skipar regluliga fyri skeiðum og fyrilestrum og leggur seg eftir at samansjóða vinnuna við ymsum tiltøkum, sum eggja til samstarv í vinnuni.


Ferðavinnufelagið er sjálvstøðugt felag, sum heldur til í skrivstovufelagsskapinum í Vinnuhúsinum saman við øðrum vinnugreinafeløgum.


Ferðavinnufelagið ynskir framhaldandi at styrkja seg sum felag. Tað verður mett týdningarmikið at styrkja felagið við fleiri limum og at tryggja, at felagið hevur limir kring allar Føroyar.


Støðan í heiminum er framvegis óviss, og tað er ilt at meta um, hvat er í hondum. Virksemið í Ferðavinnufelagnum er tengd at hesi støðu. Seinastu tvey árini eru farin til at tryggja umstøðurnar hjá ferðavinnuni so væl sum gjørligt í eini krepputíð.


Vónin er, at felagið nú aftur kann fara í holt við at kanna grønar loysnir fyri lívrunnið burturkast, tørv á ferðavinnuútbúgvingum, rekrutering til ferðavinnuna og líknandi átøk.


Felagið hevur altíð raðfest limatiltøk og førleikamenning høgt, og tað er eisini ætlanin frameftir.


Ferðavinnufelagið fær javnan uppskot til lógir, kunngerðir og vegleiðingar til hoyringar og umboðar limirnar mótvegis politisku skipanini og almennum myndugleikum í málum, sum eru viðkomandi fyri vinnuna. Hetta hevur verið og er framvegis ein týdningarmikil partur av uppgávuni hjá Ferðavinnufelagnum.

Samband

Árni Olsen, nevndarformaður

arni@atlantic.fo

 

Birita Johansen, ráðgevi

birita@industry.fo

 

Nevndin í Ferðavinnufelagnum:

Árni Olsen, formaður

Henny á Líknargøtu, næstforkvinna

Hans Jákup Kollslíð

Sakaris Frederiksen

Jenny í Heiðunum

Mimmy Vágsheyg, tiltakslimur