Valid 2022 Valid 2022
Samskifti

Javnstilla føroyskt á Google

Felagið Samskifti hevur sum sítt valynski, at politiska skipanin fer at arbeiða málrættað fyri at fáa føroyskt góðkent sum mál hjá Google, og at fáa Føroyar fult góðkendar sum land í Google høpi.
 

Tað stutta av tí langa

Føroyar hava enn ikki fingið fulla góðkenning í heimsins størstu leitimaskinu. Hetta ávirkar arbeiðið og kappingarførið hjá okkara vinnu og teirra kundum.

Føroyska marknaðarføringslógin er greið, at tú bert hevur loyvi at lýsa á føroyskum til føroyingar. Men tá føroyska málið ikki er góðkent av Google, uppliva vit støðugt oftari, at lýsingarnar á føroyskum verða avvístar av Google, tí málið ikki er góðkent. Samstundis kunnu útlendskir veitarar lýsa á eitt nú enskum, donskum ella enntá íslendskum inni á føroyskum telefonum og teldum.

Heimsins nógv størsta filmsavn er heldur ikki meira enn hálvopið fyri føroyingar, tí Google eigur Youtube, og stýrir tí eisini rættindini hjá føroyskum har.

Youtube rindar pening til eigarar av tilfari, ið verður víst á Youtuberásum. Hetta er vorðið ein ídnaður fyri fólk, ið skapa tilfar til sína Youtube kanal, eitt nú filmskaparar og tónleikarar. Vit hava enntá fingið ein vinnuveg, ið eitur youtube’arar.

Gjaldið fyri vísingar verður fíggjað við lýsingum, ið eisini føroyskir brúkarar fáa vístar, og lýsingum, ið føroyskir lýsarar gjalda fyri. Men til ber ikki hjá føroyingum at fáa tílík útgjøld, tí hesin møgulleiki ikki er galdandi á føroyska marknaðinum. Hetta er sostatt ein einvegis peningastreymur av landinum.
 

Vit heita á eitt komandi landsstýri um at tryggja, at Føroyar ikki longur verða eftirbátur á hesum økinum
 

Innsløg, kjak og viðmerkingar

Samskifti í stuttum

Samskifti – sum kallaðist Reklamufelagið fram til 2009 – varð stovnað í 2002. Endamál felagsins er at savna føroysku lýsingarfyritøkurnar og taka sær av teirra yrkisligu, felagsligu og fíggjarligu áhugamálum.

Flestu føroysku lýsingarfyritøkurnar eru limir í Samskifti.

 

Samskifti arbeiðir fyri, at lýsingarfyritøkur skulu hava góðar og javnbjóðis treytir at virka undir. Felagið vil, at útboð eru gjøgnumskygd og væl úr hondum greidd.

Kontaktpersónur

Niels Uni Dam formaður í Samskifti

nud@nudlavirkid.fo

 

Uni Holm Johannesen, ráðgevi

uni@industry.fo

 

Nevndin í Samskifti:

Niels Uni Dam nevndarformaður

Allan Dalsgarð, næstformaður

Michael Koba

Tór Verland Johansen